Óreinska hjá monnum

v1  Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: v2  »Talið við Ísraelsmenn og sigið við teir: Hevur maður útflot úr blygd síni, tá er hetta útflot hans óreint; v3  og viðvíkjandi óreinleika hans, ið útflotið hevur, skal tað verða soleiðis, at hvørt útflotið kemur út úr blygd hans, ella tað verður fyribyrgt, so skal hann vera óreinur. v4  Hvør lega, sum maður, ið útflot hevur, liggur á, skal vera órein, og hvør sessur, sum hann situr á, skal vera óreinur! v5  Og hvør, sum nertur við legu hansara, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v6  Og tann, sum situr í sessi, sum maður, ið hevur útflot, hevur sitið á, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v7  Og tann, sum nertur við likam hans, ið útflot hevur, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v8  Um maður, ið hevur útflot, spýtir á einhvønn, ið reinur er, tá skal hesin tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v9  Hvørt akfar, sum maður við útfloti ekur á, skal vera óreint. v10  Og hvør, ið nertur við nakað, sum hann hevur ligið ella sitið á, skal vera óreinur til kvølds; og hvør, ið ber tað, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v11  Ein og hvør, sum maður við útfloti nertur við og hevur ikki frammanundan skolað hendur sínar í vatni, skal tváa klæði síni og baða sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v12  Leirílát, sum maður við útfloti nertur við, skal verða brotið; men er tað træílát, skal tað verða tváað í vatni. v13  Tá ið maður, sum útflot hevur, verður reinur av útfloti sínum, tá skal hann telja sjey dagar fram frá tí degi, hann varð reinur, síðan tváa klæði síni og skola likam sítt í rennandi vatni; tá er hann reinur. v14  Og áttanda dagin skal hann taka sær tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar og ganga fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins og fáa prestinum tær; v15  tá skal presturin ofra tær, aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur; og soleiðis skal presturin frammi fyri Harranum veita honum sáttargerð fyri útflot hans. v16  Tá ið maður hevur sáðlát, skal hann tváa alt likam sítt í vatni og vera óreinur til kvølds; v17  øll klæði og hvørt skinnplagg, ið sáð er komið upp á, skulu verða tváað í vatni og vera órein til kvølds. v18  Legst maður hjá konu, og sáð gongur frá honum, tá skulu tey bæði tváa sær í vatni og vera órein til kvølds.

Óreinska hjá konum

v19  Tá ið kona hevur útflot, og tað er blóð, ið rennur úr blygd hennara, tá skal óreinleiki hennara vara í sjey dagar, og hvør, ið nertur við hana, skal vera óreinur til kvølds. v20  Og alt, sum hon liggur á, meðan hon er mánasjúk, verður óreint, og alt, sum hon situr á, verður óreint. v21  Og hvør, ið nertur við legu hennara, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v22  Og hvør, ið nertur við sess, sum hon hevur sitið á, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v23  Og nertur einhvør við nakað, sum er á legu hennara, ella sum hon hevur sitið á, tá skal hann vera óreinur til kvølds. v24  Liggur maður í rekkju við henni og mánaóreinska hennara kemur upp á hann, tá skal hann vera óreinur í sjey dagar; og hvør lega, sum hann liggur á, skal vera órein.

v25  Hevur kona útflot, og blóð hennara rennur fleiri dagar til aðrar tíðir, enn tá ið hon er mánasjúk, ella tað rennur út um ta tíð, sum mánasjúkan varar, tá skal hon alla ta tíð, sum hon er órein av útfloti sínum, vera, eins og tá ið hon er mánasjúk; hon skal vera órein. v26  Hvør lega, sum hon liggur á alla ta tíð, hon hevur útflot, skal vera eins og tann lega, hon liggur á, tá ið hon er mánasjúk; og alt, sum hon situr á, skal vera óreint, eins og tá ið hon er órein av mánasjúku. v27  Ein og hvør, ið nertur við hesar lutir, skal vera óreinur; og hann skal skola klæði síni og tváa sær í vatni og vera óreinur til kvølds. v28  Men er hon vorðin grødd av útfloti sínum, skal hon telja sjey dagar fram og síðan vera rein. v29  Og áttanda dagin skal hon taka tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar og bera prestinum tær at durum samfundartjaldsins. v30  Og presturin skal ofra aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur; og soleiðis skal presturin veita henni sáttargerð frammi fyri Harranum fyri óreinleikan av útfloti hennara.

v31  Tit skulu vara Ísraelsmenn við óreinleika teirra, so at teir ikki týna lívið í óreinleika sínum, við tað at teir gera bústað mín, ið er teirra millum, óreinan.

v32  Hetta er lógin um menn, ið hava útflot og sáðlát, so at teir verða óreinir av tí; v33  og um konur, ið hava mánasjúku, um hvønn, sum hevur útflot, hvørt tað er kallur ella kona, um mann, ið er í rekkju við konu, sum er órein.«