v1 Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi: v2 Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
v3 Tað er skylda okkara, brøður, at takka Guði altíð fyri tykkum, soleiðis sum sámiligt er; tí at trúgv tykkara tekur til í stórum og kærleikin tykkara millum økist hjá hvørjum einstøkum av tykkum øllum, v4 so at vit sjálvir rósa okkum av tykkum í kirkjuliðum Guðs fyri tolmóð tykkara og trúgv í øllum atsóknum tykkara og teimum trongdum, sum tit tola v5 eitt merki um Guðs rættvísa dóm, fyri at tit skulu verða hildnir verdigir til Guðs ríki, sum tit eisini líða fyri, v6 so satt sum tað er rætt hjá Guði at geva teimum trongd afturfyri, sum treingja tykkum, v7 og geva tykkum, sum verða trongdir, hvíld saman við okkum, tá ið Harrin Jesus verður opinberaður av himni við einglum veldisins, v8 í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleðiboðskapinum um váran harra, Jesus, v9 teir, sum skulu líða revsing, æviga glatan burtur frá ásjón Harrans og burtur frá dýrd veldis hansara, v10 tá ið hann kemur á tí degi til at sýna seg dýrmætan í sínum heilagu og undursaman í øllum teimum, sum trúð hava; tí at vitnisburði okkara til tykkara hevur verið trúð.
v11 Av teirri orsøk biðja vit eisini altíð fyri tykkum, at Guð okkara má halda tykkum kallinum verdigar og við kraft fullkoma allan hug at tí, sum gott er, og virksemi í trúgv, v12 fyri at várs harra Jesu navn má verða dýrmett í tykkum og tit í honum eftir náði Guðs várs og Harrans Jesu Krists.