Um hátíðir

v1  Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2  »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Viðvíkjandi hátíðum Harrans, ið tit skulu boða sum halgistevnur – tá eru hátíðir mínar hesar: v3  Í seks dagar skulu tit verk vinna, men sjeyndi dagurin skal vera fullkomuligur hvíludagur, halgistevna; tá skulu tit einki verk vinna; hann skal vera hvíludagur fyri Harranum á øllum bústøðum tykkara.

v4  Hesar eru hátíðir Harrans og halgistevnur tær, sum tit skulu boða, hvørja á síni tíð: v5  Fjúrtanda dagin í hinum fyrsta mánaðinum um sólsetur eru páskir fyri Harranum. v6  Og fimtanda dagin í tí sama mánaðinum skulu tit halda Harranum hátíð hinna ósúrgaðu breyða; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. v7  Fyrsta dagin skulu tit halda halgistevnu, og tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu. v8  Í sjey dagar skulu tit frambera Harranum eldoffur; sjeynda dagin skal vera halgistevna; tit mega ikki starva í nakrari vinnu.«

v9  Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v10  »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, og tit skera akur har, tá skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av kornskurði tykkara. v11  Og hann skal reiggja bundinum frammi fyri Harranum, so at tað ger tykkum væl toknaðar; dagin eftir hvíludagin skal presturin reiggja tí. v12  Sama dag, sum tit reiggja bundinum, skulu tit ofra Harranum lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur, v13  og aftur við tí sum grónoffur tveir tíggjundapartar úr efu av fínum mjøli blandað við olju sum vælangandi royk av eldofri fyri Harranum og somuleiðis fjórðingshin av víni sum droypioffur. v14  Fyrr enn henda dag mega tit hvørki eta breyð ella sviðið korn ella nýtreskt korn, fyrr enn tit hava borið Guði tykkara offurgávuna. Hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara.

v15  Og frá degnum aftan á hvíludagin, frá tí degi tá tit frambera reiggjanarbundið, skulu tit telja sjey vikur fram, – sjey fullar vikur skulu vera v16  til næsta dag eftir sjeynda hvíludag; fimmti dagar skulu tit telja fram; og tá skulu tit frambera Harranum nýtt grónoffur. v17  Úr bústøðum tykkara skulu tit koma við reiggjanarbreyði, tveimum breyðum gjørdum úr tveimum tíggjundapørtum úr efu av fínum mjøli, bakað við súrdeiggi – ein frumgróðrargáva til Harrans. v18  Og umframt breyðini skulu tit frambera sjey lýtaleysar, veturgamlar seyðir, ein ungan tarv og tveir veðrar, ið skulu vera brennioffur fyri Harranum og aftur við tí grónoffur og droypioffur – eldoffurs vælangandi royk fyri Harranum. v19  Og tit skulu ofra geitarhavur sum syndaoffur og tveir ársgamlar seyðir sum takkaroffur; v20  presturin skal reiggja teimum báðum seyðunum saman við frumgróðrarbreyðinum sum reiggjanaroffur frammi fyri Harranum. Tað skal verða Harranum halgað, prestinum til handar. v21  Á hesum sama degi skulu tit lata boð ganga og halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu. Hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara. v22  Og tá ið tit skera akurin í landi tykkara, tá skalt tú ikki skera hvønn bakka og ikki heldur henta upp tey øks, ið eftir liggja; men tú skalt lata tað verða eftir til armingan og útisetan. Eg eri Harrin, Guð tykkara!«

v23  Og Harrin talaði framvegis til Móses og segði: v24  »Tala til Ísraelsmenn og sig: Á fyrsta degi í hinum sjeynda mánaðinum skulu tit halda áminningarhvíludag við lúðrablástri og halgistevnu. v25  Tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu; tit skulu frambera Harranum eldoffur.«

v26  Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v27  »Tíggjundi dagurin í hesum sama sjeynda mánaði er sáttmáladagur; tá skulu tit halda halgistevnu, svølta tykkum og frambera Harranum eldoffur. v28  Á hesum sama degi mega tit einki verk vinna, tí at hann er sáttmáladagur til tess at veita tykkum sáttargerð frammi fyri Harranum, Guði tykkara. v29  Tí at hvør, sum ikki svøltar seg á hesum sama degi, skal verða oyddur úr tjóð síni. v30  Og hvør, ið vinnur at nøkrum verki á hesum sama degi, hann skal eg týna úr tjóð síni. v31  Einki verk mega tit vinna; tað skal vera tykkum ævig skipan ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara. v32  Hann skal vera tykkum fullkomuligur hvíludagur; tit skulu svølta tykkum; á níggjunda degi mánaðarins um kvøldið skulu tit halda hvíludag tykkara frá kvøldi til kvølds.«

v33  Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: v34  »Tala við Ísraelsmenn og sig: Á fimtanda degi í hinum sjeynda mánaðinum skulu tit halda Harranum leyvskálahátíð í sjey dagar. v35  Á fyrsta degi skulu tit halda halgistevnu; í ongari vinnu mega tit starva. v36  Í sjey dagar skulu tit frambera Harranum eldoffur; áttanda dagin skulu tit halda halgistevnu og frambera Harranum eldoffur; tað er hátíðarfundur, og tit mega tá ikki starva í nakrari vinnu.

v37  Hetta eru hátíðir Harrans, ið tit skulu boða sum halgistevnur, tá ið tit frambera Harranum eldoffur, brennioffur, grónoffur, sláturoffur og droypioffur, tað fyriskipaða ofrið á hvørjum degi, v38  umframt hvíludagar Harrans og umframt gávur og heitoffur og sjálvboðin offur, sum tit geva Harranum.

v39  Á fimtanda degi í hinum sjeynda mánaðinum, tá ið tit hava fingið úrtøku landsins inn undir lonir, skulu tit halda hátíð Harrans í sjey dagar; hin fyrsti dagurin skal vera hvíludagur og somuleiðis hin áttandi. v40  Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum aldin av føgrum trøum, pálmabløð og greinar av leyvtrøum og áarpílum og fegnast frammi fyri Harranum, Guði tykkara, í sjey dagar. v41  Og tit skulu halda hana sum hátíð Harrans í sjey dagar um árið; hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið; í sjeynda mánaði skulu tit halda hana. v42  Tá skulu tit búgva í leyvskálum í sjey dagar; allir menn, sum føddir eru í Ísrael, skulu búgva í leyvskálum, v43  til tess at eftirkomarar tykkara mega vita; at eg læt Ísraelsmenn búgva í leyvskálum, tá eg leiddi teir út úr Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara!«

v44  Síðan greindi Móses Ísraelsmonnum frá hátíðum Harrans.