v1 Ákitofel segði nú við Absalon: »Lat meg velja út tólv túsund mans at halda aftan á Dávid beinanvegin í nátt v2 og ráðast á hann, meðan hann er móður og hugbrotin; eg skal loypa ekka á hann, so liðið alt fer frá honum, tá fái eg dripið kong einsamallan. v3 Síðan man eg flyta tær alt fólkið aftur, eins og brúður verður leidd fram fyri mann sín; tað er jú einans mann, tú vilt hava av lívi; men fólkið skal verða óskalað.« v4 Hesi ráð toknaðust Absaloni og øllum hinum elstu í Ísrael væl. v5 Men Absalon mælti: »Rópið mær eisini Husjai Arkita og latum okkum eisini hoyra, hvat hann heldur.« v6 Og tá ið Husjai kom til Absalons, segði Absalon við hann: »Hesi ráð legði Ákitofel okkum; eiga vit nú at fylgja teimum? Heldur tú ikki, so legg tú okkum ráð.« v7 Husjai svaraði Absaloni: »Ráðini, ið Ákitofel hesa ferðina hevur lagt, eru ikki hyggjuráð.« v8 Og Husjai segði framvegis: »Tú veitst, at faðir tín og menn hansara eru hetjur og grimmir í huga eins og bjarnir á skógunum, ið ungarnir eru rændir frá; harumframt er faðir tín mikil bardagamaður og unnir sær ikki blund um nætur saman við herliðinum; v9 nú man hann krógva seg í einumhvørjum helli ella onkustaðni, og um summir av monnunum falla í fyrstu atløgu, og tað frættist, tá munnu menn fara at siga: Absalon hevur havt mikið mannspell; v10 og tá man fara at bila hugur eisini hjá tí reystasta, tó at hann hevur hjarta sum ljónið; tí at allur Ísrael veit, at faðir tín er hetja mikil og menn hansara reystmenni. v11 Tí ráði eg tær at savna saman um teg frá Dán til Beersjebu allan Ísrael fjølmentan sum sandin við sævarflóð; og ver tú sjálvur oddamaður teirra. v12 Og koma vit fram á hann onkustaðni, har hann verður funnin, tá latum okkum stoytast yvir hann, eins og døgg fellur á jørð, og týna bæði honum og øllum monnum hans av lívi. v13 Og um hann leitar inn í einahvørja borg, tá skal allur Ísrael leggja reip um ta borgina og draga hana oman í dalin, so ikki steinpirra verður eftir av henni.« v14 Tá segði Absalon og allir Ísraelsmenn: »Ráð Husjai Arkita eru betri enn ráð Ákitofels.« Men hetta kom av, at Harrin hevði avrátt at ónýta hyggjuráð Ákitofels til tess at rinda Absaloni ógævu.
v15 Síðan segði Husjai við prestarnar Zádok og Ebjatar: »Tey og tey ráð legði Ákitofel Absaloni og hinum elstu í Ísrael, og tey og tey ráð legði eg honum. v16 Flytið nú sum skjótast Dávidi hesi boð og sigið við hann: Drála ikki í nátt við vaðini í oyðimørkini, men far yvirum, so at kongur og alt lið hansara verður ikki týnt!« v17 Men Jónatan og Áhimáaz dvaldust við Rógel keldu; hagar var genta von at koma til teirra við tíðindum, ið teir so fluttu Dávidi kongi; tí at ikki tordu teir at koma inn í borgina og verða sæddir. v18 Men ein sveinur varð varur við teir og segði Absaloni frá; tá skundaðu teir sær báðir burtur og komu at húsum hjá manni í Báhurim; í túni hansara var brunnur, sum teir krógvaðu seg í. v19 Men húsfólkið tók og breiddi áklæði yvir brunnin og stroyddi korn á, so eingin kundi gruna nakað. v20 Og tá ið tænarar Absalons komu inn í húsið til konuna og spurdu, hvar Áhimáaz og Jónatan vóru, svaraði hon, at teir vóru farnir yvir um ánna. Teir leitaðu, men funnu einki og snúðust so aftur til Jerúsalem. v21 Men beinanvegin, tá ið teir vóru farnir, komu hinir upp úr brunninum og fluttu Dávidi kongi tíðindini og søgdu við hann: »Búgvist nú til og farið sum skjótast yvir um ánna, tí at tey og tey ráð hevur Ákitofel lagt móti tykkum.« v22 Tá fór Dávid við øllum tí fólki, sum við honum var, alt í einum yvir um Jórdan; og tá ið tók at lýsa fyri degi, vóru teir allir samlir komnir yvir um Jórdan.
v23 Men tá ið Ákitofel sá, at ráð hansara ikki vóru framd, saðlaði hann asna sín og reið heim til sín sjálvs í bygd sína; og tá ið hann hevði búgvið hús sítt til, hongdi hann seg og doyði. Hann varð síðan lagdur í grøv faðirs síns.
v24 Dávid var longu komin til Máhanáim, tá ið Absalon við øllum Ísraelsmonnum fór yvir um Jórdan. v25 Absalon hevði sett Ámasa yvir herin í staðin fyri Jóab. Ámasa var sonur Ísmaelita, Jitra at navni, ið farin var inn til Ábigáil, dóttur Ísai, systur Zeruju, móður Jóabs. v26 Og Ísraelsmenn og Absalon settu herbúðir sínar í Gilead. v27 Men tá ið Dávid kom til Máhanáim, komu teir Sjóbi Náhasjson úr Rabba í Ammon og Mákir Ammielsson úr Lodebar og Barzillai Gileaditi úr Rógelim hagar v28 við legum og áklæðum, køskum og leirkerum, og teir fluttu hveiti, bygg, mjøl, brent korn, bønir, flatbønir, v29 hunang, rómastamp, smalur og ostar av neytamjólk til matna fyri Dávid og menn hansara; tí at teir hugsaðu við sær: »Menninir eru svangir, móðir og tystir í oyðimørkini.«