Dávid náðar Absalon

v1  Og tá ið Jóab Zerujuson sá, at hugur kongs enn stóð til Absalons, v2  sendi hann boð til Tekoa eftir vitugari konu og segði við hana: »Nú skalt tú látast at hava sorg, far í sorgarbúnað og úthell ikki olju í høvur títt, men ver eins og kona, ið leingi hevur syrgt ein deyðan. v3  Far síðan fyri kong og sig við hann soleiðis« – og Jóab legði henni orðini í munnin. v4  Konan úr Tekoa gekk tá inn fyri kong og lútaði, fell fram á ásjón sína til jarðar og mælti: »Kongur, hjálp mær!« v5  Kongur spurdi hana: »Hvat bagir tær?« Hon svaraði: »Eg eri einkja í sorg yvir deyða mann mín. v6  Trælkona tín átti tveir synir; teir fóru at klandrast uppi í haganum, og tá ið eingin var at skilja teir sundur, varð annar teirra bróður sínum at bana. v7  Og nú er øll ættin løgst á trælkonu tína og sigur: Fá okkum hann, ið drap bróður sín, so vilja vit taka hann av lívi aftur fyri bróðurin, sum hann drap! Men hetta siga tey til tess at týna arvingan og sløkkja tann síðsta neistan, sum eg havi eftir, so maður mín hvørki hevur navn ella eftirkomarar eftir á jørðini.« v8  Tá segði kongur við konuna: »Far tú heim aftur; eg skal greiða hetta mál fyri teg.« v9  Tá svaraði konan úr Tekoa kongi: »Á mær og á ættarfólki mínum, kongur, harri mín, hvílir sektin, men kongur og hásæti hansara skulu vera sakleys í hesum!« v10  Kongur mælti: »Um einhvør sigur okkurt við teg, tá kom við honum til mín; so skal hann ikki aftur misbjóða tær.« v11  Tá mælti hon: »Hevði kongur viljað nevnt navn Harrans, Guðs tíns, so blóðhevnarin ikki skal elva verri bágagerð og sonur mín verða týndur av lívi.« Hann svaraði: »So satt sum Harrin livir, skal ikki eitt hár av høvdi sonar tíns falla til jarðar!«

v12  Tá mælti konan: »Loyv tú trælkonu tíni at bera eitt upp á mál við teg, kongur, harri mín!« Hann svaraði: »Tala!« v13  Konan mælti: »Hví hevur kongur tað sama í hyggju móti fólki Guðs? Tí at tá ið kongur sigur hetta, dømir hann seg sjálvan sekan, við tað at hann loyvir ikki burturrikna syni sínum at koma heim aftur. v14  Tí at vit skulu vissuliga doyggja og verða sum vatn, ið ikki verður savnað saman aftur, tá ið tað er úthelt á jørðina; men Guð týnir ikki lívið á manni, ið hugsar um, at hin burturrikni ikki skal vera útlagin longur. v15   Tí eri eg nú komin til tess at tala við kong, harra mín, um hetta; tí at fólkið hevur loypt ekka á meg; og so hugsaði trælkona tín við sær: Eg skal bera hetta upp á mál við kong; kundi borið á, kongur greiddi hetta fyri trælkonu síni. v16  Tí at fegin man kongur vilja bjarga trælkonu síni frá tí manni, ið ætlar at týna bæði meg og son mín úr arvaluti Guðs. v17  Og so hugsaði trælkona tín, at orð harra míns kongs mundu fara at veita mær ugga; tí at kongur, harri mín, er eins og ørindasveinur Guðs til at geva sær far um gott og ilt. Og gævi drottin, Guð tín, verður við tær!«

v18  Tá svaraði kongur og mælti við konuna: »Dyl einki fyri mær av tí, sum eg vil spyrja teg.« Konan svaraði: »Tala, kongur, harri mín.« v19  Og kongur mælti: »Man ikki Jóab hava verið uppi í øllum hesum?« Konan svaraði og mælti: »So satt sum kongur, harri mín, livir, ikki dylst fyri tí, ið kongur, harri mín, sigur; tænari tín Jóab var hann, ið beyð mær hetta; hann legði trælkonu tíni øll hesi orð í munnin. v20  Jóab, tænari tín, gjørdi hetta, til tess at málið skuldi fáa aðra útsjónd. Men harri mín er í vitsku javnur við sjálvan ørindasvein Guðs til at skilja alt, ið hendir á fold.«

v21  Tá mælti Dávid við Jóab: »Eg skal gera hetta; far og fá mær sveinin Absalon heim aftur.« v22  Tá fell Jóab til jarðar fram á ásjón sína, lútaði og vælsignaði kong og mælti: »Nú veit tænari tín, at eg havi funnið náði í eygum tínum, kongur, harri mín, tí at kongur hevur veitt tænara tínum bøn hansara.« v23  Síðan fór Jóab til Gesjur og hevði Absalon heim aftur við sær til Jerúsalem. v24  Men kongur segði: »Fari hann heim til sín sjálvs; fyri ásjón mína komi hann ikki!« Og Absalon fór heim til sín sjálvs og kom ikki fyri ásjón kongs.

v25  Men í øllum Ísrael var eingin maður lovaður fyri vakurleika eins og Absalon; frá iljum til hvirils vóru eingi lýti á honum. v26  Og tá ið hann læt klippa sær – tað mátti hann einaferð um árið; av tí at hárið var honum ov tungt, mátti hann klippa tað – vá hárið av høvdi hansara tvey hundrað siklar eftir kongsvekt. v27  Absalon fekk tríggjar synir og eina dóttur, Támar at navni; hon var kona sera fríð í ásjón.

v28  Tá ið Absalon hevði búð í Jerúsalem í tvey ár og var ikki komin fyri ásjón kongs, v29  sendi hann boð eftir Jóabi til at leiða seg fram fyri kong; men hann vildi ikki koma. Uppaftur sendi hann boð eftir honum; men ikki vildi hann koma. v30  Tá segði hann við menn sínar: »Síggið handa akurin, ið Jóab eigur áfastan við mín; har hevur hann bygg; farið og setið eld á hann.« Og menn Absalons fóru og settu eld á akurin. v31  Tá fór Jóab alt í einum inn til Absalons og segði við hann: »Hví hava menn tínir sett eld á akur mín?« v32  Absalon svaraði Jóabi: »Eg bað teg koma til mín, so at eg kundi senda teg inn fyri kong og siga frá mær: Hví kom eg heim aftur úr Gesjur? Tað hevði verið mær betri at verða verandi har. Men nú vil eg koma fyri ásjón kongs; eri eg sekur, tá takið meg av lívi!« v33  Jóab gekk tá fyri kong og segði honum hetta. Tá kallaði hann Absalon til sín; og hann gekk inn fyri kong, lútaði honum og fell fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi. Og kongur mynti Absalon.