Líktráarreinsan

v1  Og Harrin talaði við Móses og segði: v2  »Hetta er lógin um líktráan mann, tá ið hann skal verða sagdur reinur: Hann skal verða leiddur fyri prestin; v3  presturin skal ganga út um herbúðirnar og rannsaka hann; og sær presturin, at hin líktrái er vorðin grøddur fyri líktrá sína, v4  skal hann taka honum, ið letur seg reinsa, tveir livandi, reinar fuglar, sedrisvið, skarlak og ýsopvond. v5  Síðan skal presturin lata slátra annan fuglin niður í leirker yvir rennandi vatni. v6  Men hin livandi fuglin, sedrisviðin, skarlakið og ýsopvondina skal hann taka og drepa tað alt saman við tí livandi fuglinum niður í blóðið av tí fuglinum, sum var slátraður yvir rennandi vatni, v7  og sletta sjey ferðir upp á tann, ið letur seg reinsa fyri líktrá, og síðan siga hann reinan; men hinum livandi fuglinum skal hann sleppa út á víðavang. v8  Tann, ið letur seg reinsa, skal tváa klæði síni og raka alt hárið av sær og tváa sær í vatni; tá er hann reinur og má síðan koma aftur inn í herbúðirnar; tó skal hann hølast fyri uttan tjald sítt í sjey dagar. v9  Sjeynda dagin skal hann raka alt hár av sær, bæði høvuðhár sítt, skegg og eygnabrýr, alt hár skal hann raka av sær og tváa klæði síni og likam sítt í vatni; tá er hann reinur. v10  Áttanda dagin skal hann taka tvey lýtaleys veðurlomb og eitt veturgamalt lýtaleyst gimburlamb og tríggjar tíggjundapartar úr efu av fínum mjøli sum grónoffur, blandað við olju, og eina log av olju. v11  Og presturin, ið reinsar, skal flyta hann, ið letur seg reinsa, og somuleiðis hesar offurgávur fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins. v12  Presturin skal tá taka annað veðurlambið og ofra tað sum sektaroffur saman við oljulogini og reiggja báðum sum reiggioffur fyri Harranum. v13  Og hann skal slátra veðurlambið á sama staði, har syndaofrið og brenniofrið verða slátrað, á heilagum staði; tí at eins og syndaofrið skal sektarofrið lutast prestinum; tað er háheilagt. v14  Síðan skal presturin rýða av blóði sektaroffursins upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans. v15  Og presturin skal taka av oljulogini og hella upp í vinstra lógva sín v16  og drepa høgra fingur niður í oljuna, sum er í vinstra lógva, og við fingrinum sletta oljuna sjey ferðir frammi fyri Harranum. v17  Av tí oljuni, sum eftir er í lógvanum, skal presturin rýða eitt sindur upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans uttan á blóðið úr sektarofrinum; v18  og ta oljuna, ið tá er eftir í lógvanum, skal presturin hella út yvir høvur hans, ið letur seg reinsa, og soleiðis veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum. v19  Síðan skal presturin ofra syndaofrið og veita honum, ið letur seg reinsa, sáttargerð fyri óreinleika hans. v20  Og tá ið presturin hevur framborið brenniofrið og grónofrið á altarinum og soleiðis veitt honum sáttargerð, tá er hann reinur.

v21  Men er hann fátækur og eigur ikki fyri hetta, tá má hann taka eitt veðurlamb sum sektaroffur, til reiggjanar, til tess at honum verður veitt sáttargerð, og somuleiðis sum grónoffur ein tíggjundapart úr efu av fínum mjøli, blandað við olju, og eina log av olju v22  og tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, eftir tí sum evnini nú røkka, onnur sum syndaoffur og hin sum brennioffur. v23  Og áttanda dagin eftir reinsan sína skal hann bera prestinum hetta at durum samfundartjaldsins fram fyri Harran. v24  Og presturin skal taka sektaroffurlambið og oljulogina og reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum. v25  Síðan skal sektaroffurlambið verða slátrað; og presturin skal taka av blóði tess og rýða upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans. v26  Og presturin skal av oljuni hella upp í vinstra lógva sín v27  og við høgra fingri sletta av oljuni, sum er í vinstra lógva, sjey ferðir frammi fyri Harranum. v28  Síðan skal presturin av oljuni, sum er í vinstra lógva hans, rýða upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans, uttan á blóðið av sektarofrinum. v29  Tað, sum presturin tá hevur eftir av olju í lógvanum, skal hann hella út yvir høvur hans, ið letur seg reinsa, til tess at veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum. v30  Síðan skal hann ofra aðra turtildúgvuna ella annan dúgvuungan, eftir sum hann hevur evni til, v31  aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur saman við grónofrinum; og presturin skal veita honum, ið letur seg reinsa, sáttargerð frammi fyri Harranum. v32  Hetta er lógin um tann, ið hevur verið líktráur og ikki eigur fyri reinsan sína.«

Líktrá á húsum

v33  Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: v34  »Tá ið tit koma inn í Kánáanland, sum eg man geva tykkum til ognar, og eg lati flekk av líktrá koma fram á einumhvørjum húsi í ognarlandi tykkara, v35  tá skal hann, ið húsið eigur, koma og greina prestinum frá hesum og siga: Mær tykist, at flekkur av líktrá er á húsi mínum. v36  Presturin skal tá bjóða at rudda alt út úr húsinum, áður enn hann fer inn at hyggja at flekkinum, so at ikki alt, sum er í húsinum, verður óreint; og síðan skal presturin fara inn til tess at skoða húsið; v37  og sær hann tá, at flekkurin á bróstinum í húsinum hevur grønlittar og reyðlittar lægdir, ið týðuliga liggja djúpari enn bróstið, v38  tá skal presturin fara út úr húsinum, út fyri dyr tess og byrgja tað í sjey dagar. v39  Sjeynda dagin skal presturin koma aftur at hyggja at tí; og sær hann tá, at flekkurin hevur breitt seg út um bróstið á húsinum, v40  skal hann bjóða at bróta teir steinar út, ið flekkurin er á, og tveita teir á óreinan stað fyri uttan borgina v41  og síðan at skava húsið innan og tveita límdustið, sum verður skavað burtur av tí, á óreinan stað fyri uttan borgina. v42  Og teir skulu taka aðrar steinar og seta í staðin fyri hinar steinarnar og annað vegglím og rýða tað á húsið. v43  Men brýtur flekkurin út aftur á húsinum, eftir at steinarnir eru tiknir út, og eftir at húsið hevur verið skavað og aftur rýtt, v44  tá skal presturin koma aftur at hyggja at tí; og hevur tá flekkurin breitt seg út um húsið, tá er tað ring líktrá á húsinum; tað er óreint. v45  Húsið skal verða niðurbrotið, og allir steinar tess, alt træverk og alt límdust skal verða flutt á óreinan stað út um borgina. v46  Og hvør, sum fer inn í húsið alla ta tíð, tað er byrgt, skal vera óreinur til kvølds. v47  Og hvør, sum svevur í húsinum, skal tváa klæði síni, og somuleiðis hvør, ið fær sær mat í húsinum, skal tváa klæði síni. v48  Men um presturin, tá hann kemur, sær, at flekkurin ikki hevur breitt seg út um húsið, eftir at tað hevur verið rýtt, tá skal presturin siga húsið reint; tí at tá er flekkurin grøddur; v49  og til tess at reinsa húsið frá synd skal hann taka tveir fuglar, sedrisvið, skarlak og ýsopvond v50  og síðan slátra annan fuglin niður í leirker yvir rennandi vatni v51  og taka sedrisviðin, ýsopvondina, skarlakið og tann livandi fuglin og drepa tað alt niður í blóðið av tí slátraða fuglinum og í tað rennandi vatnið og sletta sjey ferðir á húsið v52  og soleiðis reinsa húsið frá synd við blóði fuglsins, við tí rennandi vatninum, tí livandi fuglinum, sedrisviðinum, ýsopvondini og skarlakinum. v53  Men hinum livandi fuglinum skal hann sleppa út um borgina út á víðavang og veita á tann hátt húsinum sáttargerð, so at tað verður reint. v54  Hetta er lógin um alskyns líktrá og skurvur, v55  um líktrá á pløggum og húsum, v56  um trotar, skurvur og ljósar blettir, v57  til leiðbeiningar um, nær eitthvørt er óreint, og nær tað er reint. Hetta er lógin um líktrá.«