v1 Hin elsti til hin elskaða Gajus, sum eg elski í sannleika. v2 Elskaði mín, eg ynski, at tað í øllum lutum má vita tær væl við, og at tú mást hava heilsuna, líkasum tað veit sál tíni væl við.
v3 Tí at eg varð ógvuliga glaður, tá ið tað komu brøður og vitnaðu um tann sannleika, sum er í tær, hvussu tú fert at í sannleikanum. v4 Eg havi onga størri gleði enn hesa, at eg hoyri, at børn míni ganga fram í sannleikanum. v5 Elskaði mín, tú gert eina trúfasta gerð í øllum tí, sum tú virkar fyri brøðurnar, og tað fyri ókunnigar menn; v6 og teir hava vitnað fyri kirkjufólkinum um kærleika tín; og tú gert væl í at fremja ferð teirra, soleiðis sum tað er sámiligt fyri Guði; v7 tí at tað er fyri navnsins skuld, at teir eru farnir út, uttan at taka ímót nøkrum frá heidningunum. v8 Av teirri grund eiga vit at taka okkum av slíkum monnum, fyri at vit kunnu verða arbeiðisfelagar fyri sannleikanum.
v9 Eg havi skrivað nakað til kirkjufólkið; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, vil ikki taka ímót okkum. v10 Av teirri grund ætli eg, tá ið eg komi, at minna á teir gerningar, sum hann ger, við tað at hann baktalar okkum við illum orðum; og ikki nøgdur við hetta, tekur hann ikki sjálvur ímót brøðrunum, og teimum, sum vilja gera tað, forðar hann og koyrir tey út úr kirkjuliðinum. v11 Elskaði mín, tak tú ikki eftir tí, sum ilt er, men eftir tí, sum gott er. Tann, ið ger gott, er av Guði; men tann, ið ilt ger, hevur ikki sæð Guð.
v12 Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum og av sannleikanum sjálvum; eisini vit geva honum góðan vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur.
v13 Eg hevði nógv at skriva til tín, men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni. v14 Men eg vóni skjótt at síggja teg, og tá skulu vit munnliga tala saman. v15 Friður veri við tær. Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa tú vinunum, hvørjum einsæris.