Jóab biður Dávid sissast

v1  Jóab frætti nú, at Dávid græt og harmaði Absalon, v2  og sigursgleðin var tann dagin vorðin sorg hjá øllum herinum, tí at fólkið hevði tann dagin fingið at vita, at kongur sáran syrgdi son sín. v3  Tann dagin smeyg fólkið sær smoykið inn aftur í borgina, eins og menn ið hava seg burtur av skomm, tá ið teir eru flýddir úr orrustu. v4  Men kongur hevði hult andlit sítt og rópaði kvartandi: »Sonur mín, Absalon! Absalon, sonur mín, sonur mín!« v5  Tá gekk Jóab inn fyri kong og mælti: »Tú vanvirðir í dag allar tænarar tínar, sum í dag hava bjargað tær og sonum og døtrum tínum, konum og hjákonum tínum, v6  við tað at tú unnir teir, ið teg hata, og hatar teir, ið teg unna; tí at í dag hevur tú sýnt, at tú einki leggur í høvdingar og tænarar. Ja, eg veit nú, at var bert Absalon á lívi, um so vit allir vóru vignir í dag, so hevði tær vitað væl við. v7  Men far nú út og tala blídliga við tænarar tínar, tí at tað svørji eg við Harran, at gert tú ikki tað, so verður ikki ein maður eftir hjá tær í nátt, og tað verður tær verri ógæva enn nøkur onnur, ið tær hevur verið fyri frá tí, tú vart ungur, og alt at hesum degi!«

v8  Tá fór kongur og settist í borgarliðið, og tá ið tað frættist, at kongurin var í borgarliðinum, gekk alt herliðið fram fyri kong.

Dávid fer heim aftur

Av Ísrael var nú hvør maður flýddur heim til sín sjálvs; v9  og í øllum ættum Ísraels vóru menn farnir at munnkýtast sín ámillum og søgdu: »Kongur hevur frelst okkum úr hondum fígginda vára, og hann hevur bjargað okkum undan valdi Filista; og nú mátti hann flýggja av landinum undan Absaloni. v10  Men Absalon, sum vit salvaðu til kong yvir okkum, er nú fallin í orrustuni; hví drála tit tá við at flyta kong heim aftur?« v11  Tá ið Dávid hoyrdi, hvat ið allir Ísraelsmenn høvdu á máli, sendi hann boð eftir prestunum Zádoki og Ebjatari og bað teir fara at siga við hinar elstu í Ísrael: »Hví vilja tit vera síðstir at flyta kong heim aftur í hallir sínar? v12  Tit eru jú ættbrøður mínir; tit eru bein og hold av mær; hví vilja tit vera síðstir at flyta kong heim aftur? v13  Og við Ámasa skulu tit siga: Ert tú ikki bein og hold av mær? Guð lati meg altíð gjalda tess, um tú ikki alla ævi verður herhøvdingi hjá mær í Jóabs stað!« v14  Tá snúðist hugur alra Júdamanna; og teir sendu kongi hesi boð: »Kom heim aftur við øllum monnum tínum.« v15  Kongur snúðist tá heim aftur; og tá hann kom at Jórdan, vóru Júdamenn komnir til Gilgal ímóti kongi til tess at flyta hann yvir um Jórdan.

Simei náðaður

v16  Benjaminitin Simei Gerason úr Báhurim var saman við Júdamonnum í bræði farin oman móti Dávidi kongi, v17  og honum fylgdu túsund Benjaminitar. Eisini Ziba, húskallur Sáuls, var við fimtan sonum og tjúgu tænarum sínum komin oman at Jórdan undan kongi. v18  Teir fóru nú yvir um vaðið til tess at flyta húsfólk kongs yvirum og veita teimum allan dugna. Men tá ið kongur skuldi fara yvir um Jórdan, fell Simei Gerason honum til kníggja v19  og mælti: »Harri mín tilrokni mær ikki misgerð mína og minnist ikki til tað illa, ið trælur tín gjørdi hin dagin, tá ið kongur, harri mín, mátti rýma úr Jerúsalem, einki má kongur leggja lag í tað; v20  tí at trælur tín veit, at hann hevur syndað. Men nú eri eg sum hin fyrsti av allari Jósefs ætt komin oman ímóti tær, kongur, harri mín!« v21  Ábisjai Zerujuson tók tá til orða og mælti: »Eigur ikki Simei at láta lív aftur fyri, at hann bað ilt yvir salvaða Harrans?« v22  Men Dávid svaraði: »Hvat samband havi eg við tykkum Zerujusynir, at tit gerast mótstøðumenn mínir í dag? Eigur nakar maður at láta lív í Ísrael í dag? Vita tit ikki, at í dag eri eg aftur vorðin kongur í Ísrael?« v23  Síðan segði kongur við Simei: »Tú skalt ikki láta lív.« Og tað svór kongur honum dýrt.

Mefibósjet verjir seg

v24  Mefibósjet, sonarsonur Sáuls, fór eisini oman móti kongi; hann hevði hvørki hampað um hendur ella føtur sínar ella greitt skeggið ella tvigið klæði síni frá tí degi, kongur flýddi, og til hann var komin aftur í øllum góðum. v25  Tá ið hann nú kom úr Jerúsalem á fund kongs, segði kongur við hann: »Hví fórt tú ikki við mær, Mefibósjet?« v26  Hann svaraði: »Kongur, harri mín, tænari mín sveik meg; tí at trælur tín beyð honum at saðla asnan, so eg fekk riðið á honum og farið við kongi; trælur tín er jú lamin; v27  men í staðin hevur hann baktalað meg fyri kongi, harra mínum; men kongur, harri mín, er sum eingil Guðs; og ger nú, sum tær líkar! v28  Tí tó at allir ættarmenn mínir einki høvdu at vænta sær annað enn deyðan av kongi, harra mínum, sessaði tú meg kortini teirra millum, ið sita við borð títt. Havi eg nakran rætt longur at kæra neyð mína fyri kongi?« v29  Tá segði kongur við hann: »Hví flytur tú so langa røðu um hetta? Eg bjóði tær og Ziba, at tit skulu býta jørðina sundur ímillum tykkara!« v30  Mefibósjet svaraði kongi: »Hann má fáa tað alt, nú tá ið kongur, harri mín, er komin heim aftur í øllum góðum.«

Barzillai og Kimham

v31  Eisini Barzillai Gileaditi var komin oman úr Rógelim til tess at flyta kong yvir um Jórdan. v32  Barzillai var oldingi, áttati ára gamal; meðan Dávid var í Máhanáim, hevði hann fingið vistir av honum; tí at hann átti miklan eyð. v33  Kongur segði nú við Barzillai: »Tú skalt koma við mær, so skalt tú fáa hjá mær í Jerúsalem alt, sum tær tørvar.« v34  Men Barzillai svaraði kongi: »Brátt er mín fjørður rógvin; hví skal eg tá fara við kongi niðan í Jerúsalem? v35  Eg eri nú á áttatiunda ári; man eg duga at síggja mun á góðum og illum, ella man trælur tín kenna smakk av tí, sum hann etur og drekkur, ella man eg longur hoyra rødd sangaranna og rødd songmoyggjanna? Hví skal trælur tín verða kongi, harra mínum, ein byrði? v36  Trælur tín ætlaði bert at fylgja kongi hesa stuttu leið yvir Jórdan, og hví skal eg hava so nógv afturfyri frá kongi? v37  Loyv træli tínum at fara heim aftur; eg vil doyggja í heimbygd míni, har sum grøvin hjá faðir og móður er; og her er trælur tín Kimham; fylgi hann við kongi, harra mínum, og ger við hann, sum tú heldur vera best.« v38  Kongur mælti: »Kimham skal koma við mær, og eg skal gera honum alt, sum tú heldur vera best, og hvørja bøn tína skal eg veita tær.« v39  Síðan fór alt liðið yvir um Jórdan; men kongur steðgaði og myntist við Barzillai og vælsignaði hann. Síðan snúðist Barzillai heim aftur. v40  Kongur fór yvir til Gilgal; og honum fylgdi Kimham og alt Júdalið og helmingurin av Ísraelsliði.

Ósemja millum Ísrael og Júda

v41  Men tá komu allir Ísraelsmenn og søgdu við kong: »Hví hava brøður okkara, Júdamenn, stolið teg og farið við kongi og øllum húsfólki hansara yvir um Jórdan og somuleiðis við øllum monnum Dávids?« v42  Allir Júdamenn svaraðu Ísraelsmonnum: »Kongur er næst skyldur við okkum, hví ilskast tit um tað? Hava vit koyrt kong á ørmundarhús, ella róku vit hann burtur?« v43  Ísraelsmenn svaraðu Júdamonnum og mæltu: »Vit eiga tíggju lutir í kongi; og eisini hava vit frumburðarrættin fram um tykkum. Hví virða tit okkum so lítið? Og bóru vit ikki fyrstir upp á mál at flyta kong heim aftur?« Júdamenn svaraðu tá uppaftur enn hvassligari.