Lóg um brennioffur

v1  Harrin kallaði á Móses og talaði til hansara úr samfundartjaldinum og segði: v2  »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Vil einhvør av tykkum frambera Harranum offurgávu av fenaði sínum, tá mega tit frambera offurgávu tykkara av stórdýrunum ella smalunum.

v3  Er offurgáva hansara brennioffur av stórdýrunum, skal tað vera av kallkyni og lýtaleyst; fram fyri dyr samfundartjaldsins skal hann leiða tað, so at tað má verða Harranum væltoknanligt. v4  Og hann skal leggja hond sína á høvur brennioffurdjórsins, til tess at tað má gera hann væltoknaðan og veita honum sáttargerð. v5  Síðan skal hann slátra ungneytið frammi fyri Harranum; men synir Árons, prestarnir, skulu frambera blóðið og støkkja tað íkring upp á altarið, sum stendur við dyr samfundartjaldsins. v6  Og tá skal hann fletta brennioffurdjórið og lima tað sundur í lutir, v7  men synir Árons, prestarnir, skulu kynda eld á altarinum og leggja við á eldin. v8  Og synir Árons, prestarnir, skulu leggja limirnar saman við høvdi og mørum oman á viðin, ið lagdur er á altareldin; v9  men indrini og føturnar skal hann tváa í vatni; og síðan skal presturin brenna tað alt samalt á altarinum sum brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar.

v10  Er offurgávan, ið hann ætlar at frambera sum brennioffur, av smáfenaðinum, av seyðunum ella geitunum, tá skal tað vera av kallkyni og lýtaleyst. v11  Hann skal slátra tað norðanvert við altarið frammi fyri Harranum; men synir Árons, prestarnir, skulu støkkja blóðið av tí upp á altarið alt íkring. v12  Síðan skal hann lima tað sundur í lutir, og presturin skal leggja lutirnar saman við høvdi tess og mørum oman á viðin, ið lagdur er á altareldin; v13  men indrini og føturnar skal hann tváa í vatni; og síðan skal presturin frambera tað alt samalt og brenna tað á altarinum; tað er brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar.

v14  Vil hann frambera Harranum brennioffur av fuglum, tá taki hann sum offurgávu turtildúgvu ella dúgvuunga; v15  presturin skal taka fuglin at altarinum, slíta høvdið av honum og brenna tað sum roykoffur á altarinum og kroysta blóðið upp á altarsíðuna. v16  Og hann skal taka út kjósina við gorinum og tveita hana eystur um altarið, har sum øskan verður koyrd. v17  Síðan skal hann bróta veingirnar, tó ikki slíta teir leysar frá; og presturin skal bera tað fram sum brennioffur á altarinum, á viðinum yvir eldinum; tað er brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar.