Paulus biður um forbøn í treysti á Guðs trúfesti

v1  Annars, brøður, biðið fyri okkum, at orð Harrans má hava framgang og verða dýrmett eins og hjá tykkum, v2  og at vit mega verða bjargaðir frá óargaligum og vándum menniskjum; tí at ikki hava øll trúgv. v3  Men trúfastur er Harrin, hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá hinum illa. v4  Men vit hava tað treysti til tykkara fyri Harrans skuld, at tit bæði gera og vilja gera tað, sum vit bjóða tykkum. v5  Men Harrin beini hjørtu tykkara til kærleika Guðs og til tolmóðs Krists!

Áminning um sámiliga atferð og arbeiðissemi

v6  Men vit bjóða tykkum, brøður, í navni várs harra Jesu Krists, at tit halda tykkum burtur frá hvørjum tí bróður, sum hevur óryggjuliga atferð, og ikki eftir tí lærdómi, sum teir hava fingið frá okkum. v7  Tí at tit vita sjálvir, hvussu tit eiga at fylgja okkum eftir; tí at vit livdu ikki óryggjuliga hjá tykkum, v8  og heldur ikki ótu vit breyð hjá nøkrum fyri einki; men vit arbeiddu við stríði og møði, nátt og dag, fyri at vit ikki skuldu vera nøkrum av tykkum til tyngslu. v9  Ikki fyri tað, at vit ikki hava rætt til tess, men fyri at vit kundu geva tykkum okkum sjálvar sum fyridømi, so at tit skuldu fylgja okkum eftir. v10  Tí var tað eisini, tá ið vit vóru hjá tykkum, at vit buðu tykkum hetta, at um einhvør ikki vil arbeiða, tá eigur hann heldur ikki at fáa at eta. v11  Tí at vit hoyra, at nakrir tykkara millum liva óryggjuliga, sum einki arbeiða, men havast at tí, sum teimum ikki kemur við. v12  Slíkum bjóða vit og áminna teir fyri Harrans Jesu Krists skuld, at teir skulu arbeiða í stillføri og eta sítt egna breyð. v13  Men tit, brøður, troyttist ikki av at gera tað, sum gott er! v14  Men um einhvør ikki lýðir orði okkara í hesum brævi, tá merkið tykkum hann; havið ongan felagsskap við hann, so at hann má skammast; v15  men haldið hann tó ikki fyri fígginda, men áminnið hann sum bróður!

Friðarynski og heilsan

v16  Men sjálvur harri friðarins gevi tykkum friðin altíð á allan hátt! Harrin veri við tykkum øllum! v17  Heilsanin við míni, Paulusar, egnu hond, og tað er merki á hvørjum brævi. Soleiðis skrivi eg. v18  Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum!