Uppreist Sjeba

v1  Nú var staddur har Benjaminitin Sjeba Bikrison, eitt bølmenni. Hann læt blása í lúður og mælti: »Vit eiga ongan lut í Dávidi og onga arvagrein í Ísaisyni; fari Ísrael hvør heim í síni tjøld.« v2  Tá rýmdu allir Ísraelsmenn frá Dávidi og bundu felag við Sjeba Bikrison; men Júdamenn fylktu seg um kong sín og fylgdu honum frá Jórdan niðan í Jerúsalem. v3  Og tá ið Dávid kom heim aftur í høll sína í Jerúsalem, tók hann hjákonur sínar tíggju, sum hann hevði latið vera eftir at goyma at høllini, og setti tær í varðhald og veitti teimum vistir; men hann gekk ikki aftur inn til teirra. Soleiðis livdu tær innibyrgdar til deyðadags, eins og einkjur, tó at maður teirra enn var á lívi. v4  Síðan mælti kongur við Ámasa: »Savna mær Júdamenn higar eftir trimum døgum og ver tá sjálvur her.« v5  Ámasa legði tá út at stevna saman Júdamonnum; men tá ið hann drálaði út um ta ásettu tíðina, v6  segði Dávid við Ábisjai: »Nú man Sjeba Bikrison fara at elva okkum meiri vanda enn Absalon. Tak tí menn harra tíns og halt aftan á hann, so at hann fær ikki bjargað sær inn í víggirdar borgir og firrast undan okkum!« v7  So hildu teir avstað úr Jerúsalem, Ábisjai og menn Jóabs og Kretar og Pletar og allar hetjurnar til tess at elta Sjeba Bikrison.

v8  Og tá ið teir vóru við hin stóra steinin, sum er í Gibeon, kom Ámasa ímóti teimum. Men Jóab var í brynjubjálva, og uttan yvir hann var hann gyrdur svørði, hvørs slíðrar hingu honum við lið; glapp tá svørðið úr slíðrunum og datt á jørðina. v9  Tá mælti Jóab við Ámasa: »Hvussu veit við, bróðir?« Treiv tá Jóab við høgru hond um skegg Ámasa, sum vildi hann mynnast við hann. v10  Men Ámasa varnaðist ikki svørðið tað, ið Jóab hevði í hinari hondini; og Jóab rendi tað í kvið hansara, so indrini hingu niður á jørð, og var hann deyður alt í einum. Síðan tóku Jóab og Ábisjai, bróðir hansara, at elta Sjeba Bikrison. v11  Men ein av monnum Jóabs varð standandi eftir hjá Ámasa og rópaði: »Hvør, ið hevur tokka í Jóabi og heldur við Dávidi, hann fylgi Jóabi.« v12  Men Ámasa lá og veltist í blóði á miðjum vegnum; og tá maðurin sá, at alt fólkið steðgaði á, dró hann Ámasa út av vegnum og yvir á vøllin og kastaði klæði yvir hann; tí at hann sá, at allir, ið komu fram á hann, vórðu standandi. v13  Men tá ið hann hevði fingið hann út av vegnum, fylgdi hvør maður Jóabi til tess at elta Sjeba Bikrison.

v14  Sjeba fór nú um øll ættarkyn Ísraels alt at Ábel-Bet-Máaka, og allir Bikritar savnaðust saman og fylgdu honum. v15  Men hinir komu og kringsettu hann í Ábel-Bet-Máaka og laðaðu virkisgarð ímóti borgini. Og meðan alt liðið hjá Jóabi fekst við at bróta niður borgargarðin, v16  rópaði ein vitug kona oman av borgargarðinum: »Hoyrið, biðið Jóab koma higar; eg vil tala við hann!« v17  Og tá ið hann kom til hennara, spurdi hon: »Ert tú Jóab?« Og tá ið hann svaraði: »Ja,« mælti hon við hann: »Lýð á orð trælkonu tínar!« Hann svaraði: »Eg hoyri.« v18  Tá tók hon so til orða: »Í forðum høvdu menn hetta orðafelli: Spyrjið í Ábel og Dán, um tað er burturdottið, sum álitismenn Ísraels fyriskipaðu? v19  Og nú ætlar tú at avoyða móðurborg Ísraels; hví vilt tú týna arvagrein Harrans?« v20  Jóab svaraði og mælti: »Á ongum sinni vil eg avoyða ella týna; v21  so er ikki ætlan mín; men maður av Efraimfjøllum, Sjeba Bikrison at navni, hevur risið upp móti Dávidi kongi; flýggja mær hann einsamallan, so fari eg burtur frá borgini.« Konan svaraði Jóabi: »Høvur hans skal verða varpað tær út um borgargarðin!« v22  Síðan fór hon og fekk við vitsku síni allar borgarbúgvar til at høgga høvdið av Sjeba Bikrisyni og kastaði Jóabi tað út um borgargarðin. Tá læt Jóab blása í lúðurin, og teir spjaddust burtur frá borgini, og fór hvør heim til sín. Men Jóab snúðist aftur til Jerúsalem til kong.

Embætismenn Dávids

v23  Jóab ráddi nú fyri øllum herinum; Benaja Jójadason fyri Kretum og Pletum. v24  Ádóniram fyri trælunum; Jósjafat Áhiludsson var frásagnarmeistari. v25  Sjeja var skrivari; og Zádok og Ebjatar vóru prestar. v26  Eisini Ira Jáiriti var prestur hjá Dávidi.