v1 Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2 »Bjóða Ísraelsmonnum at taka tær reina olju úr stoyttum oljuberjum til ljósastakan, so at lampurnar altíð kunnu verða uppsettar. v3 Í samfundartjaldinum uttan fyri vitnisburðarfortjaldið skal Áron tilreiða tær, so at tær altíð mega brenna frammi fyri Harranum frá kvøldi til morguns. Hetta skal vera ævig skipan í øllum ættarliðum tykkara. v4 Hann skal gera lampurnar til á gullljósastakanum frammi fyri Harranum, so at tær altíð mega brenna.
v5 Og tú skalt taka fínt mjøl og baka úr tí tólv køkur; tveir tíggjundapartar úr efu skulu vera í hvørjari køku. v6 Tær skalt tú leggja í tvey røð, seks í hvørt raðið, á gullborðið frammi fyri Harranum. v7 Á hvørt raðið skalt tú leggja reint roykilsi; tað skal aftur við breyðinum vera áminningaroffur av eldofri fyri Harranum. v8 Hann skal støðugt hvønn hvíludag gera tey til frammi fyri Harranum. Hetta skal vera Ísraelsmonnum ævig sáttmálaskylda. v9 Tey skulu Áron og synir hansara njóta, og teir skulu eta tey á heilagum staði; tí at tey eru háheilag og skulu ognast honum sum ævig rættindi av eldofrum Harrans.
v10 Maður, hvørs móðir var ísraelitisk, men faðirin Egypti, fór á einum sinni út millum Ísraelsmenn; tá kom sonurin hjá teirri ísraelitisku konuni upp at klandrast við ísraelitiskan mann í herbúðunum. v11 Og tá ið sonurin hjá teirri ísraelitisku konuni bølbað navnið og spottaði tað, leiddu teir hann fyri Móses. Móðir hans æt Sjelomit Dibrisdóttir av Dáns ætt. v12 Og teir settu hann í varðhald, til teir fingu úrskurðin av munni Harrans. v13 Tá talaði Harrin til Móses og segði: v14 »Leið bølbiðjaran út um herbúðirnar; og allir, ið hoyrt hann hava, skulu leggja hendur sínar á høvur hans; síðan skal allur savnaðurin grýta hann til bana. v15 Og tú skalt tala til Ísraelsmenn og siga: Hvør, ið bølbiður Guð sín, skal bøta fyri synd sína; v16 og tann, ið spottar navn Harrans, skal eirindaleyst láta lív; allur savnaðurin skal grýta hann til bana, hvørt tað er útlendskur ella innborin maður, skulu teir týna lívið, tá ið teir bølbiðja navnið.
v17 Um einhvør verður manni at bana, skal hann láta lív; v18 og verður hann djóri at bana, skal hann endurgjalda tað aftur fyri livandi djór livandi djór. v19 Tá ið maður verður tjóðfelaga sínum at meini, skal tað sama verða gjørt við hann, sum hann gjørdi við hin, v20 beinbrot fyri beinbrot, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn; sama mein, ið hann hevur gjørt øðrum, skal verða gjørt móti honum. v21 Verður maður djóri at bana, skal hann endurgjalda tað; og verður hann manni at bana, skal hann láta lív. v22 Tit skulu allir hava eina og somu lóg, bæði hin fremmandi og hin innborni; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara!« v23 Móses segði nú hetta fyri Ísraelsmonnum; og teir fluttu bølbiðjaran út um herbúðirnar og grýttu hann til bana. Ísraelsmenn gjørdu, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.