Fólkið knarrar

v1  Tá tók allur savnaðurin undir at rópa, og tey grótu ta náttina. v2  Og allir Ísraelsmenn meylaðu inn á Móses og Áron; og allur savnaðurin segði við teir: »Gævi vit vóru deyðir í Egyptalandi ella her í oyðimørkini! v3  Hví skal Harrin føra okkum inn í hetta land, so at vit skulu falla fyri svørði, og konur og børn okkara verða herfongur? Man tað ikki vera best fyri okkum at snúgva aftur til Egyptalands?« v4  Og teir søgdu hvør við annan: »Kjósum okkum oddamenn og snúgvum okkum aftur til Egyptalands.« v5  Tá fullu Móses og Áron fram á ásjónir sínar fyri øllum teimum av savnaði Ísraelsmanna, sum har vóru samankomnir. v6  Men Jósva Nunsson og Káleb Jefunneson, sum høvdu verið við at kanna landið, skræddu klæði síni v7  og søgdu við allan savnað Ísraelsmanna: »Landið, sum vit fóru ígjøgnum til tess at kanna tað, er frálíkasta land! v8  Um Harranum tykir tokka í okkum, man hann føra okkum inn í hetta land og geva okkum tað, hetta land, sum flýtur í mjólk og hunangi! v9  Rísið einans ikki upp móti Harranum og óttist ikki fólkið í landinum, tí at tað skal verða føðsla hjá tykkum; vørn teirra er vikin frá teimum; men við okkum er Harrin; óttist ikki!« v10  Allur savnaðurin ráddist longu um at grýta teir til bana; men dýrd Harrans birtist øllum Ísraelsmonnum við samfundartjaldið.

Vreiði Harrans; forbøn Mósesar

v11  Og Harrin segði við Móses: »Hvussu leingi vil hetta fólk vanvirða meg, og hvussu leingi vilja teir vantrúgva mær hóast øll tey tekin, sum eg havi gjørt teirra millum? v12  Eg vil sláa teir við drepsótt og beina fyri teimum, men teg vil eg gera at tjóð, størri og máttmiklari enn hetta fólk!« v13  Men Móses segði við Harran: »Egyptar hava hoyrt, at tú við mátti tínum hevur leitt hetta fólk burtur frá teimum, v14  og somuleiðis hava allir íbúgvar í hesum landi frætt, at tú ert hjá hesum fólki, og at tú, Harri, birtist teimum sjónliga, við at skýggj títt stendur yvir teimum, og at tú gongur undan teimum í skýstólpa um dagin og í eldstólpa um náttina. v15  Drepur tú nú hetta fólk, alt sum tað er, tá munnu tær tjóðir, sum hava hoyrt tíðindi um teg, fara at siga: v16  Av tí at Harrin ikki var førur fyri at leiða hetta fólk inn í tað land, sum hann hevði svorið teimum, slátraði hann tað niður í oyðimørkini. v17  Lat tí, Harri, nú mátt tín gerast kunnan, eins og tú heitti, tá ið tú segði: v18  Harrin er tolinmóður og miskunnsamur og fyrigevur misgerðir og brot, men sigur tó ikki hin seka ósekan, hann letur misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið. v19  Fyrigev tí hesum fólki nú misgerð tess eftir tíni miklu miskunn, eins og tú hevur fyrigivið teimum alla leiðina úr Egyptalandi og higar.«

Revsanardómur: Oyðimarkartíðin longd

v20  Tá segði Harrin: »Eftir tínum orði vil eg fyrigeva. v21  Men so vissuliga sum eg livi, og øll jørðin er full av dýrd Harrans: v22  Allir teir menn, ið sæð hava dýrd mína og tey tekin, sum eg gjørdi í Egyptalandi og oyðimørkini og kortini hava freistað meg nú tíggju ferðir og ikki lýtt rødd míni, v23  teir skulu á ongum sinni síggja tað land, sum eg tilsvór fedrum teirra; og eingin teirra, sum vanvirdi meg, skal síggja tað! v24  Einans tænara mín Káleb vil eg leiða inn í tað landið, sum hann kom til, og lata tað ognast eftirkomarum hans, fyri at hann hevði annan anda og fylgdi mær trúliga. v25  (Men Ámalekitar og Kánáanitar búgva á láglandinum). Snúgvið tí aftur og haldið ferðini gjøgnum oyðimørkina til Reyðahavs!« v26  Harrin talaði framvegis við Móses og Áron og segði: v27  »Hvussu leingi skal eg umbera henda ónda savnaðin, sum meylar ímóti mær? Eg havi hoyrt meylan Ísraelsmanna, hoyrt, hvussu teir meyla ímóti mær! v28  Sig við teir: So satt sum eg livi – sigur Harrin: Eins og tit hava júkað inn í oyruni á mær, soleiðis vil eg eisini fara við tykkum! v29  Her í oyðimørkini skulu tit deyðir lúta, allir tit, ið kannaðir vórðu, tað fulla talið av tykkum frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, allir tit, sum meylaðu móti mær. v30  Á ongum sinni skulu tit koma inn í tað landið, sum eg svór at geva tykkum til bústaðar, uttan Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson! v31  Men børn tykkara, sum tit hugsaðu mundu fara at verða herfongur, tey vil eg flyta og lata tey fáa tað landið, sum tit havnaðu. v32  Men sjálvir skulu tit lúta deyðir í hesi oyðimørk; v33  og børn tykkara skulu reika í fjøruti ár í oyðimørkini og bøta fyri trúloysi tykkara, til tit allir liggja deyðir í oyðimørkini. v34  Eins og tit vóru fjøruti dagar um at kanna landið, soleiðis skulu tit í fjøruti ár bøta fyri misgerðir tykkara, eitt ár fyri hvønn dag, og fáa at royna mistokka mín! v35  Eg, Harrin, havi sagt tað, og soleiðis skal eg vissuliga bera meg at móti øllum hesum vánda savnaði, sum hevur tyrpt seg saman móti mær. Í hesi oyðimørk skulu teir farast, her skulu teir týna lívið!«

v36  Og teir menn, sum Móses hevði sent at kanna landið, og sum komu aftur og fingu allan savnaðin til at meyla móti honum við at loypa landið út í ringt orð – v37  teir menn, sum høvdu loypt landið út í ringt orð, fingu bráðan bana fyri ásjón Harrans. v38  Einans Jósva Nunsson og Káleb Jefunneson livdu eftir av teimum monnum, sum høvdu verið við til at kanna landið.

Herferð móti Kánáanlandi miseydnast

v39  Tá ið Móses hevði borið hesi orð upp fyri øllum Ísraelsmonnum, syrgdi fólkið sáran, v40  og snimma morgunin eftir fóru teir dygst niðan á fjallaásin og mæltu: »Sí, nú viljum vær fara niðan á tann stað, sum Harrin talaði um, tí at vær høvum syndað!« v41  Men tá segði Móses: »Hví vilja tit bróta boð Harrans? Tað man ikki fara at eydnast væl. v42  Farið ikki niðan hagar, tí at Harrin er ikki við tykkum; tit fáa ósigur av fíggindum tykkara! v43  Har koma tit fram á Ámalekitar og Kánáanitar, og tit skulu falla fyri svørði; av tí at tit eru viknir frá Harranum, er Harrin ikki við tykkum!« v44  Kortini fóru teir í dramblæti sínum dygst niðan á fjallaásin. Men hvørki sáttmálaørk Harrans ella Móses fór úr herbúðunum. v45  Tá komu Ámalekitar og Kánáanitar, sum búðu har í fjallalandinum, oman; teir vunnu sigur á teimum og spjaddu teir sundur alla leið til Horma.