v1 Og Harrin talaði við Móses og segði: v2 »Send menn avstað til at kanna Kánáanland, sum eg ætli at geva Ísraelsmonnum; ein mann av hvørji ætt skulu tit senda; og hvør teirra skal hava høvdingatign.« v3 Tá sendi Móses teir úr Páran oyðimørk eftir boði Harrans; teir vóru allir menn, ið høvdu høvdingatign millum Ísraelsmanna. v4 Og hesi vóru nøvn teirra: Av Rubens ætt: Sjammua Zakkursson. v5 Av Símeons ætt: Sjáfat Hórison. v6 Av Júda ætt: Káleb Jefunneson. v7 Av Issakars ætt: Jigal Jósefsson. v8 Av Efraims ætt: Hósjea Nunsson. v9 Av Benjamins ætt: Palti Rafuson. v10 Av Zebulons ætt: Gaddiel Sódison. v11 Av Jósefs ætt: Av Manasse ætt: Gaddi Súsison. v12 Av Dáns ætt: Ammiel Gemallison. v13 Av Ásjers ætt: Setur Mikaelsson. v14 Av Naftali ætt: Nábi Vofsison. v15 Av Gáds ætt: Geuel Mákison. v16 Hesi eru nøvn teirra manna, sum Móses sendi at kanna landið. Men Móses gav Hósjea Nunssyni navnið Jósva.
v17 Síðan sendi Móses teir at kanna Kánáanland og segði við teir: »Farið inn í suðurlandið og gangið upp á fjøllini v18 og hyggið eftir, hvussu landið er, og um fólkið, sum í tí býr, er reystligt ella vesaligt, fáment ella fjølment, v19 um landið, sum tað býr í, er gott ella ringt, og um borgirnar, sum teir búgva í, eru tjaldbygdir ella víggirdar borgir, v20 um landið er gróðurmikið ella gaddur, og um trø finnast har ella ikki! Havið tit gott áræði og takið aftur við tykkum av ávøkstri landsins!« Hetta var um tað mundið, tá ið vínberini fara at stadnast.
v21 Síðan hildu teir avstað og kannaðu landið frá Zin oyðimørk og alt at Rehob, hagar sum leiðin liggur til Hámat. v22 Teir fóru inn í suðurlandið og komu til Hebron; har búðu teir, Áhiman, Sjesjai og Talmai, Ánaks synir. Men Hebron var reist sjey ár undan Zóan í Egyptalandi. v23 Og tá ið teir komu í Esjkoldalin, skóru teir haðan vínviðagrein við einum vínberjatyssi á, sum tveir mans máttu vera um at bera millum sín á stong; haðan tóku teir eisini granatepli og fikur. v24 Hesin staður varð nevndur Esjkoldalurin vegna vínberjatyssis tess, sum Ísraelsmenn skóru av har.
v25 Eftir at teir í fjøruti dagar høvdu kannað landið, komu teir aftur; v26 teir komu til Mósesar og Árons og allan savnað Ísraelsmanna í Páran oyðimørk, til Kádesj; og teir søgdu teimum og øllum savnaðinum frá ferðum sínum og sýndu teimum ávøkstur landsins. v27 Og teir greiddu honum frá og søgdu: »Vit komu inn í landið, hagar sum tú sendi okkum; av sonnum tað flýtur í mjólk og hunangi, og hetta er ávøkstur tess. v28 Men fólkið har í landinum eru reystmenni og borgirnar víggirdar og alstórar, ja, eisini Ánaks synir sóu vit har. v29 Ámalekitar byggja suðurlandið, Hetitar, Jebusitar og Ámoritar byggja fjallalandið, men Kánáanitar búgva við sjógvin og fram við Jórdan.« v30 Tá knarraði fólkið, men Káleb sissaði tað fyri Mósesi og segði: »Latum okkum fara hagar og leggja tað undir okkum, tí at vit munnu vera tess førir!« v31 Men teir menn, sum høvdu verið har við honum, søgdu: »Tað er okkum ovboðið at fara móti hasi tjóð, tí at hon er sterkari enn vit.« v32 Og landið, sum teir høvdu kannað, loyptu teir ringt orð á millum Ísraelsmanna og søgdu: »Landið, sum vit komu ígjøgnum til tess at kanna tað, er land, sum etur upp íbúgvar sínar; og allir menn, sum vit sóu har, vóru risavaksnir. v33 Og har sóu vit risarnar, Ánaks synir av risaætt; bæði í eygum okkara og teirra vóru vit eins og ongsprettur móti teimum!«