v1 Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2 »Tak við tær Áron og synir hans, klæðini og salvingaroljuna, syndaoffurtarvin, báðar veðrarnar og tæguna við ósúrgaðum breyðum v3 og stevn øllum savnaðinum saman fyri dyr samfundartjaldsins!« v4 Móses gjørdi tá, eins og Harrin hevði boðið honum, og stevndi øllum savnaðinum saman fyri dyr samfundartjaldsins. v5 Og Móses segði við savnaðin: »Hetta hevur Harrin boðið at gera.« v6 Síðan leiddi Móses Áron og synir hans fram og tváaði teir við vatni. v7 Og hann legði kyrtilin yvir hann, gyrdi hann við beltinum, læt hann í møttulin, legði yvir hann akulin og gyrdi hann við akullindini og bant við henni akulin at honum. v8 Síðan festi hann á hann bróstskjøldurin og legði Urim og Tummim í bróstskjøldurin, v9 setti vavhúgvuna um høvur hans og festi framman á vavhúgvuni gullspongina, hitt heilaga ennislaðið, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v10 Og Móses tók salvingaroljuna og salvaði tjaldtemplið og alt, sum í tí var, og halgaði tað; v11 hann støkti olju sjey ferðir upp á altarið og salvaði altarið og øll amboð tess, tváttarkerið og fót tess til tess at halga tey. v12 Síðan helti hann salvingarolju út yvir Áron og salvaði hann til tess at halga hann. v13 Tá leiddi Móses fram synir Árons og læt teir í kyrtlar, gyrdi teir við belti og bant høvuðbúnar á teir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
v14 Síðan leiddi hann fram syndaoffurtarvin, og Áron og synir hansara løgdu hendur sínar á høvur syndaoffurtarvsins. v15 Móses slátraði hann og tók blóðið og rýddi nakað av tí við fingrinum upp á altarhornini íkring og reinsaði altarið frá synd; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann út í neðra upp á altarið og halgaði tað við at veita tí sáttargerð. v16 Síðan tók hann allan mørin, ið var í indrunum og livrarbroddin, bæði nýruni við nýrumørum og brendi tað á altarinum. v17 Men tarvin sjálvan, húðina, kjøtið og gorið brendi hann í eldi uttan fyri herbúðirnar, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
v18 So leiddi hann fram brennioffurveðrin, og Áron og synir hans løgdu hendur sínar á høvdið á veðrinum. v19 Og Móses slátraði hann og støkti blóðið upp á altarið runt um, v20 og hann limaði veðrin sundur í lutir og brendi høvdið, lutirnar og mørin, v21 men indrini og føturnar tváaði hann við vatni og brendi síðan allan veðrin á altarinum; tað var brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v22 Síðan leiddi hann fram hin veðrin, vígsluveðrin; og Áron og synir hansara løgdu hendur sínar á høvdið á veðrinum; v23 og Móses slátraði hann og rýddi av blóði hans upp á høgru oyrnalippu Árons og á høgra tummil og høgru stórutá hans. v24 So leiddi Móses fram synir Árons og rýddi av blóðinum upp á høgru oyrnalippur teirra og á høgru tumlar og høgru stórutær teirra; men tað, sum eftir var av blóðinum, støkti hann upp á altarið runt um. v25 Tínæst tók hann tað feita og feithalan, allan mørin, sum var á indrunum, livrarbroddin og bæði nýruni við nýrumørum og høgra tjógv, v26 og somuleiðis tók hann úr tæguni, ið stóð við ósúrgaðum breyði frammi fyri Harranum, eina ósúrgaða køku, eina oljubreyðkøku og eina flatkøku, legði tað oman á mørirnar og høgra tjógvið v27 og læt tað síðan alt samalt upp í hendurnar á Ároni og sonum hans til tess at lata teir reiggja tí frammi fyri Harranum. v28 So tók Móses tað aftur av hondum teirra og brendi tað á altarinum oman á brenniofrinum. Tað var vígsluoffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar. v29 Tínæst tók Móses bringuna og reiggjaði henni frammi fyri Harranum; hana fekk Móses av vígsluveðrinum í sín lut, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v30 Og Móses tók av salvingaroljuni og av blóðinum, ið var á altarinum, og støkti tað á Áron og klæði hans og somuleiðis á synir hans og klæði teirra og halgaði soleiðis Áron og klæði hans og somuleiðis synir hans og klæði teirra.
v31 Og Móses segði við Áron og synir hans: »Sjóðið kjøtið fyri durum samfundartjaldsins og etið tað har aftur við breyði úr vígslutæguni samsvarandi hesum boði, sum mær var givið: Áron og synir hansara skulu eta tað! v32 Men tað, sum av loypur av kjøtinum og breyðinum, skulu tit brenna upp. v33 Í sjey dagar skulu tit ikki fara frá durum samfundartjaldsins, til vígsludagar tykkara eru at enda, tí at sjey dagar skal vígsla tykkara vara. v34 Eins og gjørt hevur verið í dag, býður Harrin at gera framvegis til tess at veita tykkum sáttargerð. v35 Tit skulu í sjey dagar dvølja við dyr samfundartjaldsins bæði dag og nátt og varðveita boðorð Harrans, so at tit ikki týna lívið; tí at soleiðis hevur mær verið boðið!« v36 Og Áron og synir hans gjørdu alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi.