v1 Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði við teir: v2 »Talið til Ísraelsmenn og sigið: Hesi eru tey djór, ið tit mega eta av øllum djórum, ið til eru á jørðini: v3 Øll djór, ið hava kleyvar við týðuligari kloyvu og sum jótra, tey mega tit eta. v4 Men av teimum, ið jótra og av teimum, ið hava kleyvar, mega tit tó ikki eta hesi: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur; v5 bergharuna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein; v6 haruna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hana skulu tit telja óreina; v7 og svínið, tí at víst hevur tað kleyvar og tað við týðuligari kloyvu, men jótrar ikki; tað skulu tit telja óreint. v8 Kjøt av hesum djórum skulu tit ikki eta og ikki nerta við ræ teirra; tit skulu telja tey órein.
v9 Av vatndjórunum mega tit eta hesi: Øll, ið hava fjaðrar og skrubb, hvørt tey liva í høvum ella áum, tey mega tit eta. v10 Men alt tað, sum ikki hevur fjaðrar ella roðslu, av øllum tí, sum yður í vatninum, í høvum ella áum, av øllum livandi skepnum í vatninum, tað skulu tit telja andstyggiligt. v11 Tit skulu hava andstygd fyri teimum; av kjøti teirra mega tit ikki eta; og ræ teirra skulu vera tykkum andstyggilig. v12 Alt í vatninum, ið ikki hevur fjaðrar ella skrubb, skal vera tykkum andstyggiligt.
v13 Av fuglum skulu hesir vera tykkum andstyggiligir tit skulu ikki eta teir, tí at teir eru andstyggiligir: Ørnin, gammurin, havørnin, v14 glentan og falkakynið, v15 alt ravnakynið, v16 strutsurin, svalan, likkan og heykakynið, v17 uglan, súlan, náttuglan, v18 hornuglan, pelikánurin, rægammurin, v19 storkurin, alt hegrakynið, herfuglurin og flogmúsin.
v20 Fyri øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra beinum, skulu tit hava andstygd. v21 Tó mega tit av øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra, eta av teimum, ið hava leggir upp frá afturfótunum til at hoppa við á jørðini; v22 av teimum mega tit eta hesi av ongsprettukyni: Solamongsprettur, hargolongsprettur og hágabongsprettur. v23 Men alt annað floygt skriðkykt, ið gongur á fýra, skal vera tykkum andstyggiligt.
v24 Av hesum djórum verða tit órein; hvør, ið nertur við ræ teirra, skal vera óreinur alt til kvølds, v25 og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds. v26 Øll djór, ið ikki hava alklovnar kleyvar og ikki jótra, tey skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við tey, verður óreinur. v27 Øll ferføtt djór, ið ganga á labbum, skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við ræ teirra, skal vera óreinur til kvølds; v28 og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur alt til kvølds. Tey skulu vera tykkum órein.
v29 Av skriðkyktum, sum skríða á jørðini, skulu hesi vera tykkum órein: Moldvarpan, músin og alskyns fjórbein, v30 ánakadjórið, kóakdjórið, letadjórið; hómetdjórið og tínsjemetdjórið. v31 Hesi skulu vera tykkum órein av øllum skriðkykti; hvør, ið nertur við tey, tá ið tey eru deyð, skal vera óreinur til kvølds. v32 Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint, hvørt tað er træílát ella klæði ella skinn ella sekkur yvirhøvur hvørt eitt amboð; tað skal verða lagt í vatn og vera óreint til kvølds; síðan er tað reint. v33 Dettur eitthvørt tílíkt niður í leirílát, tá verður alt, sum í tí er, óreint; og tit skulu bróta leirílátið sundur. v34 Allur matur, ið tilreiddur verður við vatni, og allur løgur, ið er til at drekka, verður óreinur í tílíkum íláti. v35 Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, skulu teir verða rivnir niður; teir eru óreinir, og óreinar skulu tit telja teir. v36 Tó skulu keldur og brunnar, har vatn setir at, framvegis vera rein; men tann, ið nertur við ræ, sum í teimum liggur, verður óreinur. v37 Tó at tílíkt ræ fellur á sáðkorn, ið sáað verður, skal sáðið framvegis vera reint; v38 men kemur vatn at sáðkorninum, og tílíkt ræ dettur í tað, tá skal sáðkornið vera tykkum óreint.
v39 Doyr eitthvørt av teimum djórum, ið tit nýta til føðslu, og einhvør nertur við ræið av tí, tá skal hann vera óreinur til kvølds; v40 og tann, ið etur av ræi tess, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds, og tann, ið ber ræið av tí, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds.
v41 Alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, skal vera andstyggiligt; tað má ikki verða etið; v42 einki, sum skríður á kviðinum og gongur á fýra beinum og einki margføtt av øllum skriðkykti, sum skríður á jørðini, mega tit eta; tí at tey eru andstyggilig. v43 Gerið ikki tykkum sjálvar andstyggiligar við nøkrum skríðandi skriðkykti; latið tey ikki gera tykkum órein, so at tit verða órein av teimum! v44 Tí at eg eri Harrin, Guð tykkara; og tit skulu halga tykkum og vera heilag, tí at eg eri heilagur. Ikki mega tit gera sjálvar tykkum óreinar av nøkrum skriðkykti, sum yður á jørðini! v45 Tí at eg eri Harrin, ið leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Og tit skulu vera heilag, tí at eg eri heilagur!
v46 Hetta er lógin um djór og fuglar og allar livandi skepnur, sum yðja í vøtnunum, og allar skepnur, ið skríða á jørðini, v47 til tess at gera greinarmun á óreinum og reinum, á teimum djórum, ið mega verða etin, og teimum, ið ikki mega verða etin!«