Ørkin verður tilbúgvin

v1  Og Bezalel gjørdi ørkina av ákásiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga; v2  og hann legði hana við skírum gulli innan og uttan og gjørdi brúnaborð av gulli kring um hana v3  og stoypti á henni fýra ringar av gulli og festi teir á fýra føtur hennara, tveir hvørjumegin. v4  Og hann gjørdi stengur av ákásiuviðu og legði tær við gulli v5  og setti stengurnar í ringarnar báðumegin á ørkini til tess at bera hana við. v6  Tá gjørdi hann sáttarlokið av skírum gulli, hálvatriðju alin langt og hálvaaðru alin breitt. v7  Og hann gjørdi av gulli tveir kerúbar, av einlistum gjørdi hann teir, ein á hvørjum enda sáttarloksins, v8  annan kerúbin á annan endan og hin kerúbin á hin endan; áfastar við sáttarlokið gjørdi hann kerúbarnar, hvønn á sín endan. v9  Kerúbarnir breiddu veingirnar út uppeftir, so at teir við veingjum sínum huldu út yvir sáttarlokið, og andlit kerúbanna horvdu hvørt ímóti øðrum inn yvir sáttarlokið.

Sýnisbreyðini

v10  Síðan gjørdi hann borðið av ákásiuviði tvær alnir langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt v11  og legði tað við skírum gulli og gjørdi á tí brúnaborð av gulli alt íkring. v12  Og hann gjørdi kring um tað tvørrimar eina løgd breiðar og kring tvørrimarnar brún av gulli; v13  og hann stoypti tí fýra ringar av gulli og festi teir á tey fýra hornini við hini fýra bein tess. v14  Uppi við tvørrimarnar vórðu ringarnir festir til at stinga stengurnar ígjøgnum til tess at bera borðið við. v15  Stengurnar gjørdi hann av ákásiuviði og legði tær við gulli; við teimum skuldi borðið verða borið. v16  Hann gjørdi av skírum gulli tey ílát, sum borðinum hoyrdu til, ker og offurbollar, skálir og kannur til at úthella droypioffur við.

Ljósastakin

v17  Og hann gjørdi ljósastakan av skírum gulli; av einlistum gjørdi hann ljósastakan; føtur hans og leggir, blómbikar, knappar og leyvkrúnur var alt gjørt úr einum. v18  Út frá ljósastakanum gingu teir seks leggir hans, tríggir út frá aðrari lið hans og tríggir út frá hinari. v19  Á hvørjum leggi, sum gekk út frá ljósastakanum, vóru tríggjar blómur í mandlublómulíki við bikarum, knøppum og leyvkrúnum. v20  Men á sjálvum ljósastakanum vóru fýra blómur í mandlublómulíki við bikarum, knøppum og leyvkrúnum, v21  soleiðis at ein knappur var undir hvørjum pari av leggjum, ið gingu út frá ljósastakanum; v22  og knappar og leggir vóru gjørdir í einum við ljósastakan; alt av einlistum og av skírum gulli. v23  Og hann gjørdi lampur hansara sjey og ljósasaksar og skarpannur av skírum gulli. v24  Av einari talent í skírum gulli gjørdi hann ljósastakan og allar lutir hans.

Roykilsisaltarið (smbr. 25,10-40; 30,1-10)

v25  Síðan gjørdi hann roykilsisaltarið av ákásiuviði eina alin langt og eina alin breitt, fýrhyrnt, tvær alnir høgt, og horn tess áføst við tað. v26  Og hann legði tað við skírum gulli bæði omaná og við síðurnar alt íkring og horn tess við og gjørdi brún av gulli kring um tað. v27  Framvegis gjørdi hann á tí tveir ringar av gulli niðanvert við brúnina báðumegin; og við báðar síður tess festi hann teir til at stinga stengurnar ígjøgnum til at bera tað við. v28  Stengurnar gjørdi hann av ákásiuviði og legði tær við gulli, v29  og búði til hina heilagu salvingaroljuna og hitt reina vælangandi roykilsið eftir hátti salvublandarans.