Kóra, Dátan og Ábiram

v1  Men Kóra, sonur Jizehars, Kehats sonar, Levi sonar, og Dátan og Ábiram, synir Eliabs, Pallu sonar, Rubens sonar, gjørdu uppreist. v2  Teir risu upp móti Mósesi og saman við teimum tvey hundrað og fimmti av Ísraelsmonnum, ið vóru høvdingar hjá savnaðinum, fulltrúar og navnframir menn. v3  Hesir tóku seg saman ímóti Mósesi og Ároni og søgdu við teir: »Nú skal vera nóg mikið! Tí at allur savnaðurin, sum hann er, er heilagur, og Harrin er millum teirra; hví hevja tit tá tykkum yvir savnað Harrans?« v4  Tá ið Móses hoyrdi hetta, fell hann fram á ásjón sína. v5  Tínæst mælti hann við Kóra og allan flokk hansara og segði: »Bíðið til morgins; tá man Harrin gera kunnugt, hvør honum hoyrir til, og hvør heilagur er, og hvønn hann letur nærkast at sær; og tann, sum hann kjósar sær, man hann lata nærkast sær. v6  Hetta skulu tit gera: Takið tykkum eldpannur, tú Kóra og allur flokkur tín; v7  latið síðan gløður upp í tær og leggið roykilsi oman á tær í morgin fyri ásjón Harrans; tann, sum Harrin tá kjósar, skal vera heilagur! Nú skal vera nóg mikið, tit Levi synir!« v8  Framvegis segði Móses við Kóra: »Hoyrið, tit Levi synir! v9  Er tað tykkum ov lítið, at Ísraels Guð hevur skilt tykkum burtur úr savnaði Ísraels og latið tykkum nærkast at sær til tess at starva við tjaldtempul Harrans og standa frammi fyri savnaðinum og tæna honum? v10  Hann læt teg og allar brøður tínar, Levi synir, nærkast at sær; og nú krevja tit eisini prestaembætið! v11  Sig mær, tú, og allur flokkur tín, sum hevur tikið seg saman móti Harranum: Hvat er Áron, at tit meyla móti honum?«

v12  Tá sendi Móses boð eftir Dátani og Ábirami, sonum Eliabs; men teir svaraðu: »Nei, vit koma ikki! v13  Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur leitt okkum burtur úr tí landi, sum flýtur í mjólk og hunangi, til at lata okkum týna lívið í oyðimørkini, at tú nú eisini skalt valda okkum? v14  Tú hevur vissuliga ikki leitt okkum inn í land, sum flýtur í mjólk og hunangi ella latið okkum fingið bø og víngarðar! Hugsar tú um at blinda hesar menn? Nei, vit koma ikki!« v15  Tá varð Móses ovurvreiður og mælti við Harran: »Lít ikki at ofrum teirra! Eg havi ikki tikið so mikið sum asna frá teimum og ongum gjørt nakað mein!«

v16  Og Móses mælti við Kóra: »Í morgin skalt tú og allur flokkur tín koma fram fyri Harran saman við Ároni! v17  Og hvør tykkara skal taka sína eldpannu og lata roykilsi upp í tær og koma fram fyri Harran við teimum – tvey hundrað og fimmti eldpannum; bæði tú og Áron skulu hava hvør sína eldpannu!« v18  Teir tóku nú hvør sína eldpannu, lótu gløður upp í tær og løgdu roykilsi omaná, og teir tóku støðu fyri durum samfundartjaldsins saman við Mósesi og Ároni. v19  Síðan stevndi Kóra øllum flokki sínum saman ímóti teimum at durum samfundartjaldsins; men tá birtist dýrd Harrans øllum savnaðinum. v20  Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: v21  »Skiljið tykkum burtur úr hesum savnaði, eg vil avoyða teir í bræði!« v22  Men teir fullu fram á ásjón sína og mæltu: »Guð, tú, sum ert Guð lívsandans í øllum holdi, reiðist tú inn á allan savnaðin, fyri tí at ein maður hevur syndað?« v23  Tá talaði Harrin við Móses og segði: v24  »Tala til savnaðin og sig: Havið tykkum burtur frá tí staði, har sum Kóra, Dátan og Ábiram hølast!«

v25  Móses gekk nú til Dátans og Ábirams, fylgdur av Ísraels elstu; v26  og hann talaði til savnaðin og segði: »Havið tykkum burtur frá tjøldunum hjá hesum vándu monnum og nertið ikki við nakað, sum teir eiga, so at tit ikki farast fyri allar syndir teirra!« v27  Tá høvdu teir seg burtur frá tí staði, har sum Kóra og Dátan og Ábiram vóru. Men Dátan og Ábiram vóru útkomnir og stóðu fyri tjalddurum sínum saman við konum sínum, sonum og smábørnum. v28  Og Móses mælti: »Av hesum skulu tit sanna, at Harrin hevur sent meg til at gera øll hesi verk, og at eg ikki havi gjørt tey av mínum eintingum: v29  Um hesir menn doyggja á vanligan hátt, og teimum verður ikki annað fyri enn tað, sum verður hvørjum manni fyri, tá hevur Harrin ikki sent meg. v30  Men letur Harrin okkurt óhoyrt berast á, so at jørðin til dømis letur upp gap sítt og gloypir teimum og øllum, sum teir eiga, so at teir fara livandi til heljar, tá mega tit sanna, at hesir menn hava vanmett Harran.« v31  Men tá hann hevði lokið øllum hesum orðum, tá klovnaði jørðin undir fótum teirra; v32  jørðin læt upp gap sítt og gloypti teimum og húskjum teirra, øllum monnum Kóra og ognum hans; v33  teir fóru livandi niður til heljar við øllum, sum teir áttu; jørðin lokaðist aftur yvir teir, og soleiðis vórðu teir oyddir úr fólkinum. v34  Men allir Ísraelsmenn, ið stóðu har kring teir, hildu undan, tá ið teir hoyrdu rópini frá teimum, tí at teir hugsaðu: Bara ikki jørðin gloypir okkum við! v35  Og eldur fór út frá Harranum og oyddi tvey hundrað og fimmti mans, ið høvdu framborið roykilsi.

v36  Og Harrin talaði við Móses og segði: v37  »Sig við Eleazar, son Árons prests, at hann skal taka eldpannurnar út úr eiminum og spjaða gløðurnar langt útum; v38  tí at eldpannurnar hjá hesum syndarum, ið gjørdu fyri lívi sínum, vóru heilagar, og tí skalt tú sleggja tær út í tunnar plátur og leggja altarið við teimum, tí at tær vórðu bornar fram fyri Harran og eru heilagar; tær skulu vera Ísraelsmonnum tekin.« v39  Tá tók Eleazar prestur koparpannurnar, sum teir, ið upp brendust, høvdu borið fram, og hann læt tær sleggja tunnar og legði altarið við teimum, v40  Ísraelsmonnum til áminningar um, at eingin fremmandur, eingin, sum ikki er av Árons ætt, má koma framat til at ofra Harranum roykilsi, so at tað verður við honum sum við Kóra og flokki hans – eins og Harrin hevði sagt honum við Mósesi.

v41  Dagin eftir meylaði allur savnaður Ísraelsmanna móti Mósesi og Ároni, og teir søgdu: »Tað eru tit, ið hava beint fyri fólki Harrans.« v42  Men tá ið savnaðurin hevði seg saman móti Mósesi og Ároni, og teimum var hyggjandi móti samfundartjaldinum, sí, tá huldi skýggið tað, og dýrd Harrans birtist. v43  Tá gingu teir, Móses og Áron, fram fyri samfundartjaldið, v44  og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: v45  »Havið tykkum úr hesum savnaði, tí at eg man oyða hann í bræði!« Men teir fullu fram á ásjón sína; v46  og Móses segði við Áron: »Tak eldpannuna og lat gløður av altarinum upp í hana, legg roykilsi omaná og far í skundi til savnaðin og veit teimum sáttargerð; tí at vreiði er útgingin frá Harranum, plágan er longu byrjað!« v47  Áron tók tá eldpannuna, so sum Móses hevði sagt, og leyp mitt inn í savnaðin; og sí, tá var plágan longu byrjað í fólkinum, men hann legði roykilsi á og veitti teimum sáttargerð. v48  Men meðan hann stóð har millum hinar deyðu og hinar livandi, tá lætti av pláguni. v49  Men teir, ið fórust av pláguni, vóru fjúrtan túsund og sjey hundrað umframt teir, ið fórust av Kóra ávum. v50  Eftir at plágan var steðgað, kom Áron aftur til Mósesar við dyr samfundartjaldsins.