v1 Og Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli og segði: v2 »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, tá skal landið halda Harranum hvíludag. v3 Í seks ár skalt tú sáa bø tín og í seks ár snidra víngarð tín og bera inn grøði landsins. v4 Men sjeynda árið skal landið halda fullkomuligan hvíludag, hvíludag fyri Harranum; tá mást tú ikki sáa og snidra víngarð tín. v5 Tað korn, sum er vaksið sjálvsáað eftir innbering tína, mást tú ikki skera; og vínberini av ósnidraðu víntrøum tínum mást tú ikki tína; tað skal vera hvíludagsár fyri landið. v6 Og tað, sum landið ber, meðan tað hvílir, skal vera tykkum til føðslu, tær og træli og trælkvendi tínum, bønarmanni tínum og niðursetumanni, sum hjá tær búgva; v7 allur fenaður og øll villdjór í landinum skulu liva av gróðri tess.
v8 Og tú skalt telja sjey hvíludagsár fram, sjey ferðir, so at tíðarskeið teirra sjey hvíludagsára verður fjøruti og níggju ár. v9 Tá skalt tú á tíggjunda degi í hinum sjeynda mánaðinum lata glymlúðurin ljóða; á sáttmáladegnum skulu tit lata lúðurin ljóða um alt land tykkara. v10 Og tit skulu halga tað fimmtiunda árið og boða frælsi í landinum fyri allar íbúgvar tess, fagnaðarár skal tað vera tykkum; tá skal hvør maður venda aftur á óðal sítt, og hvør maður venda heim aftur til ættarfólks síns. v11 Fagnaðarár skal fimmtiunda árið vera tykkum; tá mega tit ikki sáa og ikki skera tað sjálvvaksna kornið og ikki tína vínberini av tí ósnidraða vínviðinum. v12 Tað er fagnaðarár; heilagt skal tað vera tykkum, og tit skulu eta tað, sum sprettur sjálvsáað úr jørðini.
v13 Á fagnaðarárinum skal hvør tykkara koma aftur á óðal sítt. v14 Tá ið tú selur tjóðfelaga tínum eitthvørt ella keypir eitthvørt frá honum, tá mega tit ikki órætta hvør annan. v15 Tá ið tú keypir nakað frá tjóðfelaga tínum, skalt tú telja árini síðan síðsta fagnaðarár; og tá ið hann selur tær nakað, skal hann telja, hvussu mong ár tú fert at bera inn. v16 Eru mong ár eftir, skalt tú seta virðið høgt, og eru fá ár eftir, skalt tú seta virðið lágt; tí at tað eru so og so mangar innberingar, hann selur tær. v17 Tit skulu ikki órætta hvør annan; men tú skalt óttast Guð tín; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara!
v18 Haldið fyriskipanir mínar og varðveitið lógir mínar og haldið tær; tá skulu tit búgva tryggir í landinum, v19 og tá man landið geva av sær grøði sína, og tit skulu eta og verða mettir og búgva har tryggir. v20 Men siga tit nú: Hvat skulu vit eta sjeynda árið, tá ið vit hvørki mega sáa ella bera inn grøði okkara? v21 tá vitið, at sætta árið sendi eg tykkum signing mína, so at tað gevur av sær tríggja ára grøði. v22 Áttanda árið mega tit sáa; men tit skulu liva av gomlum gróðri til hitt níggjunda árið; til tað hevur givið av sær gróðurin, skulu tit liva av gamlari grøði.
v23 Jørðin má ikki verða seld med alla, tí at hon er mín, og tit eru bert útisetar og niðursetumenn hjá mær. v24 Í øllum tí landi, ið tit fáa at eiga, skulu tit geva loyvi til, at jørð verður loyst aftur. v25 Verður bróðir tín fátækur og má selja nakað av jørð síni, tá skal loysnarmaður hansara, tann, sum honum er næstur, koma og loysa tað, sum bróðir hansara hevur selt. v26 Hevur maður ongan loysnarmann og verður sjálvur førur fyri at loysa jørðina aftur, v27 tá skal hann telja árini, sum liðin eru, síðan hann seldi; og eina fyri ta tíð, sum eftir er, skal hann gjalda tí manni, sum hann seldi til, og taka síðan aftur við jørð síni. v28 Men eigur hann ikki nóg mikið til at loysa hana aftur við, tá skal hon alt til fagnaðarárið verða í hondum keyparans, ið hann seldi hana til; men tá ið fagnaðarárið er komið, skal hon verða latin úr hondum; og tá skal hann fáa jørð sína aftur.
v29 Selur maður sethús í múrgirdari borg, eigur hann einans fyrsta árið eftir, at hann seldi tað, heimild at loysa tað aftur; loysnarrættur hansara skal eina vara eitt ár. v30 Men verður tað ikki loyst aftur, áðrenn ár er liðið, tá skal hús í múrgirdari borg ognast honum, ið keypti tað, og eftirkomarum hansara; tað skal ikki verða latið úr hondum fagnaðarárið. v31 Men hús í torpum, sum ikki hava múrar alt íkring, skulu teljast bóndaland; tey mega verða loyst aftur, og fagnaðarárið skulu tey verða latin úr hondum. v32 Men húsini í teimum borgum, sum hoyra Levitunum til, tey skulu Levitarnir altíð eiga heimild at loysa. v33 Og um einhvør av Levitunum ikki loysir aftur tað húsið, sum hann seldi í einihvørji borg, ið teimum hoyrir til, tá skal tað verða latið úr hondum fagnaðarárið; tí húsini í borgum Levitanna eru óðalsogn teirra millum Ísraelsmenn. v34 Heldur ikki má jørðin, ið hoyrir til borgir teirra, verða seld, tí at hon er æviga óðalsogn teirra.
v35 Kemur bróðir tín í fátækt hjá tær og verður ósjálvbjargin, tá skalt tú veita honum dugnað, so at hann, ið hvussu er, má búgva hjá tær sum útiseti ella niðursetumaður. v36 Tú mást ikki taka av honum fæleigu, heldur ikki eykagjald, men tú skalt óttast Guð tín og lata bróður tín búgva hjá tær. v37 Tú mást ikki taka fæleigu fyri silvur títt, sum tú lænir honum, heldur ikki eykagjald fyri tann mat, sum tú gevur honum. v38 Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at geva tykkum Kánáanland og vera Guð tykkara.
v39 Kemur bróðir tín í fátækt hjá tær og má selja seg til tín, tá mást tú ikki bjóða honum trælakor; v40 sum bønarmaður ella niðursetumaður skal hann búgva hjá tær og tæna tær til fagnaðarárið; v41 tá skal hann verða frælsur aftur, hann og børn hansara, og fara heim aftur til ættarfólk sítt, á óðal fedra sína, v42 tí at teir eru tænarar mínir, sum eg leiddi út úr Egyptalandi; ikki mega teir verða seldir eins og trælir verða seldir. v43 Tú mást ikki valda honum við hørðum, tú skalt óttast Guð tín. v44 Men er tykkum tørvur á trælum og trælkvendum, skulu tit keypa tey av teimum tjóðum, ið búgva kring um tykkum; v45 eisini mega tit keypa tykkum trælir av børnum hjá teimum niðursetumonnum, sum búgva í útisetri hjá tykkum, og av ættarfólki teirra, sum hjá tykkum býr og er gitið í landi tykkara; tey skulu verða ogn tykkara. v46 Tey skulu tit lata børn tykkara fáa í arv og til ognar eftir tykkum, so at tey verða trælir hjá tykkum allar tíðir; men yvir brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mega tit ikki valda við harðskapi, bróðir yvir bróður.
v47 Tá ið útisetin ella niðursetumaðurin hjá tær verður ovurríkur, men bróðir tín í grannalagi hansara kemur í fátækt og má selja seg til útisetan ella niðursetumannin hjá tær ella onkrum av ætt útisetans, v48 tá eigur hann heimild at verða loystur aftur, eftir at hann hevur selt seg; ein av brøðrum hansara skal loysa hann aftur, v49 ella faðirbróðir hansara ella sonur faðirbróður hansara ella næsta skyldmenni av ætt hansara, ella hann verður sjálvur førur fyri at loysa seg aftur. v50 Tá skal hann saman við honum, ið keypti hann, telja árini frá tí, hann seldi seg til hansara, og til fagnaðarárið; søluvirði hansara skal samsvara hesum áramáli; og tey árini, hann hevur verið hjá honum, skal hann hava verið sum bønarmaður. v51 Eru enn mong ár eftir, tá skal hann samsvarandi teimum rinda í loysnargjaldi av tí fæi, sum hann var seldur fyri. v52 Og eru fá ár eftir til fagnaðarárið, skal hann rokna honum tey til og greiða loysnargjald sítt fyri tey ár, ið eftir eru. v53 Sum bønarmaður skal hann ár um ár vera hjá honum; tú mást ikki taka útyvir, tá ið tú sært hann valda honum við harðskapi. v54 Men verður hann ikki loystur á henda hátt, skal hann verða frælsur aftur fagnaðarárið, bæði hann og børn hansara. v55 Tí at hjá mær eru Ísraelsmenn trælir; teir eru mínir trælir, sum eg leiddi út úr Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara!