Dávid skipar lið sítt

v1  Dávid kannaði nú lið sítt og skipaði høvdingar, summar yvir túsund monnum og summar yvir hundrað monnum. v2  Og Dávid skipaði liðið sundur í tríggjar bólkar; ein triðingin setti hann Jóab á odda fyri, annan Ábisjai Zerujuson, bróður Jóabs, og fyri hin triðja Ittai úr Gát. Og kongur mælti við liðið: »Eg vil sjálvur fara við tykkum í orrustuna.« v3  Men menninir svaraðu kongi: »Nei, tú skalt ongan veg fara! Tí at um vit flýggja, leggur eingin lag í tað, og tó at helmingur av okkum fellur, gevur eingin tí gætur, men tú ert javnmettur við tíggju túsund av okkum; tessvegna skalt tú verða verandi í borgini, so at tú haðan kanst koma okkum til hjálpar.« v4  Kongur svaraði teimum: »Eg skal gera, sum tit halda vera best.« Kongur fór tá øðrumegin í borgarliðið at standa, meðan alt herliðið legði út í flokkum hundraðtals og túsundtals. v5  Og kongur gav Jóabi, Ábisjai og Ittai hesa ávaring: »Farið mær varliga við sveininum Absaloni!« Alt fólkið hoyrdi kong geva høvdingunum hesa ávaring um Absalon.

Orrustan

v6  Síðan helt herliðið út á víðavang móti Ísrael, og orrustan brast á í Efraim skógi. v7  Máttu tá Ísraelsmenn lúta fyri Dávids monnum, og mikið var mannspellið tann dagin – tjúgu túsund mans fullu. v8  Orrustan barst víða út um landið, og skógurin varð tann dagin fleiri monnum at bana enn svørðið.

Deyði Absalons

v9  Tá barst so á, at Absalon kom fram á nakrar av Dávids monnum; men hann reið á múldjóri; og tá ið múldjórið kom inn undir greinarnar á miklari steineik, dreivaðist høvur hansara fast í steineikina, so at hann varð hangandi millum himins og jarðar, meðan múldjórið rann burtur undan honum. v10  Maður, ið varð varur við hetta, segði tá Jóabi frá og mælti: »Eg sá Absalon hangandi uppi í eini eik.« v11  Tá mælti Jóab við mannin, ið flutti honum tíðindini: »Tá ið tú sást mannin, hví jarðlegði tú hann ikki alt í einum? Tá hevði eg givið tær tíggju siklar í silvuri og belti afturfyri!« v12  Maðurin svaraði Jóabi: »Um eg fekk túsund siklar í silvuri, hevði eg kortini ikki lagt hond á kongssonin; tí at vit hoyrdu jú kong geva tær og Ábisjai og Ittai ávaring um at fara varliga við sveininum Absaloni! v13  Skuldi eg elvt mær vanda við tílíkari illgerð? Eingin lutur er jú kongi fjaldur – og eisini tú mundi tá snúð tær móti mær!« v14  Tá mælti Jóab: »Ikki skalt tú síggja meg drála!« Og hann tók trý spjót og rendi tey í bringu Absalons; og meðan hann enn hekk livandi uppi millum greinarnar á eikini, v15  komu hagar tíggju ungir menn, skjaldsveinar Jóabs, og veittu Absaloni banahøgg. v16  Jóab læt nú blása í lúðurin, og liðið lætti av at elta Ísrael; tí at Jóab beyð monnum sínum at steðga. v17  Síðan tóku teir Absalon og blakaðu hann í djúpa gryvju har á skóginum og laðaðu yvir honum ovurmiklan varða. Men Ísraelsmenn flýddu allir hvør heim til sín. v18  Meðan Absalon enn var á lívi, hevði hann reist sær steinsúluna, sum er í Kongsdali, tí at hann hevði hugsað við sær: »Eg havi ongan son at goyma minnið um navn mítt.« Og hann hevði kallað steinsúluna upp eftir sær sjálvum; og verður hon enn í dag kallað Absalonsvarði.

Dávid fær boð um deyða Absalons

v19  Tá mælti Áhimáaz Zádoksson: »Eg vil fegin fara at flyta kongi hesi gleðitíðindi, at Harrin hevur veitt honum rætt móti fíggindum hans.« v20  Men Jóab segði við hann: »Tú ert ikki maðurin at flyta fagnaðartíðindi í dag; eina aðra ferð kanst tú flyta fagnaðartíðindi; men ikki í dag, tí at hann, sum deyður er, er sonur kongs.« v21  Síðan mælti Jóab við Blámannin: »Far tú og sig kongi frá tí, sum tú hevur sæð.« Og Blámaðurin lútaði Jóabi og leyp avstað. v22  Men Áhimáaz Zádoksson mælti aftur við Jóab: »Tað standist av, hvat ið má! Loyv mær at renna aftan á Blámannin.« Jóab svaraði: »Hví vilt tú tað, sonur mín? Tíðindaløn fært tú kortini onga.« v23  Men hann helt á: »Tað standist av, hvat ið má! Eg fari!« Tá segði hann við hann: »Far meðni!« Áhimáaz helt tá ferð síni eftir vegnum um Jórdanslættan og kom undan Blámanninum.

v24  Meðan Dávid nú sat millum ytra og innara borgarlið, fór varðmaður upp á takið yvir liðinum við borgarmúrin; og tá ið hann leit seg um, bar hann eyga við mann, ið kom rennandi einsamallur. v25  Varðmaðurin rópaði á kong og segði honum frá tí. Tá mælti kongur: »Er hann einsamallur, so flytur hann góð tíðindi.« Og maðurin nærkaðist í hvørjum. v26  Men varðmaðurin sá annan mann koma rennandi; tá rópaði hann oman í liðið og mælti: »Har kemur annar maður rennandi einsamallur!« Kongur svaraði: »Eisini hann man flyta góð tíðindi.« v27  Tá mælti varðmaðurin aftur: »Mær tykir renningarlag hins fyrra vera líkt renningarlagi Áhimáazar Zádokssonar.« Kongur svaraði: »Hann er góður maður og man koma við góðum tíðindum.« v28  Men tá ið Áhimáaz nærkaðist, rópaði hann á kong: »Sit heilur og sælur!« Og hann lútaði fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi og mælti: »Signaður veri Harrin, Guð tín, ið beint hevur fyri teimum monnum, ið ætlaðu at taka kong, harra mín, av lívi!« v29  Kongur spurdi: »Veit hinum unga Absaloni væl við?« Áhimáaz svaraði: »Eg hoyrdi miklan gang av mannfjøld, tá ið Jóab, trælur kongs, sendi træl sín avstað; men eg veit ikki, hvat ið har var áfatt.« v30  Tá mælti kongur: »Far til viks og statt har!« Og hann fór til viks og varð standandi har. v31  Á somu stund kom Blámaðurin og mælti: »Kongi, harra mínum, verða tey gleðiboð borin, at Harrin í dag hevur veitt tær rætt ímóti øllum teimum, ið risnir eru upp ímóti tær.« v32  Kongur spurdi Blámannin: »Veit hinum unga Absaloni væl við?« Blámaðurin svaraði: »Fari fíggindum tínum, harra kong, og øllum, ið rísa upp ímóti tær til tess at meina tær, eins og farið hevur sveini hesum!«

Sorg Dávids

v33  Tá tók kongur at nøtra og fór niðan í hølið uppi yvir borgarliðinum; og sum hann grátandi gekk har aftur og fram, kvartaði hann: »Absalon, sonur mín! Absalon, sonur mín! Gævi eg var deyður í tín stað! Absalon, sonur mín, sonur mín!«