v1 Harrin segði við Móses: »Tala til prestarnar, synir Árons, og sig við teir: Prestur má ikki gera seg óreinan av líki í ættarfólki sínum, v2 uttan so er, at tað er næsta skyldmenni hans, móðir ella faðir, sonur ella dóttir, bróðir v3 ella systir, sum er moyggj og enn hoyrir til húski hans og ikki givin manni, við henni má hann gera seg óreinan. v4 Men var hon givin tjóðfelaga hansara til konu, tá má hann ikki gera seg óreinan við henni og soleiðis vanhalga seg. v5 Prestarnir mega ikki raka seg berskøllutar, heldur ikki klippa skeggrondina og ikki skera skeinur í holdið. v6 Teir skulu vera heilagir fyri Guði sínum og ikki vanhalga navn Guðs síns; tí at teir bera fram eldoffur Harrans, mat Guðs síns; tí skulu teir vera heilagir. v7 Skøkju og spilta moyggj má hann ikki taka til konu, heldur ikki afturrikna konu, tí at hann skal verða halgaður Guði sínum. v8 Tú skalt telja hann heilagan, tí at hann ber fram mat Guðs tíns; hann skal vera tær heilagur, tí at heilagur eri eg, Harrin, ið halgar tykkum! v9 Um prestdóttir vanhalgar seg við horlívi, tá vanhalgar hon faðir sín; hon skal verða brend á báli.
v10 Presturin, sum er mætastur millum brøðra sína, á hvørs høvur salvingaroljan varð úthelt, og sum varð vígdur og latin í hini heilagu klæðini, hann má ikki lata hárið flákra og ikki skræða klæði síni. v11 Hann má ikki koma at nøkrum líki, enn ikki við faðir og móður má hann gera seg óreinan. v12 Og ikki má hann fara út úr halgidóminum, so at hann vanhalgar halgidóm Guðs síns, tí at vígslan av salvingarolju Guðs hans er á honum. Eg eri Harrin. v13 Hann skal taka sær moyggj til konu. v14 Hvørki einkju ella afturrikna konu, hvørki spilta moyggj ella skøkju má hann taka sær til konu, men moyggj av tjóðfelagum sínum skal hann taka sær til konu, v15 so at hann ikki vanhalgar avkom sítt millum tjóðfelaga sína; tí at eg eri Harrin, sum halgar hann!«
v16 Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v17 »Sig við Áron: Eingin av kyntátti tínum í komandi ættarliðum, sum hevur brek á sær, má koma framat til at frambera mat Guðs síns; v18 tí at tað má eingin, ið brekaður er, hvørt hann er blindur ella lamin, ørkymlaður í andlitinum ella hevur einhvønn avskeplaðan lim, v19 eingin, sum hevur brotnan fót ella brotna hond, v20 eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin ella hevur flekk í eygum, eingin, sum hevur skrubb ella óferi ella meltað eistu. v21 Eingin, sum er ættaður av Ároni presti og hevur brek á likami sínum, má sleppa framat til at frambera eldoffur Harrans; hann er brekaður og má ikki sleppa framat til at frambera mat Guðs síns. v22 Tó má hann eta mat Guðs síns, bæði tað háheilaga og tað heilaga; v23 men fram at fortjaldinum má hann ikki koma og ikki nærkast altarinum; tí at hann hevur brek og má ikki vanhalga halgidóm mín, tí at eg eri Harrin, hann, sum halgar teg!« v24 Og Móses talaði soleiðis til Áron og synir hans og allar Ísraelsmenn.