v1 Tá mæltu Mirjam og Áron ímót Mósesi vegna hinnar blálendsku konu, sum hann hevði tikið sær tí at hann hevði tikið sær blálendska konu v2 og tey søgdu: »Man Harrin einans tala við Móses? Hevur hann ikki talað við okkum eisini?« Og Harrin hoyrdi tað. v3 Men maðurin Móses var sera tolin, ja, tolnari enn allir menn á jørð.
v4 Í sama viðfangi segði Harrin við Móses og Áron og Mirjam: »Farið øll trý út at samfundartjaldinum!« Og tey fóru hagar øll trý. v5 Tá steig Harrin oman í skýstólpanum og tók støðu fyri durum tjaldsins; hann kallaði á Áron og Mirjam, og tey gingu bæði út hagar. v6 Tá segði hann: »Hoyrið orð míni: Er einhvør profetur tykkara millum, tá birtist eg fyri honum í sjónum, ella eg tali við hann í dreymum. v7 Øðrvísi er við tænara mínum Mósesi, hann er trúsagdur í øllum húsi mínum; v8 við hann tali eg munni til muns, ikki í sjónum ella gátum, og hann skoðar mynd Harrans. Hví firnaðust tit tá ikki fyri at mæla orðum móti tænara mínum Mósesi?« v9 Tá læt Harrin vreiði sína loga móti teimum og fór burtur. v10 Men tá ið skýggið var farið upp frá tjaldinum, sí, tá var Mirjam hvít sum kavi av líktrá, og tá ið Áron leit at henni, sá hann, at hon var líktrá. v11 Tá segði Áron við Móses: »Á, harri, lat okkum ikki gjalda tess, at vit bóru okkum býttisliga at og syndaðu! v12 Lat hana tó ikki verða sum andleyst føtt barn, hvørs hold er hálvavegna rotnað, tá ið tað kemur úr móðurlívi!« v13 Móses rópaði tá til Harrans og segði: »Á, Guð, tú mást gera hana heila aftur!« v14 Men Harrin svaraði Mósesi: »Um faðir hennara hevði spýtt í andlitið á henni, átti hon tá ikki at sitið við skomm síni í sjey dagar? Tí skal hon í sjey dagar sita innibyrgd fyri uttan herbúðirnar; síðan má hon verða inn aftur tikin.« v15 Síðan varð Mirjam innibyrgd í sjey dagar fyri uttan herbúðirnar, og fólkið flutti ikki úr stað, fyrr enn Mirjam var inn aftur tikin. v16 Eftir hetta helt fólkið avstað úr Házerot, og teir settu herbúðir sínar í Páran oyðimørk.