v1 Men tá ið Kánáanitin, kongurin av Árad, sum búði á suðurlandinum, hoyrdi, at Ísrael kom eftir Átarimvegnum, tá ráddist hann á Ísrael og hertók nakrar teirra. v2 Tá strongdi Ísrael Harranum heiti og segði: »Gevur tú hetta fólk upp í mínar hendur, tá skal eg bannføra borgir teirra!« v3 Harrin bønhoyrdi Ísrael og gav Kánáanitar upp í hendur teirra, og teir bannførdu bæði teir og borgir teirra; tí varð staðurin nevndur Horma.
v4 Síðan hildu teir ferðini frá Hórfjalli móti Reyðahavinum til tess at fara kring um Edóms land. Men eftir vegnum misti fólkið tolið v5 og fór at tala móti Guði og Mósesi: »Hví leiddu tit okkum út úr Egyptalandi til at doyggja í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og okkum stendst við henda ringa mat!« v6 Tá sendi Harrin eiturormar mitt upp í fólkið, og teir bitu fólkið, so at fjøldir doyðu av Ísrael. v7 Tá kom fólkið til Mósesar og segði: »Vit hava syndað við at tala móti Harranum og tær. Men bið tú nú til Harrans, at hann má lata ormarnar fara frá okkum.« Tá bað Móses fyri fólkinum. v8 Og Harrin mælti við Móses: »Ger tær koparorm og set hann upp á stong; tá skal hvør, ið bitin er, verða á lívi, um hann lítur at honum.« v9 Móses gjørdi orm av kopari og setti hann upp á stong. Og hvørja ferð maður varð bitin av ormi, og hann leit at koparorminum, varð hann verandi á lívi.
v10 Eftir hetta fluttu Ísraelsmenn úr stað og settu herbúðir sínar í Óbot. v11 Frá Óbot hildu teir ferðini og settu herbúðir sínar í Ijje-Háabarim í oyðimørkini fyri eystan Móab. v12 Haðan fluttu teir úr stað og settu herbúðir sínar í Zereddalinum. v13 Haðan fóru teir avstað og settu herbúðir sínar í oyðimørkini hinumegin Arnon, sum kemur úr landi Ámorita, tí at Arnon skilir lond Móabita og Ámorita. v14 Tí stendur soleiðis í bókini um bardagar Harrans: »Váheb í Sufa og Arnondali, v15 dallíðirnar, ið røkka hagar, sum Ar liggur, og halla seg aftur at landi Móabs.« v16 Haðan fóru teir til Beer, tað er brunnurin, sum Harrin talaði um, tá ið hann segði við Móses: »Savna fólkið saman, so vil eg geva teimum vatn!« v17 Ta ferðina sungu Ísraelsmenn henda song: »Vell fram, brunnur! Syngið um hann! v18 Brunnur, sum høvdingar gróvu, sum tignar fólksins holaðu innan við veldissprota og støvum sínum!« v19 Úr oyðimørkini fóru teir til Mattana, frá Mattana til Náhaliel; og frá Náhaliel til Bámot; v20 og frá Bámot komu teir í dalin á Móabs vøllum, at Pisga fjallatindi, sum dagar oman fyri reynið.
v21 Tá sendi Ísrael ørindrekar á fund við Sihon, kong Ámorita, og læt siga við hann: v22 »Loyv okkum at fara gjøgnum land títt; vit skulu ikki fara av vegnum út í akrar og víngarðar og heldur ikki drekka vatn úr brunnum; eftir kongsvegnum vilja vit ganga, til vit eru komnir út úr landi tínum!« v23 Men Sihon loyvdi ikki Ísrael at fara gjøgnum land sítt; heldur savnaði hann allar menn sínar og helt út í oyðimørkina móti Ísrael; og tá ið hann var komin til Jáhza, legði hann til orrustu við Ísrael. v24 Men Ísrael vá hann við svørðseggjum og legði land hans undir seg frá Arnon alt at Jábok at landi Ammonita; tí at Jázer liggur við landamark Ammonita. v25 Ísrael tók allar hesar borgir, og Ísrael settist niður í øllum borgum Ámorita, í Hesjbon og øllum bygdunum har íkring. v26 Tí Hesjbon var borg Sihons, Ámorita kongs; hann hevði lagt bardagar móti hinum fyrra kongi Móabita og tikið alt landið av honum alt at Arnon. v27 Tí siga skaldini: »Komið til Hesjbon! Endurreist og grundvallað verði borg Sihons! v28 Tí at eldur gekk út frá Hesjbon, eldslogar frá borg Sihons. Hann át upp borgir Móabs og oyddi Arnons hólar. v29 Vei tær, Móab! Farið ert tú, fólk Kemosjar! hann rekur synir sínar á flótta og døtur sínar í fangilsi hjá Sihoni, kongi Ámorita! v30 Vit skutu teir; oydd varð Hesjbon alt til Dibon. Vit oyddu teir alt at Nófa, sum liggur við Medeba!« v31 Og Ísrael settist niður í landi Ámorita. v32 Síðan sendi Móses njósnarar til Jázer; teir hertóku hana og bygdirnar har íkring, og hann rak burtur teir Ámoritar, sum har búðu.
v33 Tá snúðust teir við og hildu leiðini til Básjan. Men Og, kongur av Básjan, fór ímóti teimum við øllum monnum sínum og legði til orrustu í Edrei. v34 Tá segði Harrin við Móses: »Óttast hann ikki, tí at eg gevi bæði hann og allar menn hans og alt land hans upp í tínar hendur; og tú skalt fara við honum, eins og tú fórt við Sihoni, kongi Ámorita, sum búði í Hesjbon.« v35 Tá vógu teir hann og synir hans og alt herlið hans, so at eingin komst undan, og løgdu síðan land hans undir seg.