Serstøk dømi, sum krevja syndaoffur

v1  Tá ið einhvør syndar, við tað at hann hoyrdi bølbiðing og átti at verið vitni, av tí at hann var sjálvur ástaðis ella á annan hátt veit um tað, og kortini einki sigur og soleiðis fellur í sekt, v2  ella hann uttan at vita av tí nertur við okkurt óreint, hvørt tað er ræ av óreinum villdjóri ella ræ av óreinum fenaði ella ræ av óreinum skriðkykti og seinni verður tess varur og veit seg sekan, v3  ella hann uttan at vita av tí nertur við okkurt óreint hjá monnum, hvat óreinleiki tað enn er, ið hann verður óreinur av, og seinni verður tess varur og veit seg sekan, v4  ella hann uttan at geva sær far um tað svør í gáloysi um at gera eitthvørt, gott ella ilt, hvat tað nú kann vera, sum maður í gáloysi svør, og seinni verður tess varur og veit seg sekan í einumhvørjum av hesum, v5  tá skal hann, um hann veit seg sekan í onkrum av hesum, játta ta synd, sum hann hevur leitt yvir seg, v6  og frambera Harranum í sektarbót fyri ta synd, ið hann hevur gjørt, eitt kvenndjór úr fylginum, ær ella geit, sum syndaoffur. Tá skal presturin veita honum sáttargerð fyri synd hans.

Framhald um syndaoffur

v7  Men eigur hann ikki fyri seyð, tá skal hann í sektarbót fyri synd sína frambera Harranum tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, annan sum syndaoffur og hin sum brennioffur; v8  tær skal hann fáa prestinum, og presturin skal fyrst frambera hana, ið var ætlað sum syndaoffur; hann skal kippa hana tætt við nakkan uttan at slíta høvdið av v9  og síðan støkkja av blóði syndaoffursins upp á altarsíðuna; men alt tað, sum eftir er av blóðinum, skal verða kroyst út í neðra upp á altarið. Tað er syndaoffur. v10  Hina skal hann tilreiða sum brennioffur á rættan hátt. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð fyri ta synd, sum hann hevur gjørt, so at honum verður fyrigivið.

v11  Men eigur hann ikki fyri tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, skal hann í offurgávu fyri synd sína frambera sum syndaoffur av fínum mjøli ein tíggjunda part av eini efu; men hann má ikki hella olju í tað, heldur ikki leggja roykilsi oman á tað; tí at tað er syndaoffur; v12  og hann skal bera prestinum tað, og presturin skal taka av tí upp í fullan neva til áminningaroffur og brenna tað á altarinum oman á eldofrum Harrans; tað er syndaoffur. v13  Og presturin skal veita honum sáttargerð fyri ta synd, sum hann hevur gjørt í onkrum av hesum dømum, so at honum verður fyrigivið. Men tað, ið eftir er, skal presturin fáa á sama hátt sum við grónofrinum.«

Lóg um sektaroffur

v14  Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: v15  »Fer einhvør við svikum og syndar av misgáu móti halgigávum Harrans, tá skal hann í sektarbót frambera Harranum sum sektaroffur av smáfenaði sínum lýtaleysan veðr, sum í minsta lagi er verdur tveir siklar í silvuri eftir halgidómsins virði; v16  og umframt at endurgjalda tað, sum hann hevur syndað ímóti halgidóminum, skal hann í viðbót geva fimting av virði tess; hann skal geva prestinum tað, og presturin skal við sektaroffurveðrinum veita honum sáttargerð, so at honum verður fyrigivið. v17  Um einhvør syndar við at bróta okkurt av boðum Harrans uttan at vita av tí og verður sekur og leiðir misgerðir yvir seg, v18  tá skal hann av smáfenaði sínum fáa prestinum lýtaleysan veðr, fulltiknan sum sektaroffur; og presturin skal veita honum sáttargerð fyri ta misgáusynd, sum hann uttan at vita av tí hevur gjørt, til tess at honum verður fyrigivið. v19  Tað er sektaroffur; hann er vissuliga vorðin sekur fyri Harranum.«

v20  Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: v21  »Syndar einhvør og fer við svikum ímóti Harranum við at taka burtur av tí, sum tjóðfelagi hansara hevur givið honum í varðveitslu ella í veð, ella við at ræna og við órætti at taka nakað frá tjóðfelaga sínum, v22  ella hann finnur nakað, sum er mist, og ikki vil vera við tað, ella hann við rongum eiði sigur seg ósekan í einihvørjari av øllum hesum syndum, ið menn gera, v23  tá skal hann, tá ið hann hevur syndað og veit seg sekan, bera aftur tað, sum hann hevur rænt, ella tað, sum hann hevur tikið við órætti, ella tað, sum var givið honum í varðveitslu, ella tað farna, ið hann hevur funnið, v24  ella hvat tað enn er, ið hann hevur gjørt rangan eið upp á; hann skal endurgjalda fulla virði tess og fimting í viðbót og flýggja eigaranum tað á sama degi, sum hann framber sektaroffur sítt. v25  Men í sektarbót til Harrans skal hann av smáfenaði sínum flýggja prestinum lýtaleysan veðr, fulltiknan sum sektaroffur. v26  Og presturin skal veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum, so at honum verður fyrigivið alt tað, sum menn gera seg sekar í.«