v1 Og Dávid flutti Harranum hetta ljóð, ta ferðina Harrin bjargaði honum úr hondunum á øllum fíggindum hans og úr hondum Sáuls. v2 Hann mælti: »Harrin er klettur mín og virki, hann ið bjargar mær; v3 Guð er helli mítt, har ið eg fái lívd, skjøldur mín og mítt frelsuhorn, háborg mín og høli, frelsari mín, ið bjargar mær frá yvirgangsverki! v4 Lovaður veri Harrin, svá ljóðar róp mítt, frá fíggindum mínum veri eg bjargaður.
v5 Deyðans boðabrot vóru kring meg; glatunnar íður skelkaðu meg. v6 Heljarbond vóru um meg spent, deyðans reip var komið á meg. v7 Í trongd míni eg kallaði á Harran, og á Guð mín eg rópaði. Frá høll síni hoyrdi hann rødd mína, og neyðarróp mítt barst fyri oyra hans. v8 Tá titraði jørðin og skalv, kykar gingu fjallanna grundir, skakaðust, tí bræði hans brann. v9 Roykur stóð honum úr nasum út, oyðandi eldur úr munni hans, frá honum geisaðu glóðir. v10 Himinin læt hann síga, og hann steig oman; bølamyrkur var undir fótum hans. v11 Hann reið á kerúbum og fleyg, sveimaði á vindanna veingjum. v12 Myrkur hann sveipaði um seg, huldi seg í mjørka og tjúkk skýggj. v13 Frá ljómanum fyri framman ásjón hans runnu skýggj hans undan. v14 Í himni læt Harrin toruna ganga, hin hægsti læt rødd sína gella. v15 Sínar ørvar sendi hann út, spjaddi tær, snarljósini glampa hann læt og ræddi teir. v16 Tá kom havsins botnur undan, og berar gjørdust jarðarríkis grundir fyri hóttum Harrans, fyri hans vreiðinnar nosi.
v17 Hann rætti út hond sína úr erva, greip meg, dró meg upp úr hinum miklu vøtnum. v18 Hann bjargaði mær frá veldigu fíggindum mínum, mínum øvundarmonnum, ið eru mær ov sterkir. v19 Á ógævustund míni teir ráddust á meg; men Harrin var stuðul mín. v20 Hann leiddi meg á víðar ræsur, hjálpti mær, tí at til mín kennir hann tokka.
v21 Harrin ger mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína lønir hann mær. v22 Tí at eg havi hildið meg á leiðum Harrans og ikki gjørt meg sekan fyri Guði mínum. v23 Tí at øll boð hans eru mær fyri eygum, og frá boðorðum hans havi eg ikki vikið. v24 Ósekur havi eg fyri honum verið, eg havi meg varað fyri míni synd. v25 Tí lønir Harrin mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína fyri eygum hans. v26 Móti góðum tú góður gerst og móti rættiligum rættiligur. v27 Tú roynist reinur móti reinum og rangvørgur móti hinum svikafulla. v28 Eyðmjúkum fólki tú bjargar; men tey hástóru fært tú at líta niður. v29 Ja, tú, Harri, ert lampa mín, og Guð mín mær birtir ljós í myrkri. v30 Tí at við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á hervirki. v31 Guðs atferð er uttan lýti, orð Harrans er skírt og reint; ein skjøldur er hann øllum teimum, ið leita lívd hjá honum.
v32 Ja, hvør er Guð uttan Harrin, og hvør er klettur uttan Guð vár? v33 Sá Guð, ið við styrki meg gyrðir og ger beinan mín veg, v34 ið gevur mær føtur eins og hindin og gevur mær fótafesti uppi á hæddum, v35 ið hond mína venur til víggja, so armar mínir koparbogan spenna. v36 Tú rætti mær tín frelsuskjøldur, mildi tín gjørdi meg sterkan. v37 Tú gjørdi rúmligt fyri fetum mínum, ikki eg skinklaði í øklum. v38 Eg elti fíggindar mínar og tók teir aftur, snúðist ikki við, fyrr enn teir vóru týndir. v39 Eg oyddi teir og sorlaði teir, so teir ikki reistust aftur, mær til fóta teir fullu. v40 Til bardaga tú gyrdi meg við styrki, mínar mótstøðumenn nívdi tú mær undir føtur. v41 Tú lætst meg síggja fíggindar mínar á bakið, mínar øvundarmenn eg týndi av lívi. v42 Teir rópaðu, men eingin hjálpti, til Harrans, men hann svaraði teim ikki. v43 Eg smildraði teir eins og dustið á jørðini, eins og skarn á gøtum eg traðkaði teir niður.
v44 Tú bjargaði mær úr fólkanna stríðum, gjørdi meg høvdinga at tjóðum. Tjóðir, eg ikki kendi, mær tæna. v45 Útlendskir krúpa fyri mær; bert teir hoyra um meg, eru teir mær lýdnir. v46 Útlendskir koma burtur í einki, koma piprandi út úr skýlum sínum. v47 Heilur og sælur Harrin! Signaður klettur mín! Hálovaður frelsunnar Guð mín! v48 Sá Guð, ið veitir mær hevnd og letur tjóðir lúta undir mær, v49 bjargar mær frá fíggindum mínum. Tú hevjar meg upp um mótstøðumenn mínar og veitir móti yvirgangsmonnum hjálp. v50 Harfyri lovsyngi eg tær, Harri, og hálovi navn títt fólkanna millum, v51 sum veitir kongi tínum mikla hjálp og miskunnar hinum salvaða tínum, Dávidi og ætt hans allar ævir.«