Síðstu orð Dávids

v1  Hesi eru síðstu orð Dávids: Svá mælir Dávid Ísaison, svá mælir maðurin, ið hátt er settur, hin salvaði Jákups Guðs, hetjan í Ísraels kvæðum: v2  Andi Harrans talaði í mær, orð hans vóru mær á tungu løgd; v3  Jákups Guð talaði við meg, klettur Ísraels mælti: »Hann, ið ræður fyri monnum í rættlæti og stjórnar í gudsótta, v4  hann ljómar eins og morgunroðin, eins og hin skíra morgunsól, ið fær urtir at spretta úr mold eftir regn. v5  Soleiðis er jú hús mítt fyri Guði; tí at hann hevur gjørt ævigan sáttmála við meg, greiðan og álítandi í øllum førum. Ja, alt, sum er mær til frelsu og hugnað, letur hann vaksa. v6  Men bølmenni eru øll eins og burturtveittir tornir, eingin tekur um teir við hondunum. v7  Eingin nertir við teir uttan við vápnum av jarni; í eldinum verða teir brendir.«

Hetjur Dávids

v8  Hetta eru nøvnini á hetjum Dávids: Ísjbosjet Hakmoniti, oddamaður teirra tríggja; tað var hann, ið brá svørði sínum yvir átta hundrað vignum í senn. v9  Honum næstur av teimum hetjum trimum var Eleazar Dódison Áhohiti. Hann var við Dávidi í Pas-Dammim ta ferðina, tá ið Filistar savnaðust har til orrustu; og tá ið Ísraelsmenn hildu undan, v10  stóð hann við og vá Filistar, til hond hansara møddist og kreptist føst at svørðinum. Tann dagin veitti Harrin miklan sigur; men fólkið snúðist aftan á hann bert til at ræna teir vignu. v11  Næstur honum var Sjamma Ágason Hárariti; einaferð savnaðust Filistar í Leki, har ein jarðarteigur var alvaksin við flatbønir. Men tá ið fólkið flýddi undan Filistum, v12  tók hann støðu á miðjum teigi, vardi hann og vann sigur á Filistum; soleiðis veitti Harrin miklan sigur.

v13  Einaferð fóru tríggir av teim tríati oman í hamarin til Dávids í Ádullamhellinum, meðan Filistar lógu í herbúðum í Refaimdali. v14  Dávid var tá í fjallavirkinum, men varðhald Filista stóð við Betlehem. v15  Tá kom tosti á Dávid, og hann mælti: »Hvør vil bera mær vatn úr brunninum við borgarliðið í Betlehem?« v16  Tá brutu hetjurnar tríggjar sær rás gjøgnum herbúðir Filista, oystu vatn upp úr brunninum, ið er við borgarliðið í Betlehem, og tóku tað aftur við sær til Dávids; hann vildi tá ikki drekka tað, men úthelti tað fyri Harranum v17  og mælti: »Harrin haldi mær frá tílíkari gerð! Skal eg drekka blóð teirra manna, ið settu lívið í váða?« Og ikki vildi hann drekka tað. Hetta roysnið gjørdu hinar hetjurnar tríggjar.

v18  Ábisjai Zerujuson, bróðir Jóabs, var oddamaður hinna tríati. Hann brá spjóti sínum yvir trý hundrað vignum og var navngitin millum hinna tríati. v19  Hann var í miklum mæti hjá teim tríati og varð oddamaður teirra; men við hinar tríggjar kundi hann ikki javnbjóða seg.

v20  Benaja Jójadason úr Kabzeel var reystmenni og navnframur fyri avreksverk síni; hann vá báðar synir Áriels Móabita; og tað var hann, sum hin kavadagin fór niður í brunnin og drap ljónið. v21  Og tað var hann, ið vá hin yvirvaksna Egyptan, ið hevði spjót í hendi; men hann fór ímóti honum einans við stavi í hendi, tók spjótið av honum og drap hann við hansara egna spjóti. v22  Hesi avreksverk vann Benaja Jójadason; og hann var navnframur millum hinna tríati hetjanna. v23  Hann var frægur millum hinna tríati; men teir tríggjar kundi hann ikki javnbjóða seg við. Dávid setti hann yvir lívverjuna.

v24  Millum hinna tríati vóru eisini Ásahel, bróðir Jóabs, Elhanan Dódoson úr Betlehem, v25  Sjamma úr Hárod. Elika úr Hárod, v26  Helez úr Paltit, Ira Ikkesjson úr Tekoa, v27  Ábiezer úr Ánatot, Sibbekai úr Husja, v28  Zalmon úr Áho, Máharai úr Netofa, v29  Heled Báanason úr Netofa, Ittai Ribaison av Benjamins ættargrein úr Gibeu, v30  Benaja úr Piraton, Hiddai úr Náhale-Gáasj; v31  Áhibáal úr Árába, Azmavet úr Báhurim, v32  Eljaba úr Sjáalbon, Jásjen úr Guna, v33  Jónatan Sjammason úr Hárar, Áhiam Sjárarsson úr Hárar. v34  Elifelet Áhazbaison úr Bet-Máaka, Eliam Ákitofelsson úr Gilo, v35  Hezro av Karmel, Páarai úr Árab, v36  Jigal Nátansson úr Zóba, Báni úr Gád, v37  Zelek úr Ammon, Náharai úr Beerot, skjaldsveinur Jóabs Zerujusonar, v38  Ira úr Jattir, Gáreb úr Jattir, v39  Uria Hetiti – tilsamans tríati og sjey.