v2 Í Hebron føddust Dávidi synir. Frumgitni sonur hansara var Amnon, ið Áhinoam úr Jizreel føddi. v3 Annar sonur hansara æt Kileab, ið Ábigáil, kona Nábals Karmelita, føddi; hin triði var Absalon, sonur Máaku, dóttur Talmai kongs í Gesjur; v4 hin fjórði var Ádónija, sonur Haggitar, hin fimti var Sjefatja, sonur Ábitalar; v5 og hin sætti var Jitream, ið kona hansara Egla føddi. Hesir føddust Dávidi í Hebron.
v6 Meðan ófriðurin gekk á millum hús Sáuls og hús Dávids, veitti Ábner húsi Sáuls miklan stuðul. v7 Sául hevði havt hjákonu, Rizpa nevnd at navni, Ajjadóttir. Og Ísjbosjet segði við Ábner: »Hví fórt tú innar til hjákonu faðirs míns?« v8 Hesi orð Ísjbosjets loyptu øði í Ábner, og hann mælti: »Eri eg hundsheysur úr Júda? Eg havi nú sýnt góðvild móti húsi Sáuls, faðirs tíns, og brøðrum og vinfólki hansara, og eg havi ikki givið teg upp í hendur Dávids, og kortini ásakar tú meg í dag fyri konu skuld. v9 Guð lati Ábneri henda bæði hetta og hatta um eg ikki nú man fáa í lag tað, sum Harrin hevur svorið Dávidi, v10 at taka kongsdømi frá húsi Sáuls og reisa hásæti Dávids yvir Ísrael og Júda frá Dán til Beersjebu!« v11 Av ótta fyri Ábneri fekk Ísjbosjet nú ikki orðið upp.
v12 Tá sendi Ábner ørindrekar til Dávids í Hebron við hesum boðum: »Ger sáttmála við meg, so skal eg hjálpa tær at snúgva øllum Ísrael tær til handar.« v13 Hann svaraði: »Fegin geri eg sáttmála við teg; tó eitt leggi eg tær við, at tú fært meg ikki at síggja, uttan tú flytur mær Mikal, dóttur Sáuls, til handar, tá ið tú kemur fyri ásjón mína.« v14 Og Dávid sendi Ísjbosjeti, syni Sáuls, hesi boð: »Gev mær Mikal, konu mína, aftur, sum eg festi fyri hundrað Filistayvirhúðir!« v15 Ísjbosjet sendi tá boð eftir henni og tók hana frá manni hennara, Paltiel Lájisjsyni. v16 Men maður hennara fylgdi henni grátandi til Báhurim; tá mælti Ábner við hann: »Far tær nú heim aftur!« Og hann so gjørdi.
v17 Men Ábner hevði frammanundan verið á máli við teir elstu í Ísrael og sagt við teir: »Tit hava leingi hugsað um at gera Dávid til kong yvir tykkum. v18 Fáið tað nú í lag; tí at Harrin hevur sagt um Dávid: Við hond Dávids, tænara míns, skal eg bjarga fólki mínum Ísrael úr valdi Filista og úr valdi alra fígginda teirra.« v19 Ábner kom eisini á mál við Benjaminitar. Síðan fór hann á fund Dávids í Hebron til tess at siga honum frá øllum tí, sum Ísrael og Benjaminitar vóru komnir ásamt um. v20 Tá ið Ábner við tjúgu monnum var komin til Dávids í Hebron, gjørdi Dávid veitslu fyri Ábneri og monnum hansara. v21 Og Ábner mælti við Dávid: »Lat meg nú fara og savna allan Ísrael um harra mín, kongin, og teir skulu gera sáttmála við teg, og tú skalt vera kongur yvir øllum, so nógvum sum tú vilt.« Og Dávid læt Ábner fara í friði.
v22 Men í sama bili komu menn Dávids og Jóabs aftur av ránsferð og høvdu miklan herfong aftur við sær; Ábner var tá ikki hjá Dávidi í Hebron; tí at hann hevði latið hann fara burtur í friði. v23 Og tá ið Jóab við øllum herliði sínum kom heim aftur, frætti hann, at Ábner Nersson hevði verið hjá kongi, og at kongur hevði latið hann fara burtur í friði. v24 Tá gekk Jóab fyri kong og mælti: »Hvat hevur tú gjørt? Ábner kom jú higar til tín! Hví lætst tú hann tá fara leið sína í friði? v25 Veitst tú ikki, at Ábner Nersson bert er komin til tess at teipa teg og fregnast um ferð tína og njósnast eftir, hvat tú hevst at!« v26 Og tá Jóab var farin út frá Dávidi, sendi hann ørindrekar eftir Ábneri, og teir komu aftur við honum úr Bir-Sira. Men Dávid visti av ongum. v27 Tá ið nú Ábner var afturkomin til Hebron, tók Jóab hann til viks í borgarliðinum, sum vildi hann tala við hann, og gav honum har banasting inn í búkin sum hevnd fyri blóð Ásahels, bróður síns.
v28 Tá ið Dávid seinni frætti um hetta, mælti hann: »Sakleysur um ævir eri eg og ríki mítt fyri Harranum í blóði Ábners Nerssonar. v29 Komi tað yvir høvur Jóabs og alla ætt hansara! Og ongantíð tvørri húsi Jóabs teir, ið hava renslsótt og líktrá og ganga við høkju og falla fyri svørði og doyggja av svongd!« v30 Men Jóab og Ábisjaj, bróðir hansara, vógu Ábner, av tí at hann hevði dripið Ásahel, bróður teirra, í orrustuni við Gibeon. v31 Dávid mælti nú við Jóab og alt fólkið, ið hjá honum var: »Skræðið klæði tykkara og gyrðið tykkum við sekki og syrgið Ábner!« Og Dávid kongur fylgdi honum sjálvur til gravar. v32 Og tá ið teir jarðaðu Ábner í Hebron, hevði kongur upp rødd sína og græt við grøv hansara; somuleiðis græt alt fólkið. v33 Tá hevjaði kongur hetta harmljóð um Ábner: v34 »Átti Ábner at doyggja níðingsdeyða? Eins og brotsmaður fellur, fell tú, tó at hendur tínar ikki vóru bundnar, og føtur tínir ikki fjøtraðir.« Tá græt fólkið harðari um hann. v35 Og teir komu allir til Dávids at geva honum at eta, meðan dagur var. Men Dávid svór og mælti: »Guð lati meg gjalda tess bæði nú og framvegis, um eg leski nakran mat, áður enn sól er farin til viða!« v36 Tá ið fólkið nú varð vart við hetta, líkaði tað teimum væl, eins og alt, sum Dávid gjørdi, líkaði fólkinum. v37 Alt fólkið og allur Ísrael vórðu á tí degi sannførd um, at tað var ikki kongur, ið hevði verið Ábneri Nerssyni at bana. v38 Tá mælti kongur við sveinar sínar: »Vita tit ikki, at høvdingi mikil í dag er fallin í Ísrael? v39 Men eg eri ov veikur enn, tó at eg eri salvaður kongur; hesir Zerujusynir eru mær ov sterkir; men Harrin skal gjalda hvørjum illgerðarmanni aftur fyri misgerð hansara.«