v1 Hetta er lógin um sektarofrið. Tað er háheilagt. v2 Á sama staði, har brenniofrið verður slátrað, skal sektarofrið verða slátrað, og blóðið av tí skal verða støkt á altarið alt íkring; v3 alt tað feita úr tí skal verða ofrað, feithalin, netjan, sum er á indrunum, allir mørirnir, sum eru á innvølinum, v4 bæði nýruni við nýrumørum, tálgin har, og livrarbroddurin, sum skal verða skorin frá nýrunum. v5 Og presturin skal brenna tað á altarinum sum eldoffur fyri Harranum. Tað er sektaroffur. v6 Allir kallmenn av húskjum prestanna mega eta tað; á heilagum staði skal tað verða etið; tað er háheilagt. v7 Tað er við sektarofrinum eins og við syndaofrinum, sama skipan er um bæði: Tað skal lutast tí presti, sum veitir sáttargerð við tí. v8 Og presturin, ið framber brennioffur fyri einhvønn mann, skal eiga húðina av tí brenniofri, sum hann framber. v9 Hvørt grónoffur, sum bakað er í ovni ella tilreitt á pannu ella á rist, skal lutast tí presti, ið framber tað. v10 Men hvørt grónoffur, sum er elt við olju ella turt, skal lutast øllum sonum Árons, einum so væl sum øðrum.
v11 Hetta er lógin um takkarofrið, ið verður framborið Harranum: v12 Hann, ið framber tað sum lovoffur, skal umframt slátrið, ið hoyrir til lovoffur hansara, frambera ósúrgaðar køkur, rørdar við olju, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju, og oljublandaðar køkur, knoðaðar úr hveitimjøli; v13 saman við køkum úr súrgaðum deiggi skal hann frambera offurgávu sína sum lovtakkaroffur sítt. v14 Av tí skal hann sum offuravskurð frambera Harranum eina køku av hvørji offurgávu síni; hon skal lutast prestinum, ið støkkir blóðið av takkarofrinum á altarið; v15 men kjøtið av lovtakkarofri hans skal verða etið á sjálvum offurdegnum; einki má verða leivt til morgunin eftir. v16 Er offurgáva hansara heitoffur ella sjálvboðið offur, skal slátrið av tí verða etið á sjálvum offurdegnum, men tað, sum eftir verður av tí, má tá verða etið dagin eftir; v17 men tað, sum eftir verður av offurkjøtinum, skal verða brent upp á triðja degi. v18 Verður nakað av kjøti takkaroffursins etið á triðja degi, veitir tað honum, ið framber tað, ongan tokka hjá Guði; tað verður ikki fulltikið fyri offur; tað er óreint kjøt; hvør, ið etur av tí, skal bøta fyri misgerð sína. v19 Kjøt, sum er komið aftur at onkrum, sum óreint er, má ikki verða etið; tað skal brennast. Men hvør, ið reinur er, má eta kjøtið. v20 Hvør, sum etur kjøt av takkarofrum Harrans, meðan hann hevur óreinleikan á sær, skal verða oyddur úr tjóð síni. v21 Hvør, ið nertur við nakað óreint, hvørt tað er við óreinan mann ella óreint djór ella við okkurt óreint skriðkykt, og kortini etur kjøt av takkarofrum Harrans, hann skal verða oyddur úr tjóð síni.«
v22 Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v23 »Tala til Ísraelsmenn og sig: Einki feitt úr neyti, seyði ella geit mega tit eta. v24 Mørin av sjálvdeyðum og deyðaskræddum djórum kunnu tit nýta í øllum virki, tó mega tit á ongum sinni eta tað. v25 Tí at hvør, ið etur tað feita úr teimum djórum, ið verða framborin sum eldoffur til Harrans hann, ið etur tað, skal verða oyddur úr tjóð síni. v26 Hvar ið tit enn búgva, mega tit aldri eta nakað blóð, hvørki av fuglum ella fenaði. v27 Hvør, ið etur nakað blóð, skal verða oyddur úr tjóð síni.«
v28 Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v29 »Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið maður framber Harranum takkaroffur, skal hann av takkarofri sínum veita Harranum ta offurgávu, ið honum sømir. v30 Við egnum hondum skal hann frambera eldoffur Harrans; tí feita og bringuni skal hann koma við, bringuni til tess at reiggja henni sum reiggioffur frammi fyri Harranum. v31 Og presturin skal brenna tað feita á altarinum, men bringan skal lutast Ároni og sonum hans. v32 Og umframt tað skulu tit av takkarofrum tykkara geva prestunum høgra tjógvið sum offuravskurð. v33 Tann av sonum Árons, ið framber blóðið og tað feita úr takkarofrinum, skal fáa høgra tjógvið í sín lut. v34 Tí at reiggibringuna og offuravskurðartjógvið taki eg av takkarofrum Ísraelsmanna og lati Áron prest og synir hansara fáa tey sum ævig lunnindi frá Ísraelsmonnum.« v35 Hetta er tað, sum lutaðist Ároni og sonum hansara av eldofrum Harrans á tí degi, tá ið hann setti teir í prestaembæti at tæna fyri Harranum, v36 tað, ið Harrin á tí degi, tá ið hann salvaði teir, beyð at geva teimum sum ævig lunnindi frá Ísraelsmonnum, ættarlið eftir ættarlið. v37 Hetta er lógin um brenniofrið, syndaofrið, sektarofrið, vígsluofrið og takkarofrið, v38 sum Harrin legði fyri Móses á Sinai fjalli á tí degi, tá ið hann beyð Ísraelsmonnum at frambera Harranum offurgávur sínar í Sinai oyðimørk.