v1 Harrin talaði framvegis til Móses og segði: v2 »Sig við Ísraelsmenn: Um einhvør av Ísraelsmonnum ella av útisetunum, sum búgva í Ísrael, gevur Moloki avkom sítt, skal hann vissuliga láta lív; fólkið í landinum skal grýta hann til bana. v3 Eg snúgvi andliti mínum móti tí manni og oyði hann úr tjóð síni, fyri at hann gav Moloki avkom sítt og gjørdi halgidóm mín óreinan og vanhalgaði heilaga navn mítt. v4 Men um fólkið í landinum tekur útyvir við tílíkum manni, tá ið hann gevur Moloki avkom sítt, og ikki tekur hann av lívi, v5 tá man eg sjálvur snúgva andliti mínum móti honum og ætt hansara, og hann og allar, sum í horfikni saman við honum fylgja Moloki, skal eg oyða úr tjóð teirra.
v6 Hvør, ið víkur á dreygar og spásagnarandar og horfikin fylgir teimum, móti honum snúgvi eg andliti mínum og oyði hann úr tjóð síni. v7 Halgið tykkum og verðið heilagir, tí at eg eri Harrin, Guð tykkara! v8 Og varðveitið fyriskipanir mínar og haldið tær. Eg eri Harrin, sum halgar tykkum!
v9 Tí at hvør, ið biður ilt yvir faðir sín og móður sína, skal týna lívið; hann hevur biðið ilt yvir faðir sín og móður sína; blóðsekt hvílir á honum.
v10 Maður, sum drívur hor við konu hjá øðrum manni, drívur hor við konu næsta síns, skal týna lívið, bæði horkallurin og horkonan. v11 Og hevur maður samlegu við konu faðirs síns, tá hevur hann nektað blygd faðirs síns; tey skulu bæði týna lívið; blóksekt hvílir á teimum. v12 Hevur maður samlegu við sonarkonu sína, tá skulu tey bæði láta lív; skemdarverk hava tey gjørt; blóðsekt hvílir á teimum. v13 Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum. v14 Tekur maður sær bæði dóttur og móður hennara til konu, tá er tað leysalevnað; hann skal verða brendur á báli saman við báðum teimum; tílíkt leysalevnað má ikki finnast tykkara millum. v15 Um maður hevur samlegu við djór, tá skal hann láta lív; og djórið skulu tit drepa. v16 Um kona gongur fyri djór til paringar, tá skalt tú drepa bæði hana og djórið; tey skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum. v17 Tekur maður systur sína til konu, hvørt hon er dóttir faðirs hans ella móður hans, og hann sær nakni hennara, ella hon sær nakni hans, tá er tað leysalevnað; tey skulu verða oydd fyri eygunum á tjóðfeløgum sínum; hann hevur nektað blygd systur sínar og er vorðin sekur. v18 Hevur maður samlegu við mánasjúka konu og nektar blygd hennara avhylur keldu hennara og hon nektar keldu blóðs síns, tá skulu tey bæði verða oydd úr tjóð síni. v19 Tú mást ikki nekta blygd móðursystur tínar ella blygd faðirsystur tínar, tí at tílíkur nektar blygdina á næsta skyldmenni sínum; tey skulu bøta fyri misgerð sína. v20 Hevur maður samlegu við konu faðirbróður síns, tá nektar hann blygd faðirbróður síns; tey skulu bøta aftur fyri synd sína og doyggja barnleys. v21 Gongur maður í hjúnalag við konu bróður síns, tá er tað órein gerð; hann hevur nektað blygd bróður síns; barnleys skulu tey doyggja.
v22 Varðveitið tí allar fyriskipanir og allar lógir mínar og haldið tær, so at ikki landið, sum eg leiði tykkum inn í til at búgva í, skal útspýggja tykkum. v23 Takið ikki eftir siðunum hjá teimum tjóðunum, sum eg reki undan tykkum; tær framdu alt hetta; og tí stóðst mær við tær, v24 so at eg segði við tykkum: Tit skulu fáa land teirra til ognar; eg gevi tað undir tykkara vald, land, sum flýtur í mjólk og hunangi! Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum skildi tykkum burtur úr tjóðunum!
v25 Gerið tí mun á reinum djórum og óreinum, á óreinum fuglum og reinum, so at tit ikki gera tykkum sjálv andstyggilig við djórum og fuglum og við øllum tí, sum yður á jørðini, øllum, ið eg havi skilt frá, til tess at tað skal vera tykkum óreint. v26 Tit skulu vera mær heilagir, tí at eg, Harrin, eri heilagur og havi skilt tykkum frá tjóðunum, til tess at tit skulu vera mínir. v27 Hevur maður ella kona mananaranda ella spásagnaranda, skulu tey láta lív; tey skulu verða grýtt; blóðsekt hvílir á teimum.«