Hvíludagsboðið

v1  Og Móses stevndi nú saman øllum savnaði Ísraelsmanna og segði við teir: »Hetta er tað, sum Harrin býður tykkum at gera: v2  Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera tykkum heilagur, fullkomin hvíludagur fyri Harranum; hvør, ið vinnur at nøkrum verki á tí degi, skal týna lívið! v3  Á hvíludegnum mega tit ikki kynda eld í nøkrum heimbýli tykkara.«

Halgigávurnar verða givnar

v4  Og Móses talaði við allan savnað Ísraelsmanna og mælti: v5  »Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Flýggið Harranum offuravskurð av tí, sum tit eiga. Hvør, ið geva vil av fúsum huga, skal bera fram offuravskurð Harrans: Gull, silvur og kopar, v6  blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitarhár, v7  reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn og ákásiuvið, v8  olju á ljósastakan og vælangandi balsamurtir til salvingarolju og roykilsi, v9  sjóhamsteinar og aðrar dýrar steinar til at seta á akulin og bróstskjøldurin. v10  Og allir listakønir menn tykkara millum skulu koma og tilbúgva alt tað, sum Harrin hevur boðið. v11  Tjaldtemplið við taktjalddúki og taki, krókum og borðum, tvørtrøum, stólpum og undirstabbum; v12  ørkina við stongum og sáttarloki og hitt innara fortjaldið, v13  borðið við stongum og øllum borðbúnaði og sýnisbreyðini, v14  ljósastakan við øllum reiði og lampum sínum og olju í ljósastakan, v15  roykilsisaltarið við stongum sínum, salvingaroljuna og roykilsið og fortjaldið fyri durum tjaldtempulsins, v16  brennioffuraltarið og rimaverkið av kopari kring um tað, stengur tess og øll reiði, tváttarkerið við fóti sínum, v17  tjøldini fyri forgarðinum, stólpar hans og undirstabbar og fortjaldið fyri liði forgarðsins, v18  hælir tjaldtempulsins og forgarðsins og tog teirra, v19  skreytklæðini til tænastuna í halgidóminum, halgiklæði Árons prests og prestaklæði sona hans til prestatænastuna.« v20  Allur savnaður Ísraels fór nú út frá Mósesi; v21  síðan komu teir aftur hvør og ein við tí, sum teir av góðum hjartalagi og fúsum huga vildu veita Harranum sum offuravskurð til at reisa samfundartjaldið av til alla tænastu tess og til øll halgiklæðini; v22  bæði menn og kvinnur, øll, ið fús vóru at geva, komu og bóru fram sylgjur og oyrnaringar, fingurgull og hálsbond og alskyns gullgripir; og hvør maður, ið vildi ofra Harranum nakað, kom við gulli; v23  sama gjørdu øll, ið áttu blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín, geitarhár, reyðlitt veðraskinn og sækúgvaskinn; v24  og hvør maður, ið vildi geva silvur og kopar, kom við tí sum offuravskurð til Harrans; og hvør maður, ið átti ákásiuvið, kom við honum til tess at dugna smíðinum. v25  Og allar listakønar konur settust at spinna og komu við spunum sínum: Bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki, og egyptiskum líni. v26  Og allar konur, ið fráskila listakønar og handafimar vóru, fóru fúsar í huga undir at spinna geitarullina. v27  Men høvdingarnir komu við sjóhamsteinum og øðrum dýrum steinum til at seta á akulin og bróstskjøldurin, v28  við vælangandi balsamurtum og olju til ljósastakans, til salvingarolju og roykilsis. v29  Og allir Ísraelsmenn, bæði menn og kvinnur, ið fús vóru til at geva, komu av sær sjálvum við gávum Harranum til handar, til tess at fullføra tað verk, sum Harrin við Mósesi hevði boðið at gera.

Hagleiksmenninir (smbr. 25,1-9; 31-11)

v30  Tá mælti Móses við Ísraelsmenn: »Sí, Harrin hevur kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt v31  og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt verk, v32  bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, v33  til at skera út steinar til groypingar og gera skurðverk í træi – ja, til at vinna at alskyns listasmíði! v34  Eisini hevur hann givið bæði honum og Óhóliabi Áhisamakssyni av Dáns ætt tær snildargávur at kenna øðrum. v35  Hann hevur fylt teir við skynsemi á alskyns hagleiksskurði og smíði, á listvevnaði av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og á vanligum vevnaði – ja, til at fremja alskyns ídnað og til at upphugsa listaverk.