Misgerð Nádabs og Ábihus

v1  Men Nádab og Ábihu, synir Árons, tóku hvør sína eldpannu og lótu gløður upp í tær, løgdu síðan roykilsi oman á tær og bóru fram fyri Harran fremmandan eld, sum hann ikki hevði boðið teimum. v2  Tá gekk eldur út frá ásjón Harrans og oyddi teir; og teir doyðu har frammi fyri Harranum. v3  Tá segði Móses við Áron: »Hetta var tað, sum Harrin talaði um, tá ið hann segði: Eg sýni heilagleika mín á teimum, ið mær standa nær, og lati dýrd mína birtast fyri øllum fólkinum.« Tá tagdi Áron. v4  Og Móses kallaði á Misjael og Elzafan, synir Uzziels, faðirbróður Árons, og segði við teir: »Komið og berið frændur tykkara burtur frá halgidóminum út um herbúðirnar!« v5  Og teir komu og bóru teir í kyrtlum teirra út um herbúðirnar, eins og Móses hevði sagt. v6  Síðan segði Móses við Áron og við Eleazar og Ítámar, synir hans: »Hvørki mega tit ganga ógreiddir ella skræða klæði tykkara sundur, at tit ikki skulu týna lívið; og vreiði koma oman yvir allan savnaðin. Latið frændur tykkara og alt Ísraels hús gráta yvir tann brand, sum Harrin hevur kveikt; v7  men farið tit ikki burtur frá durum samfundartjaldsins, at tit ikki skulu týna lívið; tí salvingarolja Harrans er á tykkum!« Teir gjørdu tá, sum Móses segði.

Skipanir viðvíkjandi prestum

v8  Og Harrin talaði við Áron og segði: v9  »Vín og sterkan drykk mega hvørki tú ella synir tínir drekka, tá ið tit ganga inn í samfundartjaldið, at tit ikki týna lívið; tað skal vera tykkum ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið, v10  til tess at tit mega gera greinarmun á tí, sum heilagt er og tí, sum óheilagt er, á reinum og óreinum v11  og kenna Ísraelsmonnum allar tær fyriskipanir, sum Harrin hevur givið teimum við Mósesi!«

Lutur prestanna av ofrum

v12  Og Móses segði við Áron og við Eleazar og Ítámar, synir hans, ið eftir vóru á lívi: »Takið grónofrið, sum eftir er av eldofri Harrans, og etið tað ósúrgað við altarið; tí at tað er háheilagt. v13  Tit skulu eta tað á heilagum staði, tí at tað er tann lutur av eldofrum Harrans, ið tær og sonum tínum er tilskilaður; tí at soleiðis hevur mær verið boðið. v14  Og reiggibringuna og offuravskurðartjógvið skulu tit eta á reinum staði, tú og synir tínir og døtur tínar; tí at tað er tann lutur av takkarofrum Ísraelsmanna, sum tær og sonum tínum er tilskilaður. v15  Offuravskurðartjógvið og reiggibringuna skulu teir frambera saman við teimum mørum, ið ætlaðir eru sum eldoffur, og reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum; tað skal eftir ævigum løgmáli lutast tær og sonum tínum, eins og Harrin hevur boðið!«

v16  Og Móses sóknaðist nú eftir syndaoffurhavrinum; og tá ið hann sá, at hann var uppbrendur, reiddist hann inn á Eleazar og Ítámar, synir Árons, ið eftir vóru á lívi, og segði: v17  »Hví hava tit ikki etið syndaofrið á heilagum staði? Tað er jú háheilagt; og hann hevur givið tykkum tað til at taka burtur misgerð savnaðarins og veita teimum sáttargerð frammi fyri Harranum! v18  Sí, blóðið av tí varð ikki borið inn í halgidómin, tí áttu tit at etið tað á heilagum staði, eins og eg havi boðið!« v19  Men Áron svaraði Mósesi: »Teir hava í dag framborið syndaoffur og brennioffur síni frammi fyri Harranum, og kortini hevur hetta verið mær fyri! Mundi tað hóvað Guði, um eg í dag hevði etið av syndaofrinum?« v20  Tá ið Móses hoyrdi hetta, hóvaði tað honum.