v1 Tá ið Dávid var komin nakað oman hinumegin fjallið, møtti honum Ziba, sveinur Mefibósjets, við tveimum klyvjaðum øsnum, ið bóru tvey hundrað breyð, eitt hundrað vínberjakøkur, eitt hundrað aldinkøkur og ein vínbjølg. v2 Tá mælti kongur við Ziba: »Hvat ætlar tú við hesum?« Ziba svaraði: »Asnarnir eru ætlaðir húsfólki kongs at ríða á, breyð og aldin sveinunum til matna, og vínið er ætlað teimum, ið ørmaktast í oyðimørkini.« v3 Tá mælti kongur: »Hvar er sonur harra tíns?« Ziba svaraði: »Hann varð verandi í Jerúsalem; tí at hann hugsaði við sær: Í dag munnu Ísraelsmenn fáa mær kongaríki faðirs míns aftur.« v4 Tá mælti kongur við Ziba: »Alt, sum Mefibósjet eigur, skal vera tín ogn.« Ziba svaraði: »Eg nígi djúpt! Og gævi eg javnan má finna náði í eygum tínum, kongur, harri mín!«
v5 Men tá ið Dávid kongur kom til Báhurim, sí, tá kom út haðan maður av ætt Sáuls, Simei Gerason at navni; hann gekk og las upp illbønir v6 og tók at grýta Dávid við gróti og allar menn Dávids kongs, tó at fólkið alt og allar hetjurnar gingu báðumegin hann. v7 Simei bað ilt yvir hann við hesum orðum: »Far burtur, far burtur, tú blóðhundur og bølmenni! v8 Harrin lati nú koma oman yvir teg alt blóð ættar Sáuls, hvørs ríki tú rændi! Nú hevur Harrin givið Absaloni, syni tínum, kongsdømið; men teg hevur ógævan rakt, av tí at tú ert blóðhundur!« v9 Tá mælti Ábisjai Zerujuson við kong: »Hví skal hasin deyði hundurin biðja ilt yvir kongin, harra mín? Lat meg fara og høgga høvdið av honum!« v10 Men kongur svaraði: »Hvat havi eg við tykkum Zerujusynir at gera? Tá ið hann biður ilt, so er tað, tí at Harrin hevur boðið honum at bølbiðja Dávid, og hvør torir tá at siga: Hví gert tú hetta?« v11 Og Dávid mælti við Ábisjai og allar tænarar sínar: »Tá ið egni sonur mín, sum er sprottin úr lendum mínum, roynir eftir lívi mínum, hvat skal eg tá annað vænta av hesum Benjaminita? Gevið honum náðir og latið hann biðja ilt, tí at Harrin man hava lagt honum tað í barmin. v12 Kanska Harrin lítur at eymd míni og veitir mær okkurt gott aftur fyri bølbiðing hans í dag.« v13 Síðan fór Dávid við monnum sínum leið sína, meðan Simei alla tíðina gekk uppi í líðini áraka hann og bað ilt oman yvir hann og varpaði steinum og kastaði mold oman eftir honum. v14 Soleiðis komu Dávid og allir menn hansara ørmaktaðir fram at Jórdan og hvíldu seg har.
v15 Men Absalon var við øllum liði Ísraelsmanna farin niðan til Jerúsalem og við honum Ákitofel. v16 Og tá ið Husjai Arkiti, vinur Dávids, kom til Absalons, rópaði Husjai á hann: »Kongur livi! kongur livi!« v17 Absalon spurdi tá Husjai: »Er hetta kærleiki tín móti vini tínum? Hví fylgdi tú ikki vini tínum?« v18 Husjai svaraði Absaloni: »Nei, hann, ið Harrin og liðið hetta og allur Ísrael hevur kosið, hansara maður vil eg vera, og honum vil eg fylgja. v19 Og umframt tað: Hvørjum øðrum enn syni hansara eigi eg at tæna? Eins og eg havi tænt faðir tínum, vil eg nú tæna tær.«
v20 Tá mælti Absalon við Ákitofel: »Leggið nú ráðini um, hvat ið vit skulu gera.« v21 Ákitofel svaraði Absaloni: »Far inn til hjákonur faðirs tíns, tær, ið hann læt vera eftir til tess at goyma at húsinum; tá munnu allir Ísraelsmenn skilja, at tú hevur elvt miklan ótokka hjá faðir tínum, og man tá dirvið hjá monnum tínum fara at vaksa.« v22 Teir reistu nú Absaloni tjøld á takinum, og Absalon fór inn til hjákonur faðirs síns í eygsjón alra Ísraelsmanna. v23 Á teimum døgum vóru ráð Ákitofels í metum javnbjóðis við tað at leita ráð við Guð sjálvan; so nógv hildu bæði Dávid og Absalon um Ákitofel.