Forboð móti hjágudadýrkan

v1  Tit mega ikki gera tykkum fánýtar gudar og ikki reisa tykkum gudamyndir og steinsúlur og ikki seta upp myndasteinar í landi tykkara til tess at tilbiðja teir; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara!

Hvíludagsboð

v2  Mínar hvíludagar skulu tit halda og hava óttafulla virðing fyri halgidómi mínum. Eg eri Harrin!

Løn fyri at halda lóg Harrans

v3  Ganga tit eftir fyriskipanum mínum og varðveita boðorð míni og halda tey, v4  tá skal eg geva tykkum regn í tøkum tíma, so at landið gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín. v5  Tá skal hjá tykkum treskitíðin vara til víninnberingin byrjar, og víninnberingin vara, til sáðtíðin byrjar; og tit skulu eta tykkum mettar av breyði tykkara og búgva tryggir í landinum. v6  Eg skal geva frið í landinum, so at tit mega fara til hvíldar, uttan at nakar loypir ekka á tykkum; og villdjórini vil eg oyða út úr landinum, og svørðið skal ikki fara um land tykkara meira. v7  Tit skulu elta fíggindar tykkara, og framman fyri tykkum skulu teir falla fyri svørði. v8  Fimm av tykkum skulu elta hundrað, og hundrað av tykkum skulu elta tíggju túsund; og fíggindar tykkara skulu framman fyri tykkum falla fyri svørði. v9  Og eg vil snúgva mær til tykkara og lata tykkum nørast og fjølgast og staðfesta sáttmála mín við tykkum. v10  Og tit skulu eta gamalt korn, til tit noyðast at beina tað burtur til tess at fáa rúm fyri tí nýggja korninum. v11  Eg vil reisa bústað mín tykkara millum, og sál míni skal ikki standast við tykkum meira. v12  Og eg vil ganga tykkara millum og vera Guð tykkara, og tit skulu vera fólk mítt. v13  Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi, til tess at tit ikki skuldu vera trælir teirra; eg breyt sundur stengurnar av oki tykkara og læt tykkum ganga upprættar.

Revsing fyri at bróta lóg Harrans

v14  Men lýða tit ikki mær og halda ikki øll hesi boðorð, v15  havna tit fyriskipanum mínum og stendst tykkum við lógboð míni, so at tit ikki halda allar setningar mínar, men slíta sáttmálan við meg, v16  tá vil eg afturfyri gera á henda hátt ímóti tykkum: Eg skal heimsøkja tykkum við ræðslum, við tæringi og brennandi hitasótt, so eyguni slokna, og lívið fjarar burtur. Og tit skulu sáa sáð tykkara til ónýtis, tí at fíggindar tykkara skulu eta tað. v17  Tá skal eg snúgva mær móti tykkum og lata tykkum lúta fyri fíggindum tykkara; og hatarar tykkara skulu valda tykkum; og tit skulu flýggja undan, tó at eingin eltir tykkum.

v18  Og lýða tit mær heldur ikki tá, skal eg umframt hetta geva tykkum sjeyfalda revsing fyri syndir tykkara. v19  Eg skal bróta drambsligu styrki tykkara og gera himinin uppi yvir tykkum sum jarn og jørð tykkara sum kopar. v20  Strev tykkara skal verða til einkis, tí at jørðin skal ikki geva grøði sína, og trøini á markini skulu ikki bera ávøkst.

v21  Og eru tit kortini tvørsintir móti mær og vilja ikki lýða mær, tá skal eg uppaftur sláa tykkum sjeyfalt fyri syndir tykkara. v22  Djórunum av víðavangi skal eg sleppa eftir tykkum, so at tey gera tykkum barnleysar og beina fyri fenaði tykkara; eg skal gera tykkum fámentar, so at leiðirnar um land tykkara liggja oyddar.

v23  Og vilja tit enn ikki taka við aga av mær, men eru tvørsintir móti mær, v24  tá vil eg eisini verða tvørsintur móti tykkum og sláa tykkum sjeyfalt fyri syndir tykkara. v25  Eg vil lata svørðið koma yvir tykkum til at hevna sáttmálan, ið tit sviku; tá munnu tit tyrpast inn í borgir tykkara; men eg skal lata drepsótt herja tykkara millum, og tit skulu gevast upp í fígginda hendur. v26  Soleiðis skal eg bróta tykkum stuðulstav breyðsins, at tíggju konur skulu baka breyð tykkara í einum ovni og býta breyð tykkara út eftir vekt; tit skulu eta, men ikki fáa tykkum mettar.

v27  Og vilja tit hóast hetta enn ikki lýða mær, men eru tvørsintir ímóti mær, v28  tá skal eg í vreiði eisini vera tvørsintur móti tykkum og geva tykkum sjeyfalda revsing fyri syndir tykkara. v29  Tit skulu eta holdið av sonum tykkara; og holdið av døtrum tykkara. v30  Eg rívi niður offurheyggjar tykkara og smildri sólsúlur tykkara og tveiti líkini av sjálvum tykkum oman á ræini av skurðgudum tykkara, og sál míni skal standast við tykkum. v31  Eg vil avtofta borgir tykkara og leggja halgidómar tykkara oyði og ikki kenna góðan anga av offurroyki tykkara. v32  Eg oyði landið, so at fíggindar tykkara, sum seta seg niður har, skulu øtast. v33  Eg skal spjaða tykkum út um tjóðirnar og elta tykkum við bregdaðum svørði; land tykkara skal verða til oyðimørk, og borgir tykkara verða avtoftaðar.

v34  Tá skal landið fáa bøtt aftur hvíludagar sínar, alla ta tíð, tað liggur oyðið, og tit búgva í fíggindalandi; tá skal landið hvíla og fáa bøtt aftur hvíludagar sínar, v35  alla ta tíð, tað liggur oyðið, skal tað njóta ta hvíld, ið tað ikki fekk notið á hvíludøgum tykkara, tá ið tit búðu í landinum. v36  Men teir av tykkum, ið eftir verða, vil eg gera so hjartkiptar í londum fígginda teirra, at ljóðið av fúkandi leyvsblaði rekur teir á føtur, so at teir flýggja eins og fyri svørði og falla, tó at eingin eltir teir; v37  teir skulu snáva hvør um annan í ræðslu undan svørði, tó at eingin eltir teir; fyri fíggindum tykkara skulu tit ikki standast. v38  Tit skulu farast millum tjóðanna, og land fígginda tykkara skal eta tykkum upp. v39  Og teir av tykkum, ið eftir verða, skulu fyri misgerðir sínar træna burtur í londum fígginda sína; eisini fyri misgerðir fedra sína skulu teir træna burtur eins og teir.

v40  Tá munnu teir játta misgerð sína og misgerð fedra sína, at teir hava svikið meg; og teir skulu viðurkenna, at eg, vegna tess at teir hava verið tvørsintir ímóti mær, v41  eisini havi verið tvørsintur móti teimum og flutt teir burtur í land fígginda teirra; tá skal óumskorna hjarta teirra eyðmýkjast; og tá skulu teir fáa misgerð sína afturlønta. v42  Tá vil eg minnast sáttmála mín við Jákup og sáttmála mín við Ísak, ja, sáttmála mín við Ábraham vil eg eisini minnast; og landið skal eg hava í huga. v43  Men landið má kvitta seg av við teir; og ta tíðina, tað liggur oyðið, skal tað fáa hvíludagar sínar afturbøttar; men teir skulu bøta fyri misgerð sína av tí, ja, av tí at teir havnaðu lógum mínum, og at sál teirra stóðst við fyriskipanir mínar. v44  Men um teir enn eru í landi fígginda sína, so havni eg teimum tó ikki, og sál míni stendst ikki við teir, so at eg skuldi forkomið teimum og gjørt sáttmála mín við teir fyri ongum; tí at eg eri Harrin, Guð teirra. v45  Fyri sakir teirra vil eg minnast sáttmálan við fedrar teirra, sum eg fyri eygum tjóðanna leiddi út úr Egyptalandi til tess at vera Guð teirra. Eg eri Harrin!«

v46  Hetta eru tey boð og tær fyriskipanir og lógir, sum Harrin setti millum sín og Ísraelsmanna á Sinai fjalli við Mósesi.