v1 Eftir hetta leitaði Dávid ráð við Harran og spurdi: »Eigi eg at fara niðan í einahvørja av borgunum í Júda?« Harrin svaraði honum: »Far niðan.« Og Dávid spurdi uppaftur: »Í hvørja skal eg fara?« Harrin svaraði: »Niðan í Hebron.« v2 Dávid fór nú niðan hagar og við honum báðar konur hansara, Áhinoam frá Jizreel og Ábigáil, kona Nábals Karmelita. v3 Og menninar, ið við honum vóru, tók hann niðan við sær og øll húski teirra, og teir tóku upp bústað sín í bygdunum nærindis Hebron. v4 Tá komu Júdamenn hagar og salvaðu Dávid til kongs yvir Júdahúsi.
Tá ið Dávid frætti, at Jábesjbúgvar í Gilead høvdu jarðað Sául, v5 sendi hann boðberar til teirra og segði við teir: »Signaðir veri tit av Harranum fyri, at tit sýndu harra tykkara, Sáuli, ta miskunnargerð at jarða hann. v6 Harrin sýni tykkum kærleika og trúfesti! Men eisini eg skal løna tykkum hesa góðgerð tykkara; v7 og verið nú hugreystir og frægir garpar; tí at Sául, harri tykkara, er deyður, men meg hevur Júdahús salvað til kong.«
v8 Men Ábner Nersson, herhøvdingi Sáuls, tók Ísjbosjet, son Sáuls, og fór við honum til Máhanáim v9 og gjørdi hann til kong yvir Gilead, Ásjeritum, Jizreel, Efraim, Benjamin og yvir øllum Ísrael. v10 Ísjbosjet, sonur Sáuls, var fjøruti ára gamal, tá ið hann gjørdist kongur í Ísrael, og hann var kongur í tvey ár. Einans Júda bant felag við Dávid. v11 Og tað tíðarskeiðið, ið Dávid var kongur í Hebron yvir Júda ætt, var sjey ár og seks mánaðir.
v12 Tá fór Ábner Nersson við monnum Ísjbosjets Sáulssonar úr Máhanáim til Gibeon. v13 Og eisini Jóab Zerujuson fór úr Hebron við monnum Dávids, og teir hittust við tjørnina í Gibeon og settu herbúðir sínar hvør sínumegin tjørnina. v14 Tá mælti Ábner við Jóab: »Nú skulu vit lata ungmennini ganga fram at stuttleika sær við vápnabrøgdum framman fyri okkum.« Og Jóab eftirlíkaði hesum. v15 Síðan gingu teir fram tólv Benjaminitar av monnum Ísjbosjets Sáulssonar og tólv av monnum Dávids. v16 Men teir trivu í høvdið hvør á øðrum og rendu svørðið í liðina hvør á øðrum og fullu allir; tí verður tann staðurin kallaður Liðarvøllur; hann er við Gibeon. v17 Sama dag tókst har hørð orrusta, og Ábner og menn hansara lútaðu fyri monnum Dávids.
v18 Men har vóru tríggir synir Zeruju, Jóab, Ábisjaj og Ásahel, og Ásahel var av skjótastu monnum, kvikur sum skógargeitin í haganum. v19 Ásahel tók nú at elta Ábner og rann beina leið aftan á hann uttan at víkja til høgru ella vinstru. v20 Tá snúði Ábner sær á og mælti: »Er tað tú, Ásahel?« Og hann segði so vera. v21 Og Ábner segði við hann: »Hav teg til viks og legg eftir onkrum av sveinunum og tak herklæði hansara!« Men Ásahel vildi ikki lætta av at elta hann. v22 Uppaftur rópaði Ábner á Ásahel: »Lætt av at elta meg! Hví skal eg verða noyddur at drepa teg? Hvussu skal eg tá kunna síggja Jóab, bróður tín, aftur?« v23 Men hann vildi ikki lætta av; og í tí skili brá Ábner svørðinum aftur um seg og rakti hann í búkin, so tað kom út gjøgnum ryggin; og fell hann deyður til jarðar, har sum hann stóð. Men allir teir, ið komu framat, har ið Ásahel lá feldur, vórðu standandi.
v24 Nú tóku Jóab og Ábisjaj at elta Ábner, og tá ið sól fór til viða, vóru teir komnir til Gibeat-Amma, ið er fyri eystan Gia á leiðini til Gibeon oyðimarkar. v25 Hagar savnaðust allir Benjaminitar um Ábner í ein bólk og tóku støðu dygst uppi á Gibeat-Amma. v26 Tá rópaði Ábner á Jóab og mælti: »Skal svørðið ævinliga oyða? Veitst tú ikki, at beisk verður endastundin? Nær ætlar tú at biðja liðið lætta av at elta brøður sínar?« v27 Tá mælti Jóab: »So satt sum Harrin livir, hevði tú ikki talað, tá hevði liðið ikki lætt av at elta brøður sínar fyrr enn í morgin.« v28 Tá blásti Jóab í lúðurin, og liðið alt steðgaði og lætti av at elta Ísrael, og orrustan hæsaði av.
v29 Men Ábner og menn hansara gingu alla náttina eftir Árabaslættanum og fóru yvir um Jórdan, løgdu so leiðina niðan gjøgnum trongan og komu til Máhanáim. v30 Tá ið Jóab hevði lætt av at elta Ábner og hevði savnað alt liðið, vantaðu nítjan mans av monnum Dávids umframt Ásahel, v31 meðan menn Dávids høvdu jarðlagt trý hundrað og seksti Benjaminitar av monnum Ábners. v32 Og teir tóku Ásahel og jarðaðu hann hjá faðir sínum í Betlehem. Síðan hildu Jóab og menn hansara ferðini alla náttina og komu í lýsingini til Hebron. (3,1) Men tað toygdi á við ófriðinum millum hús Sáuls og hús Dávids; og tað gekk í hvørjum fram á hondina hjá húsi Dávids, meðan hús Sáuls í sama mun gekk aftur á hond.