Misgerð Sáuls móti Gibeonitum verður hevnd á eftirkomarar hans

v1  Á døgum Dávids vóru trý samfeld hallár; Dávid leitaði tá ráð við Harran, og Harrin svaraði: »Á Sáuli og ætt hansara hvílir blóðsøk, av tí at hann drap Gibeonitar.« v2  Tá sendi kongur boð eftir Gibeonitum og segði við teir – Gibeonitar vóru ikki Ísraelitar, men eftirstøður av Ammoritum, og tó at Ísraelitar høvdu gjørt teimum eið, royndi Sául kortini at týna teir í vandlæti sínum fyri Ísrael og Júda, – v3  og kongur mælti við Gibeonitar: »Hvat eigi eg at gera fyri tykkum, og við hvørjum skal eg veita friðarbót, so at tit mega vælsigna arvagrein Harrans?« v4  Gibeonitar svaraðu honum: »Gull og silvur er tað ikki, vit krevja av Sáuli og ætt hansara; og ikki er okkum loyvt at taka lívið av manni í Ísrael.« Tá mælti Dávid: »Hvat ið tit bera upp á mál, eg vil veita tykkum tað.« v5  Teir søgdu við kong: »Maðurin, ið ætlaði at týna og oyða okkum, til tess at eingin okkara skuldi vera eftir fyri innan markaskil Ísraels – v6  av hansara eftirkomarum skulu okkum verða flýddir sjey mans, ið vit vilja heingja upp fyri Harran í Gibeu á fjalli Harrans.« Hesum játtaði kongur. v7  Tó eirdi kongur Mefibósjeti, syni Jónatans Sáulssonar, vegna tess at Dávid og Jónatan Sáulsson sín ámillum høvdu gjørt trygdareið fyri ásjón Harrans. v8  Men Armoni og Mefibósjet, ið Rizpa Ajjadóttir føddi Sáuli, og teir fimm synirnar, ið Merab Sáulsdóttir føddi Ádrieli Barzillaisyni úr Mehóla, tók kongur v9  og gav teir upp í hendur Gibeonita, ið tóku og hongdu teir á fjallinum fyri ásjón Harrans. Soleiðis doyðu teir allir sjey saman. Tað var tíðliga í akurskurðartíðini, teir lótu lív.

v10  Men Rizpa Ajjadóttir tók sorgarbúnan og breiddi hann á klettin, har hon sat, frá tí at akurskurðartíðin byrjaði, og til regnið aftur dundi av himni yvir teir; hon loyvdi ikki fuglum himinsins at seta á teir um dagin og villdjórum um náttina. v11  Men tá ið Dávid frætti, hvat Rizpa Ajjadóttir, hjákona Sáuls, hevði gjørt, v12  fór hann og tók bein Sáuls og bein Jónatans, sonar hans, frá Jábesjmonnum í Gilead, ið høvdu stolið teir av torginum í Bet-Sjan, har ið Filistar høvdu hongt teir upp hina ferðina, tá ið teir vógu Sául á Gilboa. v13  Og tá ið teir vóru komnir aftur haðan við beinum Sáuls og beinum Jónatans, sonar hans, savnaði hann bein hinna hongdu saman v14  og jarðaði tey saman við beinum Sáuls og beinum Jónatans, sonar hans, í Zela í Benjamins landi í grøv Kisj, faðirs hansara. Alt, sum Dávid gav boð um, varð gjørt. Og eftir hetta varð Guð landinum aftur várkunnsamur.

Roysnisbrøgd í Filistabardaganum

v15  Uppaftur lótu Filistar ófrið ganga á Ísrael; og fór tá Dávid við monnum sínum í hernað móti Filistum. v16  Og sum teir lógu í herbúðum í Gób, steig fram Dód, ein av Ráfaættini, við spjóti, ið vá trý hundrað siklar av kopari; hann var gyrdur svørði og ætlaði at bana Dávidi. v17  Men Ábisjai Zerujuson kom honum til hjálpar og gav Filistanum banahøgg. Tá svóru hermenninir og søgdu við Dávid: »Ikki mást tú nakrantíð aftur fylgja okkum í hernað, so at tú ikki sløkkir lampu Ísraels.«

v18  Seinni varð aftur orrusta við Filistar í Gób. Sibbekai Husjatiti vá tá Sáf, ið var av Ráfaættini.

v19  Og uppaftur hevjaðist orrusta við Filistar í Gób. Elhanan Jáirsson úr Betlehem vá tá Góliat úr Gát; spjótskaft hansara var sum vevrivur.

v20  Aftur var orrusta í Gát; og har var yvirvaksin maður, ið hevði seks fingrar á hvørji hond og seks tær á hvørjum fóti, tjúgu og fýra til samans; hann var eisini av Ráfaættini. v21  Hann háðaði tá Ísrael; men Jónatan, sonur Sjimea, bróðir Dávids, banaði honum.

v22  Hesir fýra av Ráfaættini í Gát vórðu vignir av Dávidi og monnum hansara.