Fólkið skrásett í Sinai oyðimørk

v1  Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk í samfundartjaldinum á fyrsta degi í øðrum mánaði, annað árið eftir burturferð teirra úr Egyptalandi og segði: v2  »Takið manntal av øllum savnaði Ísraelsmanna eftir kyntáttum og ættum teirra við at telja nøvnini á øllum kallmonnum, mann fyri mann; v3  allar vígførar menn í Ísrael frá tjúgu ára aldri og uppeftir skulu tit kanna eftir herfjøldum teirra, tú og Áron. v4  Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum; teir skulu vera oddamenn hvør fyri síni ætt. v5  Og hesi eru nøvnini á teimum monnum, ið skulu hjálpa tykkum: Av Ruben: Elizur Sjedeursson. v6  Av Símeon: Sjelumiel Zurisjaddaison. v7  Av Júda: Náhsjon Amminadabsson. v8  Av Issakar: Netánel Zuarsson. v9  Av Zebulon: Eliab Helonsson. v10  Av Jósefssonum: Av Efraim: Elisjáma Ammihudsson. Av Manasse: Gamliel Pedazursson. v11  Av Benjamin: Ábidan Gideónison. v12  Av Dán: Áhiezer Ammisjaddaison. v13  Av Ásjer: Págiel Okransson. v14  Av Gád: Eljasaf Deuelsson. v15  Av Naftali: Áhira Enansson.« v16  Hesir vóru teir, ið savnaðurin skipaði høvdingar fyri ættargreinum fedra sína og oddamenn fyri Ísraels túsundum.

v17  Og Móses og Áron tóku hesar menn, ið vóru tilskilaðir eftir nøvnum, v18  og stevndu síðan øllum savnaðinum saman á fyrsta degi í øðrum mánaði, og teir, sum vóru tjúgu ár og eldri, vórðu við navnateljing skrivaðir í manntal eftir kyntáttum og ættum sínum, maður fyri mann, v19  eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Soleiðis kannaði hann teir í Sinai oyðimørk.

v20  Synir Rubens, hins frumgitna Ísraels, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, v21  ið kannaðir vórðu av Rubens ætt, vóru fjøruti og seks túsund og fimm hundrað. v22  Og synir Símeons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, allir, ið kannaðir vórðu við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, v23  ið kannaðir vórðu av Símeons ætt, vóru fimmti og níggju túsund og trý hundrað. v24  Og synir Gáds, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v25  ið kannaðir vórðu av Gáds ætt, vóru fjøruti og fimm túsund og seks hundrað og fimmti. v26  Og synir Júda, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, v27  ið kannaðir vórðu av Júda ætt, vóru sjeyti og fýra túsund og seks hundrað. v28  Og synir Issakars, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu árum og haðan eldri; allir vígførir, v29  ið kannaðir vórðu av Issakars ætt, vóru fimmti og fýra túsund og fýra hundrað. v30  Og synir Zebulons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v31  ið kannaðir vórðu av Zebulons ætt, vóru fimmti og sjey túsund og fýra hundrað. v32  Og synir Jósefs: Synir Efraims, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum teirra og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v33  ið kannaðir vórðu av Efraims ætt, vóru fjøruti túsund og fimm hundrað. v34  Og synir Manasse, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v35  ið kannaðir vórðu av Manasse ætt, vóru tríati og tvey túsund og tvey hundrað. v36  Og synir Benjamins, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v37  ið kannaðir vórðu av Benjamins ætt, vóru tríati og fimm túsund og fýra hundrað. v38  Og synir Dáns, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v39  ið kannaðir vórðu av Dáns ætt, vóru seksti og tvey túsund og sjey hundrað. v40  Og synir Ásjers, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v41  ið kannaðir vórðu av Ásjers ætt, vóru fjøruti og eitt túsund og fimm hundrað. v42  Og synir Naftali, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, v43  ið kannaðir vórðu av Naftali ætt, vóru fimmti og trý túsund og fýra hundrað.

v44  Hesir vóru teir, ið kannaðir vórðu, sum Móses og Áron og Ísraels tólv høvdingar, ein fyri hvørja ættina, kannaðu. v45  Og allir Ísraelsmenn, ið kannaðir vórðu eftir ættum sínum frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, allir vígførir í Ísrael, v46  allir samlir, ið kannaðir vórðu, vóru seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti. v47  Men Levitarnir – eftir ættarfólki sínum – vórðu ikki kannaðir saman við teimum.

Levitar skipaðir

v48  Og Harrin talaði við Móses og segði: v49  »Einans Levi ætt mást tú ikki kanna og ikki taka manntal av teimum millum Ísraelsmanna. v50  Tú skalt lata Levitarnar hava umsjón við vitnisburðartjaldtemplinum og amboðum tess og øllum, sum tí hoyrir til; tað eru teir, ið skulu hava tjaldtemplið og øll reiði tess; teir skulu skipa tænastu tess og tjalda kring um tað. v51  Tá ið tjaldtemplið verður flutt úr stað, skulu Levitarnir taka tað niður, og tá ið tjaldtemplið aftur steðgar, skulu Levitarnir seta tað upp; og nærkast nakar, sum ikki er av prestaætt, skal hann láta lív. v52  Og Ísraelsmenn skulu tjalda hvør í sínum herbúðabólki undir merki sínum eftir herfjøldum sínum. v53  Men Levitarnir skulu tjalda kring vitnisburðartjaldtemplið, til tess at ikki vreiði skal koma yvir savnað Ísraelsmanna. Tí at tað eru Levitarnir, ið skulu hava vitnisburðartjaldtemplið í varðveitslu.« v54  Og Ísraelsmenn so gjørdu; teir bóru seg at í øllum eftir tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.