Fyrsta offur Árons

v1  Á áttanda degi kallaði Móses Áron og synir hans og Ísraels elstu til sín v2  og segði við Áron: »Tak tær kálv sum syndaoffur og veðr sum brennioffur, báðar lýtaleysar, og leið teir fram fyri Harran v3  og sig við Ísraelsmenn: Takið tykkum geitarhavur sum syndaoffur og kálv og lamb, bæði veturgomul og lýtaleys, sum brennioffur v4  og somuleiðis oksa og veðr sum takkaroffur til at slátra frammi fyri Harranum og grónoffur blandað við olju; tí at í dag man Harrin birtast fyri tykkum.« v5  Tá tóku teir tað, sum Móses hevði sagt, og komu við tí fram at samfundartjaldinum; og allur savnaðurin kom og tók støðu frammi fyri Harranum. v6  Og Móses segði: »Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið; gerið tað, so man dýrd Harrans birtast fyri tykkum.«

v7  Síðan segði Móses við Áron: »Gakk fram at altarinum og ofra syndaoffur títt og brennioffur títt og veit sáttargerð fyri teg og hús títt; framber tínæst offurgávu fólksins og veit teimum sáttargerð, eins og Harrin hevur boðið!« v8  Tá gekk Áron fram at altarinum og slátraði kálvin, ið honum var ætlaður sum syndaoffur; v9  synir Árons rættu honum blóðið, og hann drap fingurin niður í tað og rýddi tað upp á horn altarsins; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann út í neðra upp á altarið. v10  Og mørirnar, nýruni og livrarbroddin úr syndaofrinum brendi hann á altarinum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v11  Men kjøtið og húðina brendi hann upp fyri uttan herbúðirnar. v12  Síðan slátraði hann brenniofrið; synir Árons rættu honum blóðið, og hann støkti tað upp á altarið runt um. v13  So fingu teir honum brenniofrið í stykkjum og somuleiðis høvdið, og hann brendi tað á altarinum. v14  Men indrini og føturnar tváaði hann við vatni og brendi tað á altarinum oman á brenniofrinum.

v15  Tínæst frambar hann offurgávu fólksins; fyrst tók hann havurin, ið var ætlaður fólkinum sum syndaoffur, slátraði hann og ofraði hann sum syndaoffur á sama hátt sum hin fyrra. v16  Somuleiðis frambar hann brenniofrið og ofraði tað á rættan hátt. v17  Tínæst frambar hann grónofrið, tók upp í nevan av tí og brendi tað á altarinum umframt hitt dagliga morgunbrenniofrið. v18  Síðan slátraði hann oksan og veðrin sum takkaroffur fyri fólkið; og tá ið synir Árons høvdu rætt honum blóðið, sletti hann tað upp á altarið runt um, v19  og tað feita úr oksanum og veðrinum, feithalan og mørirnar á indrunum, nýruni og livrarbroddin, v20  alt hetta feita løgdu teir oman á bringurnar og brendu tað á altarinum; v21  men bringunum og høgra tjógvi reiggjaði Áron frammi fyri Harranum, eins og Móses hevði boðið.

v22  Síðan lyfti Áron upp hendur sínar yvir fólkið og vælsignaði tað; og tá ið hann hevði framborið syndaofrið, brenniofrið og takkarofrið, steig hann niður aftur. v23  Tá gingu Móses og Áron inn í samfundartjaldið; og tá ið teir komu út aftur, vælsignaðu teir fólkið, og tá birtist dýrd Harrans fyri øllum fólkinum. v24  Men eldur gekk út frá Harranum og oyddi brenniofrið og mørirnar á altarinum. Og tá ið alt fólkið sá tað, hevjaðu tey fagnaðarróp og fullu fram á ásjón sína.