Ymiskar løgskipanir: Grónoffur og droypioffur aftur at djóraofrum

v1  Harrin talaði við Móses og segði: v2  »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í tað land, sum eg vil geva tykkum at búgva í, v3  og tit vilja ofra Harranum eldoffur, hvørt tað er brennioffur ella sláturoffur, til tess at evna eitt heiti ella eitt sjálvboðið offur ella í tilevni av hátíðum tykkara til tess at gera Harranum vælangandi royk av stórdýrum ella smalum, v4  tá skal tann, ið framber Harranum offurgávu sína, eisini sum grónoffur frambera ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðings hin av olju. v5  Og aftur við hvørjum lambi skal hann sum droypioffur ofra fjórðings hin av víni, hvørt tað er brennioffur elle sláturoffur. v6  Men aftur við veðri skalt tú sum grónoffur ofra tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við triðings hin av víni, v7  og sum droypioffur skalt tú frambera triðings hin av víni sum vælangandi royk til Harrans. v8  Og tá ið tú ofrar ungneyt sum brennioffur ella sláturoffur til tess at evna eitt heiti ella sum takkaroffur til Harrans, v9  tá skalt tú aftur við ungneytinum sum grónoffur frambera tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við hálvari hin av olju. v10  Og sum droypioffur skalt tú frambera hálva hin av víni, sum vælangandi royk av eldofri til Harrans.

v11  Soleiðis skal verða gjørt fyri hvønn oksa, fyri hvønn veðr og fyri hvørt lamb, hvørt tað er undan ær ella undan geit. v12  Soleiðis skulu tit bera tykkum at við hvørjum djóri, so mongum sum tit ofra. v13  Hvør innborin maður skal bera seg at við hesum á henda hátt, tá ið hann framber eldoffur sum vælangandi royk til Harrans. v14  Og um einhvør útiseti býr hjá tykkum ella fer í komandi tíðum at búgva tykkara millum, og hann vil ofra eldoffur sum vælangandi royk til Harrans, tá skal hann bera seg at á sama hátt sum tit. v15  Í savnaðinum skal vera sama fyriskipan fyri tykkum og fyri útisetan, sum hjá tykkum býr; hetta skal vera ævigt løgmál hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið; fyri Harranum skulu tit og útisetin vera eins. v16  Sama lóg og sami rættur skal vera fyri tykkum og fyri útisetan, sum hjá tykkum býr.«

Offuravskurður av deiggi

v17  Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v18  »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma í tað landið, sum eg vil leiða tykkum inn í, v19  og tit eta av breyði landsins, tá skulu tit ofra Harranum avskurðaroffur. v20  Sum frumgróður av deiggi tykkara skulu tit ofra køku sum avskurðaroffur; á sama hátt sum avskurðin frá treskivøllinum skulu tit ofra tað. v21  Av frumgróðrinum av deiggi tykkara skulu tit geva Harranum avskurðaroffur ættarlið eftir ættarlið.

Synd av óvart og við vilja

v22  Tá ið tit synda av misgáu og halda ikki øll hesi boð, sum Harrin hevur givið Mósesi, v23  alt tað, sum Harrin hevur boðið tykkum við Mósesi frá tí degi, tá ið Harrin beyð tað, og framvegis ættarlið eftir ættarlið, v24  tá skal allur savnaðurin, um tað er nakað, sum gjørt er av misgáu, og sum savnaðurin ikki veit av, ofra eitt ungneyt sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans og aftur við tí grónofrið og droypiofrið, eins og lógin býður, og sum syndaoffur ein geitarhavur. v25  Og presturin skal veita øllum savnaði Ísraelsmanna sáttargerð, og teimum skal verða fyrigivið, tí at tað var av misgáu, og teir hava sjálvir sum offurgávu sína framborið Harranum eldoffur og somuleiðis syndaoffur sítt fram fyri Harran fyri ta synd, sum teir gjørdu av misgáu. v26  Bæði allur savnaður Ísraelsmanna og útisetin, sum býr tykkara millum, skal soleiðis fáa fyrigeving, tí at alt fólkið syndar í einum ella øðrum av misgáu.

v27  Er tað einstakur maður, ið syndar av misgáu, skal hann sum syndaoffur frambera veturgamla geit, v28  og presturin skal veita honum, ið syndað hevur av misgáu, sáttargerð frammi fyri Harranum, so at honum verður fyrigivið vegna sáttargerðina. v29  Allir, ið synda av misgáu, skulu vera fyri somu lóg, hvørt hann er innborin í Ísrael, ella hann er útiseti, sum býr tykkara millum.

v30  Men tann maður, ið syndar av avráddum huga, hvørt hann er innborin maður ella útiseti, hann hevur háðað Harran og skal verða oyddur úr tjóð síni, v31  tí at hann hevur vanmett orð Harrans og brotið boðorð hans; tílíkur maður skal eirindaleyst verða týndur og bøta fyri brot sítt!«

Synd móti sabbatsboðum

v32  Meðan Ísraelsmenn vóru í oyðimørkini, komu teir einaferð á ein mann, ið bar saman við á hvíludegnum. v33  Og teir, ið raktu við hann, har hann bar við saman, leiddu hann fyri Móses og Áron og allan savnaðin. v34  Og teir settu hann í varðhald, av tí at eingin lógargrein var til um, hvat ið skuldi verða gjørt við hann. v35  Men Harrin segði við Móses: »Tílíkur maður skal týna lívið; allur savnaðurin skal grýta hann til bana fyri uttan herbúðirnar!« v36  Tá leiddi allur savnaðurin hann út um herbúðirnar og grýtti hann, so at hann doyði, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.

Skúvar sum áminningarmerki

v37  Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v38  »Tala til Ísraelsmenn og sig við teir, at teir ættarlið eftir ættarlið skulu gera sær skúvar á skeytini á klæðum sínum og á skúvarnar binda blá purpurfesti. v39  Tað skal vera tykkum áminningarmerki, so at tit við at síggja tað, minnast á øll boðorð Harrans og gera eftir teimum og ikki fara eftir hjarta og eygum tykkara, sum tøla tykkum til hjágudadýrkan – v40  til tess at tit mega muna øll boðorð míni og halda tey og vera heilag fyri Guði tykkara. v41  Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara!«