Vatntrot í Meriba

v1  Og Ísraelsmenn, allur savnaðurin, komu í oyðimørkina Zin í fyrsta mánaðinum, og fólkið settist niður í Kádesj. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað. v2  Men savnaðurin hevði einki vatn; tá tóku teir seg saman ímóti Mósesi og Ároni, v3  og fólkið trættist við Móses og segði: »Gævi vit høvdu doyð, ta ferðina tá ið brøður okkara doyðu fyri ásjón Harrans! v4  Hví leiddu tit savnað Harrans út í hesa oyðimørk, so at bæði vit og fenaður okkara týna lívið? v5  Hví mundu tit nakrantíð lata okkum fara út úr Egyptalandi og føra okkum út á henda ræðuliga stað, har hvørki korn ella fikur vaksa, hvørki vínviður ella granatepli, og har einki vatn er at drekka?« v6  Men Móses og Áron gingu frá fólkinum at durum samfundartjaldsins og fullu fram á ásjón sína; tá birtist dýrd Harrans fyri teimum. v7  Og Harrin talaði við Móses og segði: v8  »Tak stavin og stevn tú og bróðir tín Áron savnaðinum saman og tala við klettin fyri eygsjón teirra; tá man hann geva vatn, og tú skalt leiða vatnið úr klettinum til teirra og geva bæði savnaðinum og fenaði teirra vatn at drekka.« v9  Móses gjørdi nú, eins og hann hevði boðið, og tók stavin, sum lá frammi fyri Harranum. v10  Tá stevndu Móses og Áron savnaðinum saman at klettinum, og hann segði við teir: »Hoyrið nú, tit tvørsintu! Munnu vit úr hesum kletti fáa vatn at streyma til tykkara?« v11  Síðan hevði Móses upp hond sína og sló á klettin tvær ferðir við stavi sínum, og tá streymaði vatnið út í nøgdum, so at bæði savnaðurin og fenaður teirra fingu at drekka. v12  Men Harrin segði við Móses og Áron: »Fyri at tit ikki trúðu mær, so at tit halgaðu meg fyri eygsjón Ísraelsmanna, tessvegna skulu tit ikki leiða henda savnað inn í tað land, sum eg havi givið teimum!« v13  Hetta eru Meribavøtn, har Ísraelsmenn trættust við Harran, og har hann sýndi heilagleika sín á teimum.

Edómitar sýta Ísraelsmonnum ferð um land sítt

v14  Frá Kádesj sendi Móses ørindrekar á fund við kongin av Edóm við hesum boðum: »So sigur bróðir tín Ísrael: Tú veitst um allar tær treytir, ið okkum hava verið fyri, v15  hvussu fedrar okkara fóru suður til Egyptalands, hvussu vit búðu har í langa tíð, og hvussu illa Egyptar fóru við okkum og fedrum okkara. v16  Men tá rópaðu vit til Harrans, og hann hoyrdi bøn okkara og sendi okkum eingil, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi. Og sí, nú eru vit her í Kádesj, borgini tætt við landamark títt. v17  Gev okkum nú loyvi at fara gjøgnum land títt; vit skulu hvørki fara gjøgnum bø ella víngarðar, heldur ikki drekka vatnið úr brunnunum; vit skulu ganga eftir kongsvegnum og hvørki víkja til høgru ella vinstru, fyrr enn vit eru komnir út úr landi tínum.« v18  Men Edóm svaraði honum: »Tú mást ikki fara gjøgnum land mítt, annars fari eg móti tær við svørði!« v19  Tá søgdu Ísraelsmenn við hann: »Eftir almannavegnum vilja vit fara, og um eg ella fenaður mín drekkur av vatni tínum, so vil eg gjalda tær fyri tað; tað kann einki saka, tá ið eg fari ígjøgnum til gongu.« v20  Men hann segði: »Nei, tú sleppur ikki ígjøgnum!« Og Edóm fór ímóti honum við nógvum og alvápnaðum monnum. v21  Tá ið Edóm soleiðis sýtti Ísrael ferð yvir um land sítt, helt Ísrael ferðini kring um hann.

Áron doyr

v22  Og Ísraelsmenn, allur savnaðurin, hildu nú út úr Kádesj og komu at fjallinum Hór. v23  Tá talaði Harrin við Móses og Áron á Hórfjalli við landamark Edóms og segði: v24  »Áron skal nú savnast til fedra sína; tí at ikki skal hann koma inn í tað land, sum eg havi givið Ísraelsmonnum, fyri at tit vóru ólýdnir móti boði mínum við Meribavøtn. v25  Tak Áron og Eleazar, son hans, og leið teir niðan á fjallið Hór. v26  Lat síðan Áron úr klæðum sínum og lat Eleazar, son hansara, í tey, men Áron skal savnast til fedra sína og doyggja har.« v27  Móses gjørdi soleiðis, sum Harrin segði, og teir fóru niðan á Hórfjallið, meðan allur savnaðurin sá tað. v28  Síðan læt Móses Áron úr øllum klæðum hans og læt Eleazar, son hansara, aftur í tey. Og Áron doyði har uppi á fjallinum. So fóru Móses og Eleazar oman aftur av fjallinum. v29  Tá ið allur savnaðurin sá, at Áron var deyður, grótu allir Ísraelsmenn Áron í tríati dagar.