Um hjúnaband

v1  Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2  »Tala til Ísraelsmanna og sig við teir: Eg eri Harrin, Guð tykkara! v3  Tit skulu ikki fara eftir siðum Egyptalands, har tit hava búð, og tit skulu ikki fara eftir siðum Kánáanlands, sum eg leiði tykkum inn í, ikki heldur ganga eftir fyriskipanum teirra. v4  Men lógir mínar skulu tit halda og varðveita fyriskipanir mínar, so at tit ganga eftir teimum; eg eri Harrin, Guð tykkara! v5  Tit skulu tí varðveita fyriskipanir og lógir mínar; tann maður, ið tær heldur, skal liva við teimum; eg eri Harrin.

v6  Eingin tykkara má nærkast at holdsligu skyldmonnum sínum til tess at nekta blygd teirra. Eg eri Harrin. v7  Blygd faðirs tíns og blygd móður tínar mást tú ikki nekta; hon er móðir tín, tú mást ikki nekta blygd hennara! v8  Blygd konu faðirs tíns mást tú ikki nekta; tað er blygd faðirs tíns. v9  Blygd systur tínar, hvørt hon er dóttir faðirs tíns ella móður tínar, hvørt hon er fødd heima ella uttan fyri heimið – blygd hennara mást tú ikki nekta! v10  Blygd sonardóttur tínar ella dótturdóttur mást tú ikki nekta, tí at tað er blygd tín. v11  Blygd dóttur konu faðirs tíns, ið er komin av faðir tínum, blygd hennara mást tú ikki nekta; tí at hon er systir tín. v12  Blygd faðirsystur tínar mást tú ikki nekta, hon er holdsliga skyldmenni faðirs tíns. v13  Blygd móðursystur tínar mást tú ikki nekta, tí at hon er holdsliga skyldmenni móður tínar. v14  Blygd faðirbróður tíns mást tú ikki nekta og ikki nærkast konu hans, tí at hon er faðirsystir tín. v15  Blygd sonarkonu tínar mást tú ikki nekta, tí at hon er kona sonar tíns; blygd hennara mást tú ikki nekta! v16  Blygd konu bróður tíns mást tú ikki nekta; tað er blygd bróður tíns. v17  Blygd konu og dóttur hennara mást tú ikki nekta; heldur ikki mást tú taka sonardóttur ella dótturdóttur hennara til konu og nekta blygd hennara; tær eru holdsligu skyldmenni hennara; tað er leysalevnað. v18  Tú mást ikki taka systur konu tínar til hjákonu og nekta blygd hennara, meðan systirin er á lívi, so at tú nektar blygdina hjá báðum.

Um siðloysi

v19  Konu, sum er órein vegna mánasjúku, mást tú ikki nærkast til at nekta blygd hennara. v20  Við konu næsta tíns mást tú ikki hava samlegu, so at tú verður óreinur av henni. v21  Einki av avkomi tínum mást tú geva Moloki sum offur; tú mást ikki vanhalga navn Guðs tíns. Eg eri Harrin! v22  Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd. v23  Heldur ikki við nakað djór mást tú hava samlegu, so at tú verður óreinur av tí. Og kona má ikki standa fyri djóri til paringar; tað er hervilig andstygd.

Ávarandi dømi

v24  Dálkið tykkum ikki við nøkrum av hesum; tí at við øllum hesum hava teir heidningar dálkað seg, sum eg man reka undan tykkum; v25  tí varð landið óreint; og eg læt misgerð tess koma yvir tað; og landið spýði út íbúgvar sínar. v26  Varðveitið tí fyriskipanir og lógir mínar og fremjið onga av hesum andstygdum, hvørki hin innborni ella tann, sum býr í útisetri tykkara millum – v27  tí at allar hesar andstygdir framdu teir, sum búðu í landinum undan tykkum, so at landið gjørdist óreint – v28  so landið skal ikki útspýggja tykkum, tá ið tit gera tað óreint, eins og tað útspýði tær tjóðir, sum vóru har undan tykkum. v29  Tí at hvør, ið fremur nakra av hesum andstygdum – hvør, sum fremur tær – skal verða oyddur úr tjóð síni! v30  Varðveitið tí boðorð míni, so at tit ikki taka eftir teimum andstyggiligu siðum, ið framdir vórðu undan tykkum; gerið tykkum ikki óreinar við teimum. Eg eri Harrin, Guð tykkara!«