Lóg um grónoffur

v1  Vil maður bera Harranum grónoffur, tá skal offurgáva hansara vera av fínum mjøli; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná v2  og fáa sonum Árons, prestunum, tað; og presturin skal taka ein neva av mjølinum og oljuni og alt roykilsið, tað, ið ofrað skal verða av grónofrinum, og bera tað fram sum áminningaroffur á altarinum, sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur. v3  Men tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans.

v4  Vilt tú frambera grónoffur av tí, sum í ovni er bakað, tá skal offurgáva tín vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju. v5  Er offurgáva tín grónoffur, sum er bakað á rist, tá skal tað vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju; v6  tú skalt mala tað sundur og hella olju út yvir tað; tað er grónoffur. v7  Men er offurgáva tín grónoffur, tilreitt á pannu, tá skal tað verða gjørt av fínum mjøli við olju. v8  Grónofrið, sum er tilreitt á henda hátt, skalt tú bera Harranum; tað skal verða fingið prestinum; og presturin skal bera tað fram at altarinum. v9  Og presturin skal taka burtur av grónofrinum áminningaroffur og ofra tað á altarinum sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur; v10  og tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans.

v11  Einki grónoffur, sum tit frambera Harranum, má vera súrgað; tí at einki av súrdeiggi ella hunangi mega tit ofra Harranum sum eldoffur; v12  sum frumgróðraroffurgávu mega tit frambera Harranum tað, men tit skulu ikki lata tað koma upp á altarið sum vælangandi royk. v13  Í allar grónoffurgávur tínar skalt tú koyra salt; tú mást ikki lata grónofri tínum vanta salt sáttmála Harrans; við øllum offurgávum tínum skalt tú frambera salt.

v14  Vilt tú frambera Harranum frumgróðrargrónoffur, tá skal tað, ið tú frambert sum grónoffur av frumgróðri tínum, vera øks, sviðin í eldi, skrudd og av nýskornum korni; v15  tú skalt hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná; tað er grónoffur. v16  Og sum áminningaroffur skal presturin ofra nakað av tí skrudda korninum og nakað av oljuni saman við øllum roykilsinum; tað er eldoffur Harranum til handar.