Bileam vælsignar Ísrael fyrstu og aðru ferð

v1  Tá mælti Bileam við Bálak: »Reis mær her sjey altar og fá mær higar sjey tarvar og sjey veðrar.« v2  Bálak gjørdi nú, eins og Bileam beyð, og Bálak og Bileam ofraðu tarv og veðr á hvørjum altari. v3  Tá segði Bileam við Bálak: »Verð tú standandi eftir her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari at vita, um Harrin kanska kemur til fundar við meg; tað, sum hann tá letur meg síggja, skal eg kunngera tær.« Hann fór tá niðan á skógarleysan hól. v4  Har kom Guð til fundar við Bileam. Og hann segði við hann: »Eg havi nú búgvið til sjey altar og ofrað tarv og veðr á hvørjum altari.« v5  Harrin legði tá Bileami orð í munnin og segði: »Far nú aftur til Bálaks og tala soleiðis!« v6  Tá ið hann kom aftur til hansara, sí, tá stóð hann enn við brenniofrið saman við øllum høvdingum Móabs. v7  Síðan flutti hann spáljóð sítt og mælti: »Úr Áram søkti meg Bálak, frá eysturfjøllum Móabs kongur: Kom og bølbið mær Jákup! Kom og bølbið Ísrael! v8  Hvussu kann eg biðja bølbøn yvir teir, ið Guð ikki bølbiður, og fyrimæla teimum, ið Harrin ikki fyrimælir? v9  Frá hægstu tindum hómi eg hann, frá hæddunum eg líti at honum: Sí, fólk, ið einsamalt býr, ið ikki vil teljast upp í aðrar tjóðir! v10  Hvør kann telja sandskorn Jákups? Hvør hevur tal á Ísraels túsundum? Doyggi sál mín deyða hins rættláta, verði mín síðsta stund sum hans!«

v11  Tá mælti Bálak við Bileam: »Hvat hevur tú gjørt mær? Eg læt teg søkja til tess at biðja bølbøn yvir fíggindar mínar, og sí, nú hevur tú vælsignað teir stórum!« v12  Men hann svaraði og segði: »Skal eg ikki lýðin tala tað, sum Harrin leggur mær í munn?« v13  Tá segði Bálak við hann: »Kom við mær á annan stað, haðan tú kanst síggja fólkið; tó einans tað ytsta av tí; ikki alt mást tú síggja og bið mær haðan bølbøn yvir tað!« v14  Og hann tók hann við sær niðan á Njósnaravøllin dygst upp á Pisgafjallið, bygdi har sjey altar og ofraði tarv og veðr á hvørjum. v15  Síðan segði Bileam við Bálak: »Ver tú eftir her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari at vita, um nakað birtist mær!« v16  Tá kom Harrin til fundar við Bileam og legði honum orð í munnin og segði: »Far aftur til Bálaks og tala soleiðis!« v17  Tá ið hann kom aftur til hansara, sí, tá stóð hann enn við brenniofrið saman við høvdingum Móabs. Og Bálak mælti við hann: »Hvat segði Harrin?« v18  Tá flutti hann spáljóð sítt og mælti: »Rís upp Bálak og lurta eftir, Zippors sonur gev mær ljóð! v19  Guð er ikki maður, at hann gitur logið, ikki mansbarn, at hann gitur iðrað seg! Man hann siga nakað og ikki gera tað? Man hann tala nakað og ikki evna tað? v20  Til tess at vælsigna eri eg sendur; tí vil eg vælsigna og taki tað ikki aftur! v21  Eingin neyð sæst í Jákupi, ongar treytir í Ísrael. Harrin, Guð hans, er við honum; hjá honum ljóðar kongsfagnaður. v22  Sá Guð, ið leiddi teir úr Egyptalandi, er honum eins og horn villoksans. v23  Tí móti Jákupi batar eingin gandur, eingin fjølkunna móti Ísrael. Nú verður tað sagt um Jákup og Ísrael: Hvat hevur Guð gjørt? v24  Sí, tjóð, sum rísur upp eins og ljónið, ríkur á føtur eins og kvennljónið og legst ikki aftur, fyrr enn tað hevur etið bráð og drukkið vigna manna blóð!«

v25  Tá mælti Bálak við Bileam: »Vilt tú ikki biðja bølbøn yvir teir, eigur tú, ið hvussu er, ikki at vælsigna teir!« v26  Men Bileam svaraði og segði við Bálak: »Havi eg ikki sagt tær, at alt, sum Harrin sigur, tað vil eg gera?« v27  Tá mælti Bálak við Bileam: »Kom lat meg føra teg á annan stað; kanska tað líkar Guði, at tú haðan biður mær bølbøn yvir teir.« v28  Bálak tók nú Bileam við sær niðan á Peors fjallatind, ið dagar høgt fyri oman reynið. v29  Og Bileam segði við Bálak: »Reis mær sjey altar her og fá mær higar sjey tarvar og sjey veðrar.« v30  Bálak gjørdi, eins og Bileam beyð, og hann ofraði tarv og veðr á hvørjum altari.