Ymiskar fyriskipanir

v1  Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2  »Tala við allan savnað Ísraelsmanna og sig við teir: Tit skulu vera heilagir, tí at eg Harrin, Guð tykkara, eri heilagur! v3  Tit skulu hvør og ein óttast móður sína og faðir sín og halda hvíludagar mínar; eg eri Harrin, Guð tykkara! v4  Víkið ikki á hinar fánýtu gudar og gerið tykkum ikki stoyptar gudar; eg eri Harrin, Guð tykkara!

v5  Tá ið tit slátra takkaroffur fyri Harranum, skulu tit slátra tað soleiðis, at tað elvir tykkum góðan tokka hjá Guði. v6  Sama dag, sum tað verður ofrað, skal tað verða etið og dagin eftir; men tað, sum verður eftir til triðja dagin, skal verða uppbrent. v7  Men tað, sum verður etið triðja dagin, skal teljast óreint; tað elvir tykkum ongan tokka hjá Guði; v8  og hvør, ið etur av tí, ger seg sekan, tí at hann hevur vanhalgað tað, sum Harranum var halgað; tann maður skal verða oyddur úr tjóð síni.

v9  Og tá ið tit skera akurin í landi tykkara, tá skalt tú ikki skera akurin heilt út á bakkarnar og ikki henta upp tey øks, ið eftir liggja; v10  heldur ikki mást tú tína aftur um aftur víngarð tín og ikki henta upp niðurdottin aldin; tú skalt lata tað verða eftir til armingan og útisetan. Eg eri Harrin, Guð tykkara!

v11  Tit mega ikki stjala og ikki ljúgva og ikki fara við svikum hvør móti øðrum. v12  Tit mega ikki gera rangan eið í navni mínum, so at tú vanhalgar navn Guðs tíns. Eg eri Harrin! v13  Tú mást ikki níva næsta tín, ikki ræna hann og ikki hava dagløn bønarmansins eftir hjá tær um náttina til morguns. v14  Tú mást ikki biðja ilt yvir tann dumba og ikki leggja snávingarstein fyri tann blinda. Tú skalt óttast Guð tín! Eg eri Harrin! v15  Tú mást ikki fara við svikum í rættinum og hvørki geva tí fátæka ella tí ríka nakran fyrimun; við rættvísi skalt tú døma næsta tín. v16  Tú mást ikki ganga um við sleyi móti tjóðfelaga tínum og ikki royna eftir lívi næsta tíns. Eg eri Harrin! v17  Lat ikki hjarta títt hýsa hatri móti bróður tínum, men hav álvarsliga at honum, so at tú ikki verður syndasekur hansara vegna. v18  Ver ikki hevnisamur og goym ikki meinhuga móti tjóðfelagum tínum; men tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Eg eri Harrin!

v19  Tit skulu halda fyriskipanir mínar. Lat ikki tvey djór av ymiskum slagi para seg; og sáa ikki tvey sløg av korni í somu veltu og far ikki í klæði, sum vovin eru úr tvinnanda sløgum av tógvi.

v20  Tá ið maður hevur samlegu við konu, og hon er trælkona, trúlovað øðrum manni, men ikki loyst ella givin leys, tá skulu tey verða revsað, tó ikki láta lív; tí at hon var ikki givin leys. v21  Men hann skal frambera Harranum sektaroffur sítt at durum samfundartjaldsins, sektaroffurveðr. v22  Og presturin skal við sektaroffurveðrinum fyri honum gera sáttargerð frammi fyri Harranum fyri ta synd, sum hann hevur gjørt, so at hann fær fyrigeving fyri ta synd, sum hann hevur gjørt.

v23  Tá ið tit koma inn í landið og seta niður alskyns aldintrø, tá skulu aldin teirra vera tykkum eins og yvirhúð teirra, í trý ár skulu tit telja tey óumskorin og ikki eta aldin teirra. v24  Men fjórða árið skulu øll aldin teirra verða halgað Harranum við miklum fagnaði. v25  Og fimta árið tá fyrstani skulu tit fáa tykkum av aldini teirra. Við at fara soleiðis fram økja tit úrtøku teirra. Eg eri Harrin, Guð tykkara!

v26  Tit mega einki eta við blóðinum í; og tit mega ikki fáast við at ganda og mana. v27  Tit mega ikki rundklippa hárið og ikki snøgga av skegginum. v28  Og tit skulu ikki skera tykkum skeinur í holdið deyðum til bata og ikki heldur rista merki í húðina. Eg eri Harrin! v29  Tú mást ikki vanhalga dóttur tína við at lata hana verða skøkju, at landið ikki má dríva hor og fyllast av siðloysi. v30  Tit skulu halda hvíludagar mínar og hava óttafulla virðing fyri halgidómi mínum. Eg eri Harrin! v31  Tit skulu ikki leita ráð hjá dreygum og ikki spyrja spásagnarandar, so at tit verða óreinir við teimum. Eg eri Harrin, Guð tykkara!

v32  Fyri tí gráhærda skalt tú standa upp og heiðra tann gamla! Tú skalt óttast Guð tín. Eg eri Harrin! v33  Tá ið útiseti býr hjá tær í landi tykkara, tá mega tit ikki vera harðir við hann; v34  sum ein av tykkara egnu skulu tit telja hin fremmanda, sum hjá tykkum býr; tú skalt elska hann sum sjálvan teg; tí at tit livdu jú sjálvir í útisetri í Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara! v35  Í rættinum mega tit ikki vera sviksamir, hvørki móti stikku, vágskál ella máti. v36  Tit skulu nýta rættar vágskálir, rætt lodd, rætta efu og rætta hin. Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi! v37  Tit skulu varðveita allar fyriskipanir og allar lógir mínar og halda tær. Eg eri Harrin!«