v1 Og Harrin talaði við Móses og segði: v2 »Sig við Ísraelsmenn: Syndar maður av misgáu ímóti boðum Harrans og brýtur eitt av teimum, skal verða farið fram á henda hátt: v3 Er tað salvaður prestur, ið við synd síni hevur leitt syndarsekt yvir fólkið, skal hann fyri ta synd, sum hann hevur gjørt, ofra Harranum lýtaleysan ungan tarv sum syndaoffur; v4 hann skal leiða tarvin fyri dyr samfundartjaldsins, fram fyri Harran, leggja hond sína á høvur hans og slátra hann frammi fyri Harranum. v5 Síðan skal hin salvaði presturin taka av blóði tarvsins og bera tað inn í samfundartjaldið. v6 Og presturin skal drepa fingur sín niður í blóðið og støkkja av tí frammi fyri Harranum sjey ferðir framman fyri fortjald halgidómsins; v7 síðan skal presturin rýða nakað av blóðinum upp á hornini á roykilsisaltarinum, sum stendur í samfundartjaldinum frammi fyri Harranum; men alt hitt blóðið av tarvinum skal hann úthella í neðra upp á brennioffuraltarið, ið stendur uttan fyri dyr samfundartjaldsins; v8 men alt tað feita skal hann taka úr syndaoffurtarvinum, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, v9 bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum, v10 á sama hátt sum tað verður tikið út úr takkaroffuroksanum; og presturin skal brenna tað á brennioffuraltarinum; v11 men húð tarvsins og alt kjøtið, høvdið, føturnar, indrini, gorið, v12 allan tarvin, sum hann er, skal hann flyta út um herbúðirnar á óreinan stað, har ið øskan verður koyrd, og brenna hann á viðabáli; har, ið øskan verður koyrd, skal hann verða brendur.
v13 Er tað alt Ísraels fólk, sum av misgáu syndar, og teir bróta eitt av boðum Harrans uttan at tað verður savnaðinum kunnugt og falla soleiðis í syndasekt, v14 tá skal savnaðurin, tá ið syndin, ið teir hava gjørt, er vorðin kunn, taka ungan tarv sum syndaoffur og leiða hann fram fyri samfundartjaldið; v15 og hinir elstu savnaðarins skulu leggja hendur sínar á høvur tarvsins frammi fyri Harranum; síðan skal tarvurin verða slátraður frammi fyri Harranum. v16 Tínæst skal hin salvaði presturin taka av blóði tarvsins inn í samfundartjaldið; v17 og presturin skal drepa fingur sín niður í blóðið og støkkja tað sjey ferðir frammi fyri Harranum framman fyri fortjaldið; v18 nakað av blóðinum skal hann rýða á horn altars tess, ið stendur frammi fyri Harranum í samfundartjaldinum; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra á brennioffuraltarið, sum stendur uttan fyri dyr samfundartjaldsins. v19 Og hann skal taka alt tað feita úr tarvinum og brenna tað á altarinum, v20 og síðan skal hann gera við tarvin eins og við hin áðurnevnda syndaoffurtarvin. Soleiðis skal presturin veita teimum sáttargerð, so at teir fáa fyrigeving. v21 Síðan skal hann flyta tarvin út um herbúðirnar og brenna hann á sama hátt sum hin fyrra tarvin; tað er syndaoffur savnaðarins.
v22 Men er tað høvdingi, ið syndar av misgáu og brýtur eitthvørt av boðum Harrans Guðs síns og fellur í sekt, v23 og synd hans, ið hann hevur gjørt, verður honum kunn, tá skal hann frambera lýtaleysan geitarhavur sum offurgávu. v24 Og hann skal leggja hond sína á høvur geitarhavursins og slátra hann har, sum brenniofrið verður slátrað, frammi fyri Harranum. Tað er syndaoffur. v25 Síðan skal presturin taka upp á fingurin av blóði syndaoffursins og rýða tað á horn brennioffuraltarsins; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra upp á brennioffuraltarið; v26 men allan mørin úr honum skal hann brenna á altarinum á sama hátt sum mørir takkaroffursins. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð fyri synd hansara, so at honum verður fyrigivið.
v27 Um einhvør almúgumaður syndar av misgáu við at bróta eitthvørt av boðum Harrans og verður sekur, v28 og tann synd, sum hann hevur gjørt, verður honum kunn, tá skal hann frambera lýtaleysa geit sum offurgávu fyri ta synd, ið hann hevur gjørt. v29 Hann skal leggja hond sína á høvur syndaoffursins og slátra tað har, sum brenniofrið verður slátrað; v30 og presturin skal taka upp á fingurin av blóði tess og rýða tað á horn brennioffuraltarsins; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra upp á altarið; v31 alt tað feita skal hann taka út, á sama hátt sum tað var tikið út úr takkarofrinum, og presturin skal brenna tað á altarinum sum vælangandi royk til Harrans. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð, so at honum verður fyrigivið. v32 Er lamb offurgávan, ið hann vil frambera sum syndaoffur, tá skal hann koma við lýtaleysum kvenndjóri. v33 Hann skal leggja hond sína á høvur syndaoffursins og slátra tað sum syndaoffur, har sum brenniofrið verður slátrað; v34 síðan skal presturin taka upp á fingurin av blóði syndaoffursins og rýða tað á horn brennioffuraltarsins; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra upp á altarið; v35 men alt tað feita skal hann taka úr, eins og tað varð tikið út úr takkaroffurlambinum; og presturin skal brenna tað á altarinum oman á eldofrum Harrans. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð fyri ta synd, ið hann hevur gjørt, so at honum verður fyrigivið.