v1 Og Harrin talaði við Móses og segði: v2 »Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið kona verður við barn og føðir sveinbarn, skal hon vera órein í sjey dagar; sama dagatal, sum hon er órein av mánasjúku síni, skal hon vera órein. v3 Á áttanda degi skal sveinurin verða umskorin á yvirhúð síni; v4 síðan skal hon sita heima í tríati og tríggjar dagar, meðan blóðreinsan hennara varir; hon má ikki nerta við nakað heilagt og ikki koma í halgidómin, til reinsanardagar hennara eru at enda. v5 Men føðir hon moybarn, tá skal hon vera órein í fjúrtan dagar, eins og tá hon er órein av mánasjúku síni; og síðan skal hon sita heima í seksti og seks dagar, meðan hon hevur blóðreinsan sína. v6 Og tá ið reinsanardagar hennara eru úti, hvørt tað er fyri sveinbarn ella moybarn, tá skal hon bera prestinum at durum samfundartjaldsins veturgamlan seyð sum brennioffur og dúgvuunga ella turtildúgvu sum syndaoffur. v7 Hann skal ofra tað frammi fyri Harranum og veita henni sáttargerð, so at hon verður rein av blóðláti sínum. Hetta er lógin um konu, sum føðir, hvørt tað er sveinbarn ella moybarn. v8 Men eigur hon ikki fyri lamb, má hon taka tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, annan sum brennioffur og hin sum syndaoffur; og presturin skal veita henni sáttargerð, so at hon verður rein.«