v1 Nú komu til Dávids í Hebron allar ættir Ísraels og søgdu: »Sí, vit eru jú hold títt og bein. v2 Longu áður, meðan Sául var kongur yvir okkum, vart tú oddamaður Ísraels bæði á burturferð og heimferð. Umframt tað hevur Harrin sagt við teg: Tú skalt vera hirði fyri tjóð mínari Ísrael, og tú skalt vera høvdingi yvir Ísrael.« v3 Tá komu allir hinir elstu í Ísrael til kongs í Hebron; og Dávid kongur gjørdi sáttmála við teir í Hebron fyri ásjón Harrans; og teir salvaðu Dávid til kong yvir Ísrael. v4 Tríati ára gamal var Dávid, tá ið hann varð kongur, og hann ráddi í fjøruti ár. v5 Í Hebron ráddi hann yvir Júda í sjey ár og seks mánaðir; og í Jerúsalem ráddi hann í tríati og trý ár yvir øllum Ísrael og Júda.
v6 Síðan fór Dávid við monnum sínum til Jerúsalem ímóti Jebusitum, ið tá búðu í tí landslutinum. Men tá varð sagt við Dávid: »Tú fært aldri komið higar, tí at blind og lamin mega reka teg burtur við hesum orðum: Higar skal Dávid ikki koma!« v7 Men Dávid tók fjallavirkið Zion; tað er Dávidsborgin. v8 Á tí degi mælti Dávid: »Hvør tann, ið drepur ein Jebusita og vinnur fram at løkinum og fram at hasum lamnu og blindu, ið sál Dávids hatar, (hann skal verða oddamaður og høvdingi).« Av hesum kemur hetta orðafellið: »Blindir og lamnir skulu ikki sleppa inn í húsið.« v9 Síðan tók Dávid upp bústað sín í fjallavirkinum og kallaði tað Dávidsborgina. Og hann bygdi víggarð uttanum frá Millo og inneftir. v10 Og Dávid fór fram í valdi, av tí at Harrin, Guð herliðanna, var við honum.
v11 Hiram kongur í Týrus læt tá ørindrekar fara á fund Dávids og sendi honum sedrisvið og træsmiðir og steinhøggarar; og teir bygdu Dávidi hús. v12 Tá skilti Dávid, at Harrin hevði grundfest kongadømi hansara í Ísrael og nørt um kongaríki hansara fyri tjóð sína Ísrael.
v13 Og Dávid tók sær framvegis hjákonur og konur í Jerúsalem, eftir tað at hann var komin úr Hebron; og enn føddust Dávidi synir og døtur. v14 Og hetta eru nøvn teirra, ið honum føddust í Jerúsalem: Sjammua, Sjóbab, Nátan, Sálomon. v15 Jibhar, Elisjúa, Nefeg, Jáfia. v16 Elisjáma, Báaljada og Elifelet.
v17 Tá ið Filistar frættu, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, løgdu teir allir út at leita eftir Dávidi. Men tá ið Dávid hoyrdi hetta, fór hann oman í fjallavirkið, v18 meðan Filistar spjaddu seg útum í Refaimdali. v19 Tá spurdi Dávid Harran: »Skal eg fara móti Filistum? Fert tú at geva teir upp í hendur mínar?« Harrin svaraði Dávidi: »Far, tí at eg man vissuliga geva Filistar upp í hendur tínar.« v20 Dávid fór tá til Báal-Perazim og vann har sigur á teimum. Tá mælti hann: »Harrin hevur brotið mær slóð gjøgnum fíggindar mínar, eins og vatn ryður sær rás.« Av hesum varð tann staðurin nevndur Báal-Perazim. v21 Har lótu teir skurðgudar sínar eftir seg; og Dávid og menn hansara tóku teir við sær.
v22 Men Filistar komu aftur og mólu um í Refaimdalinum. v23 Tá spurdi Dávid aftur Harran; men hann svaraði: »Far ikki móti teimum, men far í bug og legg á teir aftanífrá út undan bakatrøunum. v24 Og tá ið tú hoyrir ljóð av fótafetum dygst uppi í bakatrøunum, ver tá kvikur; tí at tá fer Harrin undan tær til tess at týna her Filista.« v25 Og Dávid gjørdi, eins og Harrin hevði sagt, og hann vann sigur á Filistum og týndi teimum av lívi frá Gibeon alt at Gezer.