Undan Harrans degi kemur Antikristus

v1  Men vit biðja tykkum, brøður, viðvíkjandi komu várs harra Jesu Krists og samfundi okkara við hann, v2  at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum. v3  Latið ongan villa tykkum á nakran hátt; tí at fyrst má jú fráfallið koma, og syndarinnar maðurin verða opinberaður, glatunnar sonurin, v4  hann sum setir seg ímót og hevjar seg upp yvir alt, sum kallast Guð ella halgidómur, so at hann setir seg í Guðs tempul og sigur seg sjálvan vera Guð. v5  Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum? v6  Og nú vita tit, hvat ið heldur honum aftur, inntil hann verður opinberaður í sínum tíma. v7  Tí at loynimálið í lógloysinum er longu farið at virka, bert at tann, sum nú heldur aftur, verður beindur burtur av veginum; v8  og tá skal lógloysingurin verða opinberaður, – hann sum Harrin Jesus skal týna við anda muns síns og forkoma við opinbering komu sínar – v9  og koma hansara fer fram samsvarandi Sátans kraft við alskyns mátti og teknum og undrum av lygnini v10  og við alskyns svikum av órættvísini fyri tey, sum glatast, av tí at tey ikki tóku við kærleikanum til sannleikan, so at tey kundu verða frelst. v11  Og tí sendir Guð teimum kraftmikla villing, so at tey trúgva lygnini, v12  fyri at øll tey skulu verða dømd, sum ikki hava trúð sannleikanum, men hava havt hugnað í órættvísini.

Tøkk, fyri at Guð hevur kallað og útvalt kirkjuliðið í Tessalóniku

v13  Men tað er skylda okkara altíð at takka Guði fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Guð frá upphavi hevur valt tykkum út til frelsu við halgan andans og trúgv á sannleikan, v14  sum hann kallaði tykkum til við gleðiboðskapi okkara, til at ognast dýrd várs harra Jesu Krists.

Áminning um at halda fast

v15  Brøður, standið tí treystir og haldið fast við teir lærdómar, sum tit hava lært, annaðhvørt við talu okkara ella við brævi frá okkum! v16  Men sjálvur harri vár, Jesus Kristus, og Guð, faðir vár, sum elskaði okkum og gav okkum í náði æviga troyst og góða vón, v17  hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í einum og hvørjum góðum verki og orði!