v1 Síðan fóru Ísraelsmenn avstað haðan og settu herbúðir sínar á Móabsslættanum hinumegin Jórdan áraka Jeriko.
v2 Men Bálak Zipporsson fekk tá fregn um alt, sum Ísrael hevði gjørt Ámoritum; v3 tá kom yvir Móabitar mikil ræðsla fyri fólkinum; tí at tað var fjølment, og Móabitar ønskraðust fyri Ísraelsmonnum. v4 Tá søgdu Móabitar við hinar elstu í Midian: »Nú man henda mannfjøld fara at eta upp alt, sum er kring okkum, eins og oksarnir eta tað grøna grasið av markini.« Bálak Zipporsson var um tað mundið kongur í Móab. v5 Hann sendi nú ørindrekar á fund Bileams Beorssonar í Petor, sum liggur við ánna, í land Ammonita til tess at biðja hann koma; teir skuldu siga við hann: »Higar er komin tjóð úr Egyptalandi, og sí, hon breiðir seg út um landið alt, og nú hevur hon tikið upp bústað her tætt hjá mær. v6 Kom tí og bølbið hesa tjóð fyri meg, tí at hon er mær ov sterk; kanska eg tá fái bast henni og rikið hana út úr landinum, tí at eg veit, at tann, sum tú vælsignar, verður vælsignaður, og at tann, ið tú bølbiður, verður bølbiðin.« v7 Móabs og Midians elstu fóru nú avstað og høvdu spásagnarløn við sær; og tá ið teir komu til Bileams, fluttu teir honum Bálaks orð. v8 Hann segði við teir: »Verið her í nátt, so skal eg geva tykkum svar eftir tí, sum Harrin sigur við meg.« Og høvdingar Móabs dvaldu hjá Bileami um náttina. v9 Men Guð kom til Bileams og segði: »Hvørjir eru hasir menn, ið hjá tær eru?« v10 Bileam svaraði Guði: »Bálak Zipporsson, kongur av Móab, hevur sent mær hesi boð: v11 Sí, einhvør tjóð er komin higar úr Egyptalandi og hevur breitt seg út um landið alt. Kom nú og bølbið mær hana, kanska eg tá vinni sigur á henni og fái rikið hana burtur.« v12 Men Guð segði við Bileam: »Ikki skalt tú fara við teimum, og ikki skalt tú bølbiðja hasa tjóð, tí at hon er vælsignað!« v13 Morgunin eftir fór Bileam upp og segði við høvdingar Bálaks: »Farið heim aftur í land tykkara, tí at Harrin loyvir mær ikki at koma við tykkum.« v14 Høvdingar Móabs fóru tá avstað og komu til Bálaks og søgdu: »Bileam bar seg undan at koma við okkum.«
v15 Bálak sendi uppaftur høvdingar avstað, fleiri og mætari enn teir fyrru. v16 Og teir komu til Bileams og søgdu við hann: »So sigur Bálak Zipporsson: Aftra teg ikki frá at koma á mín fund! v17 Eg vil veita tær mikla sømd og gera alt, sum tú biður meg um; kom nú og bølbið mær hesa tjóð!« v18 Men Bileam svaraði og segði við tænarar Bálaks: »Um so Bálak gevur mær hús síni full av silvuri og gulli, kann eg tó ikki gera ímóti boði Harrans, Guðs míns, hvørki í lítlum ella stórum. v19 Men verið nú eisini tit her í nátt; eg fái tá at síggja, hvat Harrin aftur man fara at siga við meg.« v20 Tá kom Guð um náttina til Bileams og segði við hann: »Eru hasir menn komnir til tess at fáa teg við sær, tá statt upp og far við teimum; men ger ikki annað enn tað, sum eg sigi tær.« v21 Bileam reis tá snimma um morgunin, saðlaði øsnu sína og fór við Móabs høvdingum.
v22 Men tá tendraðist vreiði Guðs yvir, at hann var farin við, og eingil Harrans tók støðu á vegnum til at veita honum mótstøðu, har hann nú kom ríðandi á øsnu síni saman við báðum sveinum sínum. v23 Men tá ið øsnan sá eingil Harrans standa á vegnum við bregðaðum svørði í hendi, veik hon til viks av vegnum og fór út í akurlendið. Tá tók Bileam at lemja øsnuna til tess at fáa hana inn aftur á vegin. v24 Eingil Harrans tók nú støðu millum víngarðanna, í geilini har grótgarðar vóru báðumegin. v25 Men tá ið øsnan bar eyga við eingil Harrans, trýsti hon seg upp móti garðinum, soleiðis at fótur Bileams kom ímillum; tá tók hann aftur á at lemja hana. v26 Eingil Harrans førkaði seg nú undan og tók støðu í einum tronga, har ikki bar til at fara til viks, hvørki til høgru ella vinstru. v27 Men tá ið øsnan sá eingil Harrans, legði hon seg undir Bileami; tá reiddist Bileam og tók at lemja øsnuna við stavi sínum. v28 Men tá læt Harrin munn øsnunnar upp, og hon segði við Bileam: »Hvat havi eg gjørt tær, at tú tríggjar ferðir hevur lamt meg av?« v29 Bileam svaraði øsnuni: »Tú hevur argað meg; hevði eg havt svørð hjá mær, skuldi eg dripið teg!« v30 Tá segði øsnan við Bileam: »Eri eg ikki øsna tín, sum tú hevur riðið á fram at hesum degi? Havi eg verið von at fara fram á henda hátt móti tær?« Hann svaraði: »Nei.« v31 Í sama bili læt Harrin eygu Bileams upp, so at hann sá eingil Harrans, ið stóð á vegnum við bregðaðum svørði í hendi; tá lútaði hann honum og fell fram á ásjón sína. v32 Men eingil Harrans segði við hann: »Hví hevur tú nú tríggjar ferðir lamt øsnu tína? Tað eri eg, sum eri farin út at veita tær mótstøðu, tí at henda ferð tín er ímóti mínum vilja. v33 Øsnan sá meg og veik tríggjar ferðir til viks fyri mær; og var hon ikki farin til viks fyri mær, hevði eg dripið teg, men latið øsnuna verið á lívi.« v34 Tá segði Bileam við eingil Harrans: »Eg havi syndað; tí at eg visti ikki, at tú stóðst fyri mær á vegnum. Men mislíkar tær henda ferð, vil eg venda aftur.« v35 Eingil Harrans svaraði Bileami: »Far tú við hasum monnunum; men einans teimum orðum mást tú mæla, sum eg sigi tær.« Bileam fór tá við høvdingum Bálaks.
v36 Tá ið Bálak hoyrdi, at Bileam var á veg, fór hann út ímóti honum til Ar-Móab, ið liggur við landamarkið Arnon, sum er ytsta landamark. v37 Og Bálak segði við Bileam: »Sendi eg ikki boð eftir tær og bað teg koma? Hví komst tú ikki til mín? Skuldi eg av sonnum ikki verið førur fyri at veita tær sømd afturfyri?« v38 Bileam svaraði Bálaki: »Sí, nú eri eg komin til tín; men man eg fáa sagt nakað av mær sjálvum? Nei, tey orð, sum Guð leggur mær í munn mín, tey má eg mæla.« v39 Síðan fór Bileam við Bálaki, og teir komu til Kirjat-Huzot. v40 Har ofraði Bálak neyt og seyðir og sendi Bileami og høvdingunum, ið við honum vóru, nakað av tí. v41 Og morgunin eftir tók Bálak Bileam við sær niðan á Bámot-Báal. Haðan sá hann tað ytsta av herbúðum fólksins.