v1 Tá talaði Harrin við Móses og segði: v2 »Sig við Ísraelsmenn, at ættarhøvdingarnir skulu fáa tær ein stav fyri hvørja ættargrein, í alt tólv stavir, og rita tú navn hvørs teirra í stav hans. v3 Men navn Árons skalt tú rita í stav Levi, tí at hvør oddamaður fyri ættargreinum teirra skal hava sín stav. v4 Og tú skalt leggja teir inn í samfundartjaldið fyri framman vitnisburðin, har sum eg komi á fund við teg. v5 Tá skal stavurin hjá honum, sum eg velji út, bera leyv, soleiðis at eg við tað má stilla meylan Ísraelsmanna, sum meyla móti tykkum!« v6 Móses bar nú hetta upp á mál við Ísraelsmenn, og allir høvdingar teirra fingu honum stav, hvør høvdingi ein stav eftir ættargreinum teirra, tólv stavir í alt, og millum teirra var stavur Árons. v7 Og Móses legði stavirnar frammi fyri Harranum í vitnisburðartjaldinum.
v8 Men tá ið Móses dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, sí, tá var stavur Árons, stavur Levi ættar, grønkaður; hann bar leyv, og blómur vóru sprotnar, stadnar mandlur vuksu á honum. v9 Móses tók tá stavirnar burtur frá ásjón Harrans og bar teir út til Ísraelsmanna; teir litu at teimum og tóku hvør sín stav. v10 Men Harrin segði við Móses: »Legg stav Árons aftur fram fyri vitnisburðin og goym hann sum tekin fyri teir, ið ólýdnir eru, og ger soleiðis enda á meylan móti mær, so at teir ikki týna lívið!« v11 Og Móses so gjørdi; eins og Harrin hevði boðið honum; soleiðis gjørdi hann.
v12 Men Ísraelsmenn søgdu við Móses: »Vit verða fyri ongum, vit farast, ja, vit farast allir samlir! v13 Hvør tann, ið nærkast tjaldtempli Harrans má týna lívið! Skulum vær tá allir farast?«