v1 Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2 »Ger tær tveir lúðrar úr silvuri; av einlistum skalt tú gera teir. Tú skalt hava teir til at kalla savnaðin saman; tá ið herurin skal flyta úr stað. v3 Tá ið blást verður í báðar, skal allur savnaðurin savnast um teg fyri durum samfundartjaldsins, v4 men verður einans blást í annan, tá skulu høvdingarnir, oddamenn hjá Ísraels túsundum, savnast um teg. v5 Tá ið tit blása hvølt, skal herurin, sum tjaldar eystantil, flyta úr stað; v6 og tá ið tit blása hvølt á øðrum sinni, skal herurin, sum tjaldar sunnarumegin, flyta úr stað; á triðja sinni skal herurin, sum tjaldar vestantil, flyta úr stað og á fjórða sinni herurin, sum tjaldar norðarumegin; blást skal verða hvølt, tá ið farið verður úr stað. v7 Men tá ið savnaðurin verður samankallaður, skulu tit blása í lúðrarnar, men ikki hvølt. v8 Synir Árons, prestarnir, skulu blása í lúðrarnar; hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum, ættarlið eftir ættarlið. v9 Og tá ið tit fara í bardaga móti fíggindum, ið herja á tykkum í landi tykkara, og tit blása hvølt í lúðrarnar, tá skal Harrin, Guð tykkara, minnast tykkum, og tit verða bjargaðir undan fíggindum tykkara. v10 Á gleðidøgum og hátíðardøgum tykkara og við mánaðarbyrjan skulu tit blása í lúðrarnar við brennioffur og takkaroffur tykkara; tað skal verða tykkum til áminningar frammi fyri ásjón Guðs tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara.«
v11 Á tjúgunda degi í øðrum mánaði í øðrum ári hevjaðist skýggið upp frá vitnisburðartjaldtemplinum; v12 tá fóru Ísraelsmenn avstað úr Sinai oyðimørk og hildu fram í dagsferðum, og skýggið tók støðu í Páran oyðimørk. v13 Tá ið teir nú á fyrsta sinni fóru úr stað eftir boði Harrans við Mósesi, v14 vóru Júda synir teir fyrstu, sum undir merki sínum fóru úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Náhsjon Amminadabsson. v15 Fyri heri ættar Issakars sona var Netánel Zuarsson, v16 fyri heri ættar Zebulons sona var Eliab Helonsson. v17 Og tá ið tjaldtemplið var tikið niður, fóru synir Gersjons og synir Merari avstað; teir áttu at bera tjaldtemplið. v18 Síðan fór herur Rubenitanna undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elizur Sjedeursson; v19 fyri heri ættar Símeons sona var Sjelumiel Zurisjaddaison; v20 fyri heri ættar Gáds sona var Eljasaf Deuelsson. v21 Síðan fóru Kehatitar úr stað; teir bóru halgilutirnar, og áður enn teir vóru fram komnir, høvdu hinir reist tjaldtemplið. v22 Og herur Efraims sona fór undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elisjáma Ammihudsson; v23 og fyri heri ættar Manasse sona var Gamliel Pedazursson; v24 fyri heri ættar Benjamins sona var Ábidan Gideónison. v25 Síðan fór herur Dáns sona úr stað undir merki sínum aftastur av øllum herum eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Áhiezer Ammisjaddaison; v26 fyri heri ættar Ásjers sona var Págiel Okransson; v27 fyri heri ættar Naftali sona var Áhira Enansson. v28 Hetta var raðskipan Ísraelsmanna eftir herfjøldum teirra, tá ið teir fóru úr stað.
v29 Tá segði Móses við Midianitan Hóbab Reuelsson, verfaðir Mósesar: »Vit halda nú ferðini móti tí staði, sum Harrin hevur heitt at geva okkum; kom nú við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí Harrin hevur nógv gott í hyggju við Ísrael.« v30 Men hann svaraði honum: »Eg komi ikki við, eg fari heim í land mítt til ættarfólk mítt.« v31 Tá segði hann við hann: »Nei, tú mást ikki fara frá okkum, tí tú veitst, hvar vit mega tjalda í oyðimørkini; tú skalt vera okkum eins og eyga. v32 Kemur tú við okkum, skalt tú fáa lut í øllum tí góða, sum Harrin vil lata okkum vera fyri.«
v33 Teir hildu nú frá fjalli Harrans tríggjar dagsleiðir fram, meðan sáttmálaørk Harrans fór undan teimum til tess at finna teimum hvíldarstað. v34 Men skýggj Harrans var yvir teimum um dagin, tá ið teir fóru avstað úr herbúðunum. v35 Og hvørja ferð ørkin flutti úr stað, segði Móses: »Rís upp, Harri, so at fíggindar tínir spjaðast, og øvundarmenn tínir flýggja fyri tær!« v36 Og hvørja ferð hon tók støðu, segði hann: »Kom aftur, Harri, til Ísraels tíggjutúsunda!«